Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Føroyska landsliðið hjá kvinn­ um hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í Íslandi, har tað eisini var høvið at spæla tveir landsdystir ímóti íslendska landsliðnum, sum til høvið stillaði upp við sterkasta liðnum hjá sær. Hetta í mun til tá ið føroysku kvinnurnar vóru í Íslandi um sama mundið í fjør og spældi ímóti einum íslendskum landsliðið, ið var at kalla eitt B-landslið. Føroysku kvinnurnar kapp­ ast aftur í ár í sjálvari undan­ kappingini til eitt endaspæl. Í tí sum verður rópt ”fasa 2”. Altso saman við øllum stórtjóðunum, sum vilja spæla seg til EM 2020. Góð avrik seinast Seinast at føroyska landsliðið var savnað, var í september, tá ið føroysku kvinnurnar fingu ovurstóra mótstøðu ímóti Póllandi og Rumenia – tvær av heimsins fremstu tjóð­um í kvinnuhondbólti – og serliga á heimavølli ímóti Rumenia kundu føroysku gent­urnar ernast um sítt avrik, eins og tær fingu stórt rós í Ítrottarsosialinum tá. Rumenia vann tann dystin 25-20. Aftur nógvar broytingar Tá var føroyska liðið nógv broytt eftir at fleiri leikarar ikki spældu vegna barnsburð, og hesaferð var søgan nakað tann sama. Seks broytingar vóru á liðnum í mun til tað fyri tveim­um mánaðum síðani. Onkrar broytingar mugu sjálv­andi altíð væntast, men ser­liga tveir berandi leikarar vóru saknaðir. Durita Christophersen Jojic hevur borið stóran leiklut á før­oyska landsliðnum seinastu árini, har hon hevur tykist sum einasti veruligi høgru bakkur – eins og hon hevur borið ovur­ stóran leiklut í miðverjuni hjá Føroyum. Hon hevði biðið um frí vegna persónligar umstøður hesa­ferð, og Føroyar spældu báðar dystirnar uttan nakran láman leikara á høgra bakki. Harafturat hevur ein annar av allarstørstu profilunum í før­ oyskum hondbólti seinastu árini, Turið Arge Samuelsen, spælt sín seinasta dyst hetta kapp­ingar­ árið. Føroyski vong­urin er við barn, og føroyska lands­liðið skal læra seg at spæla uttan hana hesar seinastu fýra dystirnir í undankappingini, har Føroyar skulu spæla ímóti Ukraina, Rumenia og Póllandi í vár. Tær íslendsku vóru betri Føroyar fingu eisini heldur trupult ímóti íslendsku gent­ un­um, sum eisini høvdu fing­ ið eitt heilt heiðurligt úrslit á heimavølli ímóti fronsku Evropa­meistarunum í sep­tem­ ber. Tá taptu íslend­ingar 17-23. Og á heimavølli ímóti Før­oy­ um, vóru tær íslendsku eisini ov sterkar. Serliga í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum, var styrkis­ mun­urin eyðsæddur. Ein sat ikki við kensluni av, at tær íslendsku vóru so nógv betri leikarar, men tær revsaðu eirinda­leyst hvørt føroyskt mis­tak, so at hálvleiksstøðan gjørd­ist 17-9 til Íslands. Í seinna hálv­leiki eydnaðist væl frægari hjá teimum føroysku, sum end­ aðu við at tapa dystin 28-20. Enn ein góður hálvleikur Í seinna dystinum var før­oyska liðið sera darvað av, at undan­ gongukvinnan í álopi­num, Súna Krossteig Hansen, ikki fekk spælt vegna skaða. Kortini spældu tær føroysku enn ein góðan fyrra hálvleik, og vóru nakað óhepnar at vera aftanfyri við 13-11 í hálv­leikinum. Seinasti hálvleikurin hetta vikuskiftið munnu tær før­ oysku genturnar helst gera best í at gloyma. Tá kláraðu tær ikki longur at fylgja teimum islendsku, sum skutu 21 mál afturat og vunnu dystin 34-19. Úrslitaliga ikki tær bestu fyrireikingarnar til undan­ kappingardystirnar í vár, men før­oysku genturnar fingu aftur sera góðan lærupening, hóast hann var heldur dýrur hesa­ferð. Hondbóltur: Føroyska landsliðið hjá kvinnum spældi um vikuskiftið tveir dystir ímóti Íslandi. Úrslitið var tvey greið tap, men tær føroysku kunnu fegnast um ein góðan hálvleik í hvørjum dysti ÁGÚST FØRDI ÍSLAND TIL ENDASPÆL At tær føroysku tapa greitt ímóti Íslandi er ikki so óvæntað um vit hyggja eftir úrslitunum sein­astu árini. Ísland er tiltikið fyri at fáa góð úrslit á heimavølli, og í seinasti heimadysturin ímót fronsku Evropa­ meistar­unum, sýndu tær íslendsku eisini eitt fram­úr verjuavrik. Tær taptu gaman í dystin við 23-17, men tað eru tey fæstu, sum halda fronsku heimsstjørnunum so væl í hesum tíðum. Á útivølli er søgan ein heilt onnur hjá teim­ um íslendsku. Seinast taptu tær heili 29-8 ímóti Kroatia. Munurin millum styrkina heima og úti sást eisini í fjør, tá ið Ísland og Spania skuldu dystast um at sleppa til HM-endaspælið. Tá taptu tær íslendsku við níggju málum á útivølli, men vunnu 32-31 á heima­vølli. Tað eydnaðist ikki at spæla seg til enda­ spælið, men seinasta ára tíggju eru íslendsku kvinnurnar komnar á hond­bóltsheimskortið, tá ið tær trý ár á rað spældu seg til endaspøl. Við HM í 2011 gjørdist Ís­land nummar 12 og við EM í 2012 endaðu tær íslendsku sum nummar 15. LANDSLIÐIÐ LANDSLIÐIÐ LEGGUR LEGGUR DENT Á MENNINGINA DENT Á MENNINGINA