Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. juli 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 143 - 27. juli 2000 gult cyan magenta svart Einki er at taka seg aftur í, at bjørgini vestantil á Sandoynni eru naka› av tí stórbærasta her á landi. Tey mugu upplivast. At fer›alei›ararnir duga væl at undirhalda og siga frá skemtiligum søgum, ger bara túrin upp aftur meira áhugaverdan Or› og myndir: Edvard Joensen Ta› er ein uppliving av teimum heilt stóru at fer›ast fram vi› Sandoynni vestan- til og síggja alt ta› lív og stórbæri, sum har er. Kópurin undir oynni liggur, lundin fl‡gur i ring. Ritan og lomvigin larma og lukta í berginum, me›an fró›armenn av Sandi siga frá skemtiligum sum álvars- ligum hendingum, teir vita um í samband vi› røkt av bjørgum og haga á lei›ini. Vit eru á fer› fram vi› landi vi› seksæringinum Hvíthamri hjá Jóan Peturi Clementsen av Sandi. Sam- an vi› okkum er eisini Har- ald Jensen, sum veit onkra gó›a at siga frá. Bæ›i av egnum upplivingum í bjørg- unum eins og søgum, a›rir hava uppliva›. Jóan Petur Clementsen hevur nú í nøkur ár siglt hesar túrarnar fram vi› landi vi› fer›afólki. Bæ›i undir Sandoynni, Skúvoy og Dímun. Men hann letur at, at undirtøkan hevur ikki veri› tann heilt stóra. Og ta› er at undrast á hjá tí, sum veri› hevur slíkan túr. Tí hesi upplivilsini eru veru- liga upplivilsi, sum festa seg í minni. At frásøgumenninir eisini eru fram úr gó›ir, ger bara túrin upp aftur betri. Teir hava hatta har vi› at duga at siga frá og taka skemtiliga til. Sandingarnir. Hvør minnist ikki tiltiknu sendingarnar hjá Niels Juel Arge vi› Dánjali í Klingr- uni. Og ikki var hann einsa- mallur av slagnum í oynni, skal eg heilsa og siga. Javn- líkarnir finnast enn. Berjast vi› vind Hvíthamar liggur og bí›ar Úti í Stø›. Har liggja nógvir bátar hendan dagin, tí út- ró›rarve›ur er ikki. »Men ta› ger næstan ta› sama«, sigur ein sandingur, sum stendur hendur í lumma og gremur seg um ikki at sleppa á flot. »Ta› er so karlagi›, at vit drepa hann næstan ikki kortini.« Nei, teir láta einki at so- lei›is, her teir standa, sand- ingarnir, og ótolnast eftir betri ve›ri. »Nei gó›in. Sandingar gera einki uttan berjast vi› vind. Men ta› nyttar ikki petti. Vit tapa hvørja fer›. Nú liggur landnyr›ingurin so trá›ur, at fjøllini mest- sum rapa oman yvir ogum, hóast tey ikki eru høg.« Nei, lagi› er einki, nú teir ófrívilliga noy›ast at ganga uppi á landi mitt um summari›. Jú, teir vanda ve›ur, sum skulu til havs. Men ikki Jóan Petur. Undir bjørgun- um fyri nor›an fer at vera stilli, væntar hann. Hann heldur ikki, at ta› fer at bila vestanfyri, um naka› væl av landnyr›ingi mestsum ger sandstorm heima í bygdini. Turt hevur veri› í longri tó, og sandur hevur tann eg- inleika, at tá hann er turrur, hevur hann ilt vi› at ver›a liggjandi í fri›i, um naka› av vindi er. Solei›is er eisini vi› fína sandinum heima á Sandi. Mestsum ta› einasta, bla›ma›urin fekk burtur úr at spáka ein túr fram vi› bakkanum, var at eygu, nøs og oyru fyltust vi› fínum sandi, sum feyk í vindinum. Fe›garnir smí›a›u Vit fara til báts, og Jóan Pet- ur st‡rir. Út um Bo›atanga og so beina kós eftir Salt- høvda. Beinanveg, vit eru komnir um Bo›an, minkar vindurin. Vit fara fram vi› landinum og síggja inn í kenda Sprutt- holi› frá sjósí›uni. Jú, ljós sæst væl ígjøgnum. Me›an vit sigla tvørtur um Grótvík, grei›ir Jóan Petur Clementsen frá, at Hvíthamar, vit eru vi›, er ein 30 fót langur bátur, sum pápi hansara smí›a›i fyri umlei› 20 árum sí›an. Sjálvur er Jóan Petur báta- smi›ur, og hann var tá, sum ungur drongur, uppi í og hjálpti pápanum vi› bátin- um. Hetta vi› at smí›a bátar er helst naka›, sum liggur í, tí eldri ættarli› hava gjørt ta› sama, skilst. Hesin seksæringurin er útgjørdur til at sigla vi› fer›afólki. Hann líkur tey krøv, sett ver›a. Hann hevur loyvi at sigla vi› 12 fólkum í senn, grei›ir Jóan Petur frá, og bjargingarútger› er sjálvandi umbor› til øll. Umframt er báturin »isoler- a›ur«, ella hvussu vit nú skulu siga. Hann hevur fing- i› líkasum dupult bor› og er so fyltur vi› skúmi millum skins og holds. Fyri at kunna flóta, um okkurt skuldi veri› áfatt. Maskinan er ein 80 hesta Ford, sum er seks ára gom- ul. Radari, ekkolodd og GPS eru umbor›. Og so ein bukka eisini. »Men hana brúka tey sjálvdan«, flennir Jóan Petur. Gó›ar søgur Ta› er undirhaldandi at sigla vi› sandingunum her nor›ur vi› oynni. So hvørt vit koma nor›ureftir, vita teir onkra »gó›a« um hendingar, sum farnar eru fram her, vit Fuglamál luktur og skemtisøgur Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo Skræpulukturin lá so trá›ur ni›ur úr lomvigarókunum Í Lokloysi koma framvi›. Sjálvandi eru eisini minni stuttligar hendingar, har menn eru omandotnir, ella skip eru farin á land, og ta› ver›ur eisini tiki› vi› í frásagn- irnar. Fyri Kyndilmessugjógv sigur Harald frá um ta fer›- ina, romtunnan hjá presti kom aftur her fyri gjónni. Teir høvdu veri› í Havn og keypt, og millum anna› var brennivín vi›. Á veg heim aftur komur teir heldur illa fyri av ve›ri og hildu, at ta› var brennivíni› hjá presti, sum var í bátinum, sum hev›i skuldina. Teir gr‡ttu so tunnuna út. Men me›an teir lógu fyri gjónni og andøvdu, fleyt tunnan frammam fyri teimum. Tá skiftu teir meining og hildu, at ta› var nokk ætlanin, at hon skuldi vi› kortini. Hon var› tikin innaftur, og bæ›i menn og tunna komu til høldar. Navni› man vera komi› av, at á kyndilsmessu skínur sólin aftur á hana, halda sandingarnir. Søgan um húskallin hjá Tra›armonnum, sum av- dúka›ur var›, me›an hann var og fleyga›i í loyndum, er skriva› a›rasta›ni. Men tá tú situr her á báti og sært upp í bergi›, er ikki sørt, at tú heldur ta› vera reyp, at ma›ur skal vera farin klór- andi allan vegin su›ur gjøgnum bergi› og sloppin upp á slætt. Longur nor›uri fortelja teir um mann, sum farin var at síga eftir havhestaungum. Gó›ur bakkama›ur var og eitt sindur morgírigur eisini, hildu teir. So hann teggja›i bara upp á seg, har hann hekk í endanum, alt ta›, hann fekk hendur á. Men í erva vóru teir heldur fá- mentir, so tá dragast skuldi uppaftur, bar ikki til. Nú var byr›an ov tung. Teir vistu rá› kortini. Ikki langt ha›ani, teir vóru staddir, lógu ross í hagan- um. So teir fingu hendur á einum rossi og bundu á línuna. Men ólukka í skili›! Ø›i kom í rossi›, sum fór spolandi oman gjøgnum hagan. Oh Harrans ólukka. Sig- ma›urin kom vi› fullari fer› upp gjøgnum bergi› vi› øll- um fonginum. Fótafimur var hann, so hann rann upp- eftir. Men tá hann kom um upsina, vóru bara ma›urin og nakrir havhestaveingir eftir á endanum. So nógv hev›i fer›in veri› upp bergi›. »Tú átti at fortalt frá, tá tit bá›ir vóru uppi her«, sigur Jóan Petur vi› Harald. Jú, Harald gongur vi› til at fortelja. Teir høvdu veri› tveir mans uppi í berginum og vóru á veg aftur í bátin. Eitt sindur høgt var at loypa, og hann var tann fyrri ma›urin, sum leyp. Ta› gekk væl, men tá tann seinni skuldi loypa, var báturin farin frá, og hann fór í havi› og líka á botn. Ta› var ikki vi› m‡kind- um, hann kom uppaftur. Har lá hann vi› høvdinum und- an og lova›i at drepa. Hann var í ø›ini og leg›i teir undir at hava gjørt ta› vi› vilja. Kópurin undir oynni liggur Undir Djúpabergi var væl av kópi at síggja fram vi› landi. Onkuntí› stó›u einir tíggju grúkar undan sam- stundis. Og á eini fles lógu teir og hugna›u sær. Ta› var hugtakandi og stuttligt at síggja, at ikki bara fuglur er fram vi› landinum. Men fuglurin var har. Larmurin av ritu og karrandi lomviga kappa›ist um sansirnar vi› deymin av fuglaskræpu, sum stó› so trá›ur ni›ur úr drangunum, vit sigldu tætt inni undir. Í erva fleyg lundin. Og hann er nógvur í ár, láta teir at. At okkurt skip er fari› at selja íslendskan lunda, halda teir ongan vanda vera. Tann føroyski er bíligari og man fara at ver›a seldur kortini. Hinvegin hildu teir ikki, at havhesturin tolir nakra ov- vei›u longur. Hann er í minking, halda sandingar- nir. Men nógv er til kortini. Og skúgvurin fær ein bita solei›is av og á, so hvørt, sum ta› dettur ein pisa á sjógvin, ella hann kann taka sær eina sjálvur. Hóast ta› er heldur sjáld- samt, upplivdu vit á túrinum hendan dagin at síggja skúgvin ver›a jaga›an. Ta › var ein bakur, sum leg›i eftir honum, og skúgvurin, sum annars plagar at vera tann, sum eltir, helt undan. Komnir nor› á Lokloysi, leg›i Jóan Petur inn á vík- ina. Her er gomul ney›havn hjá bátum, sum noyddust at seta upp fyri ve›ur. Stein- deytt var innan fyri hendan dagin, og vit fóru á land. At teir hava n‡tt plássi› sum lending, sæst t‡›iliga enn. Farvegurin av einum spæli at taka bátarnar upp vi›, sæst væl. Vt gingu su›ur eftir hell- uni. Sóu onkra lundapisu, sum var farin heldur tí›liga úr holuni. Nakrar dey›ar lundar og onkra ritupisu, sum sundurskrødd lá á hell- uni. Teir sta›kendu menninir bó›u okkum halda okkum anna›hvørt heilt inni undir loftinum ella uttast á hell- uni, tí steinar kundu detta úr berginum. Har fer›ast bæ›i fuglur og sey›ur í erva. Og me›an vit gingu, kom ein lítil steinur sendandi í hell- una ikki langt frá okkum. Men hann rakti ongan, og vit komu væl nøgd aftur í bátin. Fyri okkum, tá vit komu út aftur, stó›u tveir kópar. Annar kava›i og var so óheppin at koma upp aftur beint fyri stevninum á bátin- um, sum kom spakulig glí›- andi fram vi› helluni. Kóp- urin gjørdist rættiliga kløkk- ur, og ta› var ein øgiligur brestur, tá hann kava›i aftur. Hann er helst fl‡ddur langt, tí vit sóu hann ikki koma uppaftur. Fakta: Siglitúrur fram vi› Sand- oynni fyri vestan. Eisini ver›a túrar gjørdir undir Skúvoynna og Stóru Dímun. Siglt ver›ur vi› seks- æringinum Hvíthamri. Túrurin undir Sand- oynna tekur umlei› f‡ra tímar. Kostna›ur: kr. 150,- fyri hvønn Tilmelding: Jóan Petur Clementsen á Sandi. Tlf. 36 10 19 Fartlf. 28 61 19 Ella á Sandoyar Kunning- arstovu Tlf. 36 18 36 Fartlf. 22 20 78 Jóan Petur Clementsen ger regluliga túrar vi› fer›afólki undir Sandoynni, Skúvoy og Dímun Kirkjan. Lítli tindurin á ytru rø›ini, halda sandingar, man vera presturin.Søga er um, at prestur spurdi mann, hví hann ongantí› var í kirkju. Hann seg›i presti, at hann átti sína egnu kirkju, sum hann fegin vildi vísa presti. Tá prestur sá hesa kirkjuna, skuldi hann siga, at hann skilti væl mannin Hesir hugna›u sær á eini fles undir Djúpabergi