Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór Føroyaska manslandsliðið í fótbólti tapir 3-0 ímóti Svøríki í síðsta dystinum í hesari EM- undankappingini. Eftir tvey ár á Skála skiftir málverjin, Karstin Hansen, heimaftur til barndómsfelagið. NSÍ. Føroysku U19- dreingirnir í fótbólti fáa 1-1-javnleik ímóti Finnlandi í EM- undankappingini. Lukasz Cieslewicz takkar fyri seg eftir níggju ár í B36 og skrivar undir tvey ára sáttmála við Víking. Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapir fyrra venjingardystin ímóti Íslandi 28-20. Fróði Reinert Petersen gerst nýggjur formaður í EB/Streymi. Toppskjúttin í SMS- deildini, Turið Arge Samuelsen, boðar frá at hon er við barn, og at hon ikki spælir aftur hetta kappingarárið. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Helgi Hildarson Hoydal Føddur: 23 Yrki: Hondbóltur Viking Stavanger Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. FK Cup 2. 3 3. 2011 4. Japan 5. Dánial Hansen 6. Niklas og Magnus 7. Argentina 8. Høgni Klein 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur stóra árliga flogbóltskappingin, sum hevur verið í Havn um vikuskiftið? 2 Hvussu nógvar periodur verða vanliga spældar í íshokki? 3 Hvat ár kom Lukasz Cieslewicz til føroyskan fótbólt og B36? 4 Um vikuskiftið byrjar HM í kvinnuhondbólti, hvat land er vertur fyri endaspælinum? 5 Hvussu eitur formaðurin í NSÍ? 6 Hvussu eita Landin-brøðurnir á danska hondbóltslandsliðnum til fornavn? 7 Úr hvørjum landi er tann nú frákoyrdi Tottenham- venjarin, Mauricio Pochettino? 8 Hvussu eitur Kyndilsvenjarin á myndini? Hey Helgi! Tit hava júst tapt fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, hvussu er lagið nú? Lagið er ikki gott í løtuni. Vit vistu at vit allarhelst fóru at tapa í kappingarárinum, so tað er ikki tað ringasta sum kundi henda. Vit hava sett okkum í eina støðu har vit kunnu tapa nøkur stig, og framvegis liggja á uppflytingarplássinum. Men tað er súrt at tapa ímóti nummar tvey í kappingini. Tú ert liðskipari hjá Viking, hvussu kom tað í lag? Eg havi fingið ábyrgd, og tað eri eg fegin um. Fyrrverandi liðskiparin er ein legenda í felagnum, og helt at tíðin var komin at lata armbandið víðari. Eg eri errin av at eg havi fingið tann leiklutin eftir eitt ár í Stavanger, sum í fjør var plágað av skaðum. Vit hava allir okkara serstøku leiklutir á liðnum, og venjarin helt at eg skuldi hava júst hendan. Tit liggja framvegis nummar eitt, og liggja væl til uppflyting - skulu vit vænta føroyingar í Rema1000-ligaini skjótt? Tað er tíðliga at siga enn. Vit stríðast sjálvandi fyri tí, men kappingarárið er ikki hálvrunnið enn, so tað er nakað tíðliga at spáa um tað. Vit hava sum nevnt sett okkum í eina góða støðu. Verður tú til reiðar til landsdystirnar í Luxemburg í januar? Ja eg eri til reiðar! Tað er altíð ein heiður at umboða tjóðina. Hvat verður málið í Luxemburg? Vit ætla okkum at vísa at føroyskur hondbóltur er á rættari leið. Vit høvdu eina undankapping við svingandi avrikum, so vit skulu vísa at vit eru við fyri at spæla, og ikki fyri at læra. Leicester røktar sínar fjepparar væl og keypir teimum javnan gávur. Leygardagin fingu allir Leicester-fjepparar, sum vóru komnir til dyst í Brighton, eina Leicester-húgvu Myndin hesa vikuna "Buh'ini vóru uppiborin. Hatta var eitt ræðuligt, ræðuligt avrik. Avrikið var ósamanhangandi, og eingin verja var í eygsjón." - Tony Adams um avrikið hjá Arsenal ímóti Southampton "Eg veit ikki. Eg havi ongantíð tapt eina Champions League-finalu." - José Mourinho, spurdur um CL-finalutapið man hava ávirkað Tottenham