mánadagur 25. november 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. november · Nr. 136
TÍÐINDI
Altjóða dagur at basa
harðskapi ímóti kvinnur
– Tíverri framvegis viðkomandi
Kristianna Winther Poulsen
25. november er altjóða dagur
hjá ST, har fokus er á at basa
harðskapi móti kvinnum. Her
hjá okkum varð dagurin mark
eraður fríggjadagin við tiltaki
í Perluni í Havn, har Kathrina
Lindenskov Holm, sálarfrøð
ingur, og íslendska Ragna
Bjorg Guðbrandsdóttir, høvdu
framløgur.
SKELKANDI STØÐA
Kathrina Lindenskov Holm
fortaldi um skelkandi støðuna
hjá kvinnum, hvørs makar hava
verið harðligir og bukað tær.
Tær kunnu meira enn so upp
liva at missa foreldramyndug
leikan til harðliga makan, og
tær fáa ikki nóg góða ráðgev
ing.
Um ein kvinna hevur fingið
bank frá makanum, kanska í
fleiri ár, og so endiliga megnar
at fara, skal hon hava alla ta
hjálp, henni tørvar. Hetta kann
vera sálarlig hjálp, hjálp til at
melda makan til løgregluna
fyri harðskap, hjálp at finna
ein bústað, hjálp til at koma
fyri seg og annars at skapa
eina tilveru uttan harðskap
fyri seg sjálva og síni børn.
Men tíverri er hetta ikki støð
an í Føroyum í dag, so hetta
mugu og skulu vit gera nógv
betri.
Og vit skulu minnast til at
møta kvinnuni uttan fordómar
og uttan dømandi spurningar
um, hví í allari víðu verð hon
hevur funnið seg í at liva við
harðskapi og í at verða sligin.
Hetta er eitt mistak, sum vit
ofta gera, og tá koma vit ongan
veg, um vit ynskja at bróta ta
óndu ringrásina, sum bukaða
kvinnan er í.
NÓGV AT LÆRA
ÚR ÍSLANDI
Ragna Bjørg Guðbrandsdóttir
er leiðari á Bjarkarhlíð, sum er
móttøka fyri fólk, ið eru fyri
harðskapi. Hendan loysnin er
betri enn okkara, tí her fær ein
bukað
kvinna
atgongd
til
neyðuga ráðgeving á einum og
sama stað. Ein løgreglukvinna
er eisini í føstum starvi á
Bjarkarhlíð, og hetta fær allar
helst kvinnurnar og harvið eis
ini børnini at kenna seg trygg
ari. Hendan loysnin er áhugaverd,
og vit eiga at seta eittt slíkt
tilboð á stovn í Føroyum.
BETRI UMSTØÐUR
NEYÐUGAR
Tað eru nú 9 ár síðani, at Am
nesty International saman við
øðrum felagsskapum fekk pol
itisku skipanina at lova at taka
spurningin um harðskap móti
kvinnum í størri álvara. Ein
heildarætlan at basa harð
skapinum varð løgd fram 8.
mars 2011, og vit arbeiða fram
vegis eftir hesi heildarætlan.
Hetta arbeiðið skal raðfest
ast høgt, umframt at Kvinnu
húsið
og
Kreppumiðstøðin
skulu hava betri sømdir, tí
húsini eru í alt ov ringum
standi. Sum onkur helt fyri á
fundinum, eiga vit at finna
eini flott og góð hús, tí eingin
loysn er ov góð til kvinnur og
børn, sum eru rýmd heiman
undan harðskapi.
Harumframt eiga vit at seta
eina skipan í verk við móttøku,
sum er meinlík teirri íslendsku,
umframt at sálarligur harð
skapur skal kriminaliserast.
Sálarligur harðskapur er ikki
minni vandamikil enn likam
ligur harðskapur, og hetta eiga
vit at taka í nógv størri álvara,
enn vit higartil hava gjørt.
Eg vil takka Amnesty Inter
national, Kvinnuhúsinum, Sig
frá verkætlanini í Almanna
málaráðnum og Kvinnufelagn
um í Havn fyri at hava skipað
fyri hesum sera upplýsandi og
tankavekjandi tiltaki, sum tí
verri framvegis er alt ov við
komandi.
Havi ikki havt dupultleiklut
Annfinn V. Hansen,
advokatur
Í sambandi við, at Kringvarp
Føroya í nógvum sendingum,
bæði í útvarpi og sjónvarpi,
hevur umrøtt søluna av Asfalt
verkinum á Sundi, er mín leik
lutur í málinum viðgjørdur
fleiri ferðir.
Eg verði lagdur undir at
hava havt ein dupultleiklut í
samband við søluna, sum eftir
tí almenni tíðindastovnurin
førir fram, er brot á reglurnar,
sum galda fyri advokatar.
Hetta er skeivt.
Í samband við handilin av
Asfaltverkinum, havi eg um
boða
seljaran,
meðan
Óla
Jákup Kristoffersen, advokat
ur, umboðaði Landsverk.
Longri er tann søgan ikki.
Men tað merkir ikki, at eg
ikki havi gjørt arbeiðir fyri
Landsverk í øðrum sambandi.
Eg havi veitt ráðgeving í
starvsfólkamálum og eg havi
gjørt eitt notat um langtíðar
leigu fyri Landsverk. Hetta
gjørdi eg 15. november 2016,
meðan sølusáttmálin viðvíkj
andi Asfaltverkinum var und
irskrivaður 6. oktober - eisini í
2016.
So ja, eg havi gjørt arbeiðir
fyri Landsverk, men ikki sam
stundis sum eg umboðaði mót
partin og ikki í viðurskiftum
millum seljara og keypara í
samband við Asfaltverkið.
Tað er ikki brot á nakrar
reglur fyri advokatar.
Hetta fyri at tað faktuella í
málinum aftur kann beinast
inn á rætta kós.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á