mánadagur 25. november 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. november · Nr. 136
TÍÐINDI
If You tolerate this Your
children will be next
Týsdagin fer Vinnunevndin at hava sín fyrsta fund um viðgerðina
av lógini um sjótilfeingið, og vit eru nú stødd langt inni í fyrra
hálvleiki í einum av týdningarmiklastu dystunum í fólkaræðissøgu
Føroya nakrantíð – dysturin um okkara ríkidømi í havinum.
Høgni í Stórustovu
Ein “gamechanger” í unga før
oyska fólkaræðinum. Ein dyst
ur móti einum harðrendum
valdi, sum roynir at vera so
ósjónligt, sum til ber. Eitt vald,
sum longu er forfordeilt, sum
stýrir við harðari og gramm
ligari hond við sterkum pen
ingaligum áhugamálum í rygg
inum, gjøgnum fíntmaskaði
netverk og borið fram og stýrt
av summum øgiliga tilvitaðum
og øðrum ótilvitaðum hjálpar
fólkum. Summi eru fólkavald
á Løgtingi og í bý- og bygda
ráðum, onnur eru bæði lønt og
ólønt og eru at finna í meiri og
minni formellum netverkum
og portalum, mynstraði undir
einum felags máli um bein
leiðis sum óbeinleiðis at royna
at ávirka úrslitið av dystinum
um, hvør eigur rættin til virð
ini í sjónum.
Tað, sum spælt verður um,
er “Ogn Føroya fólks” og veru
ligi liðformaður á liðnum hjá
samgonguni er Fólkaflokkur
in. Hann, sum spælir fyri í
veruleikanum endaliga at av
reiða ogn Føroya fólks til eitt
fámannaveldi. Ítøkiliga prógvið
um at so er, sæst aftur í sam
gonguskjalinum og í uppskot
inum til nýggja lóg. Ein nýggj
lóg, sum varð skrivað upp á 24
dagar!
Sigast skal tó, at í byrjanini
av dystinum, sær tað tó ikki út
til at allir leikararnir í fólka-,
sambands- ella miðflokkinum
enn eru heilt tryggir í trongu
fólkaflokkstroyggjuni,
sum
tey eru latin í til dystin.
Men tað kemur at vísa seg
longur fram í dystin, vit koma.
Tey, sum spæla á liðnum,
sum skal tryggja, at ogn Før
oya fólks framhaldandi verður
verandi ogn Føroya fólks, eru
Tjóðveldisflokkurin,
Javnað
arflokkurin og Framsókn við
javnbjóðis
liðformansskapi;
men tey leika nú á útivølli sum
andstøða. Tey ynskja m.a. eis
ini at spæla um at tryggja,
gjøgnum lóggávu, at øll í Før
oyum fáa ágóða av árliga virð
inum av somu ogn. Enn vita
vit ikki annað, enn at troyggj
urnar passa.
Tað er sagt av øllum - og
enntá endurtikið av Fólka
flokkinum, aftaná at málið var
fyri á landsstýrisfundi, tí summi
í sambandsflokkinum av røtt
um fingu ófrættakenslu, at
sjálvandi
er
fiskiríkidømið
Ogn Føroya fólks.
Veruliga virðið av ognini er
torført at fáa staðfest, m.a. tí
tey, sum nú standa til at vinna
dystin saman við Fólkaflokk
inum, berjast við hond og fót
fyri at fjala virðið.
Er tað so einfalt, sum tað
verður gjørt til, at av tí tað
stendur í lógini, og tí løgtings
fólk siga tað, er fiskiríkdømið
Ogn Føroya fólks?
Veruleikin er í hvussu er
ikki so einfaldur. Tað hava vit
sæð, tí m.a advokatar hava
kjakast um spurningin í al
menna rúminum. Eitt sjónar
mið er, at rullandi loyvir í 12 ár,
sum er tað, sum samgonguliðið
ynskir at spælt verður um, í
veruleikanum
eru
varandi
loyvir – ein reel
privatisering av milliarda
virðum til loyvishavarar, sum
eisini skulu kunnu seljast og
spekulerast við – enntá við út
lendskum kapitali í rygginum.
Eitt rættarmál, sum setir
ognarviðurskiftini upp á spíss
in, varð útsett til aftan á dyst
in, t.v.s. til aftaná, at lógin er
endaliga samtykt. Tað málið
varð umrøtt í Breddanum í ÚF
21. november, og eg vil viðmæla
øllum at lurta eftir hesi send
ing. Her verður málið umrøtt,
og advokaturin og løgtingslim
urin Christian Andreasen um
røður, hví hansara leiklutir í
málinum eru í lagi. Tað vil og
kann eg ikki lata standa
óátalað.
Útsetta rættarmálið er av
gerandi partur í dystinum,
sum vildi kunna avgjørt valdið
og viljan hjá Løgtinginum um
at rættarstøðan er, at fiska
tilfeingið er Ogn Føroya fólks.
Christian Andreasen, adv
okatur, og nú eisini løgtings
limur, greiddi í sendingini frá
grundarlagnum fyri stevning
ini hjá klienti sínum móti Før
oya Landsstýri. M.a. er Føroya
Landstýri stevnt at skulla
viðurkenna, at heimild ikki var
fyri, hjá einum samlaðum Løg
tingi, at uppsiga øll fiski- og
veiðirættindi í 2007 at fara úr
gildi 1. Januar 2018. Ein stevn
ing, sum tilber at siga eisini
óbeinleiðis rakar Løgtingið,
har advokaturin eisini er løg
tingslimur.
Advokaturin Christian Andrea
sen hevur mett og ráðført
klientar sínar um, at so stórt
spurnartekin kann setast við
avgerðina hjá Føroya Løgtingi
um at uppsiga fiski- og veiði
rættindi við lóg í 2007, at
grundarlag er fyri at stevna.
Við støði í hesi staðfesting
ber av røttum til m.a. at seta
hendan spurning:
Um veiðirættindi, sum eru
Ogn Føroya fólks, og sum vóru
latin
sum
tíðaravmarkaði
brúksrættindi, ikki kundu tak
ast aftur ella ganga út 1. Januar
2018, sum eitt samt Løgting
staðfesti í lóg, hvussu sterk
verður so rættarstøðan hjá
føroyingum til Ogn Føroya
fólks við 12 ára rullandi loyv
um?
Tað áhugaverda í hesum
máli eru ymsu leiklutirnir,
sum advokaturin og løgtings
limurin Christian Andreaen
spælir.
Advokaturin
Chrisitian
Andreasen útsetir, vegna sín
klient, rættarmálið móti Fiski
málaráðnum
–
landsstýris
manninum Jacob Vestergaard,
og eg gangi út frá, at báðir
partar eru samdir um tað. T.v.s.
at semja er millum hesar part
ar - liðformenn um fyribils at
útseta hendan partin í dyst
inum.
Vit hoyrdu í sendingini, at
grundgevingin fyri útsetingini
m.a. var, at lógaruppskotið um
sjótilfeingið, sum nú spælt
verður um í Løgtinginum,
kanska fer at gera órættin góð
an aftur, og tí verður møguliga
eingin dystur. Sorry fyri ónáðir
reiðarí.
Tað skal tó undra meg al
mikið, um ikki løgtingslimurin
og fólkaflokksmaðurin Christ
ian Andreasen eigur onkran
leiklut í smíðingini av verandi
lógaruppskoti um sjótilfeingið.
Tað vildi verið skítbýtt annað
av Fólkaflokkinum ikki at
gagnnýtt førleikar og royndir
hjá advokatinum Christiani
Andreasen at smíða lógargein
arnar, sum tryggja at fiski
vinnupolitikkurin hjá Fólka
flokkinum verður veruleiki,
ella hvat?
Hvør eigur røddina hjá løg
tingsmanninum
Christiani
Andreasen, tá ið lógarupp
skotið um sjótilfeingið verður
umrøtt politiskt er ein annar
áhugaverdur spurningur?
Røddin er í hvussu so er fyri
ein part keypt og goldin fyri av
klientinum, sum er ráðførdur
um at stevna, at afturtøkan av
fiski- og veiðirættindum í 2007
pr. 1. januar 2018 er óheimilað.
Men vit hava eisini hoyrt frá
løgtingsliminum
Christiani
Andreasen, at fiskiríkidømið í
havinum er Ogn Føroya fólks?
Áðrenn dysturin – rættar
málið - varð útsettur, leiktu
Høgni Hoydal, Poul Mikkelsen
og Aksel Johannesen á liðnum
fyri at tryggja, at fiskiríki
dømið er - og framhaldandi
verður Ogn Føroya fólks. Adv
okaturin Christian Andreasen
varð keyptur sum stjørnu
álopsleikari av einum reiðaríi
fyri at finta, dribla, bróta
gjøgnum
verjuna
og
lata
summar skora– og harvið stað
festa, at ognin er reiðarans.
Útsetingin
av
dystinum
svarar í veruleikanum til, at
vit upplivdu hesa støðu undir
einum týdningarmiklum og
avgerandi fótbóltslandsdysti.
Brádliga verður málmaðurin,
mitt undir dystinum útskiftur
eftir boðum frá landsliðsvenj
aranum, og leikt verður víðari
við ongum málmanni. Hetta
fyri at tryggja at Føroyar tapa.
Hoyr útverpsmenninar fyri
tykkum : “Oy oy oy Hvat hend
ir her..vit spæla sjálvboðið við
ongum málmanni...hvat í allari
víðu verð gongur fyri seg?” Og
hvat vildu vit áskoðarar sagt
og gjørt?
Soleiðis síggi eg støðuna
beint nú í dystinum um Ogn
Føroya fólks.
Hóast útsetingina av hesum
parti av dystinum, verður høv
uðsdysturin enn leiktur knall
hart og við fullari ferð, tí
Fólkaflokkurin vil ikki hava
nakra útseting av upprunaliga
endamálinum við dystinum.
Nevniliga at vinna fyri teir fáu
ráðandi. Úrslitið skal fyriliggja
í desember. Týsdagin er fund
ur í Rættarnevndini.
Skuldi tað hent, at dysturin
um Ogn Føroya fólks endar
við, at verandi lógaruppskot
kemur í gildi, mugu vit taka
samrøðuna upp við okkara
børn og barnabørn um, hví vit
sviku, tá ið fólkaræðið og fíggj
arliga grundarlagið undir væl
ferðarsamfelagnum varð hótt
og latið teim fáu. Og hvat tað
frameftir fer at innibera at liva
- og yvirliva undir valdinum í
einum fámannaveldi.
Løgtingsvalið er av, fólkið
hevur valt sínar politikarar, og
samgonga er skipað. Men eg
ivist stórliga í, at valúrslitið
kann lesast soleiðis, at siðilig
fólkafloks-, sambands- og mið
flokkafólk við valinum sam
stundis hava avsagt sær og
sínum eftirkomarum rættin til
beinleiðis ágóðan av Ogn Før
oya fólks.
Vit eru beint nú øll áskoð
arar til dystin í løgtinginum,
har 33 løgtingslimir, bundnir
av egnari sannføring, koma at
avgera framtíðina um býtið av
fiskiríkdøminum, sum enn í
veruleikanum og sambært lóg
er Ogn Føroya fólks.
Mín inniliga áheitan er, at
tit koma inn í dystin, reisið
tykkum, setið tykkum inn í
týdningin av dystinum, gerið
tykkara ávirkan galdandi mót
vegis politikarunum og stríðist
av øllum alvi fyri at vísa at vit
– fólkið í Føroyum eiga rættin
til tilfeingið í sjónum.
Tí - If you tolerate this your
children will be next.
Sosial