Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Føroyska liðið ímóti Íslandi Annika Fríðheim Petersen, H71 Fríða Petersen, VÍF Rakul Wardum, Skanderborg Pernille Brandenborg, Vendsyssel Durita Toftum Joensen, H71 Karin Skylv Midjord, Kyndil Tóra Eliasen, Stjørnan Ró Tova Nielsen, VÍF Anna Brimnes, Ajax Lív S. Poulsen, Herning-Ikast Håndbold Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken Marita Mortensen, H71 Marianna Geirsdóttir Eystberg, Ajax Súna Krossteig Hansen, Kyndil Maria Halsdóttir Weyhe, H71 Fríða á Dunga, Neistin Ítrottarsosialurin fær orðið á venjaran hjá føroyska lands­liðnum, Ágúst Jóhans­ son, eftir seinna dystin sunnu­dagin. - Í dag var eg sera væl nøgd­ur við fyrra hálvleik. Vit spæla heilt væl, og eru óhepn­ar at vera aftanfyri við tveimum í hálvleikinum. - Vit verja sera væl og í álopinum gekk tað eisini fínt. Tað vóru nógvar sum bjóð­aðu seg til og tær spældu í roynd og veru fantastiskt, sigur landsliðsvenjarin, ið ikki kundi vera eins nøgdur við seinna hálvleik. Luftin fór av ballónini - Serliga seinasta korterið vóru leikararnir pøstar. Tað var sum ein ballón, har luft­ in var farin úr. Vit høvdu ikki nógvar leikarar eftir, Súna var skadd, so tað var sera strævið, sigur venjarin, og leggur dent á tað jaliga. Nógv at fegnast um - Men vit spæla tveir framúr hálvleikir hetta vikuskiftið, minnir venjarin á. Vit eru uttan nakrar av okkara størstu profilum og hava eitt sera ungt lið. Tað eru nógvir leikar­ar, sum fáa sera góðar royndir hetta vikuskiftið, og vit fáa meira breidd í bulin á lið­num, greiðir Ágúst Jóhans­son frá. Venjarin greiðir frá, at mót­støðan var eisini sera sterk. Ísland spælir við sín­ um besta liðið, sum er mann­ að við leikarum, sum spæla kring alt Evropa og í bestu íslendsku deildini. Samstundis gav hetta eisini høvið at síggja leikarar royna seg á landsliðnum, sum Ágúst Jóhansson, ikki hevur arbeitt við á lands­lið­ num áður. Fríða og Anna gjørdu comeback Millum annað vóru bæði Fríða Petersen og Anna Arm­garðsdóttir Brimnes aftur á landsliðnum eftir longri steðgir, og venjarin var sera nøgdur við tær. - Tær eru báðar sterkir per­sónar at fáa inn í hópin. Anna vísti seg sera væl fram í seinna dystinum, og tað gjørdi Fríða eisini í fyrra dysti­num. Tær fara heilt vist at hjálpa okkum at økja um breiddina, staðfestir venj­ arin. Fleiri dystir merkir størri framgongd Tað endaði so við tveimum greið­um ósigrum, men venjar­in leggur heldur dent á av­rikini og lærupeningin hetta vikuskiftið. Hann ásann­ar at leikararnir kanska eru eitt sindur vón­ brot­nar av úrslitinum, men leggur enn einaferð dent á tað jaliga: - Seinasta árið hava vit spælt níggju landsdystir um­framt tríggjar dystir ímóti feløgum, og tað er ser­ liga umráðandi og jaligt at leikararnir sleppa at spæla so nógvar dystir sum møgu­ ligt. Tað mugu vit halda fast við tey komandi árini, so eri eg vísur í at vit fáa eina góða framgongd, sigur Ágúst Jóhansson greiður á máli­ num. Vit spæla tveir frá­ líkar hálvleikir, men luftin fór av ballónini Í báðum førum æt íslendski venjarin Ágúst Jóhans­son – og hann sigur seg ætla sær at gera tað sama við føroyska landsliðnum. Ágúst: