mánadagur 25. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Nú hava níggju av teimum tíggju
feløgunum í Betri deildini hjá monnum
sett venjara til komandi kappingarár.
Higartil er er talan um fimm nýggjar
venjarar, og so er spurningurin hvat
sker í EB/Streymi. Felagið hevur
fingið nýggja nevnd, men har eru at
kalla ongir sáttmálar og Jákup Martin
Joensen hevur ikki longt sáttmálan
sum venjari.
Fyri eini viku síðani spældi føroyska
manslandsliðið í fótbólti sín seinasta
dyst á hesum sinni. Tað somuleiðis tann
seinasti hjá Lars Olsen sum venjari hjá
Føroyum. Eftir átta ár er hann nú farin
víðari til Esbjerg, sum spælir í bestu
deildini í Danmark.
Vit á ÍtróttarSosialinum hava
sjálvandi roynt at fáa at vita hvør
verður nýggjur venjari. Okkarar
keldur siga tað saman sum topparnir
í Fótbóltssambandinum. Tað er, at
tað eru nógvar umsóknir og at onkrar
eru sorteraðar frá, men at veruliga
útveljingin ikki bryjar fyrr enn nú.
Landsliðið skal ikki møtast aftur fyrr
enn í mars-mánaði, tá ein venjingarlega
er á skránni. Í løtuni er líkt til, at talan
verður um eina smálandakapping á
Malta, har Føroyar Lettland, Malta og
eitt land afturat koma at spæla tveir
dystir í part.
Tá er upplagt, at ein nýggjur føroyskur
landsliðsvenjari er við á ferðini. Ella
kanska er tað eitt krav, um landsliðið
skal kunna fyrireika seg optimalt
til Nations League, sum byrjar í
september 2020. Nýggjar broytingar
gera, at Føroyar koma at spæla móti 7-8
av teimum veikastu í Evropa.
Nú má málið so verða, at vit í minsta
lagi klára at fylgja við framgongdini hjá
teimum, sum eru rundan um okkum.
Tað hevur ikki sæð so gott út í eini tvey
ár, og tað skal gjarna broytast sum
skjótast.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Hallur Hansson breyt hondina í 1-0
sigrinum á Malta og hevur síðani
sitið uttanfyri. Millum annað gav
hann avboð til landsdystirnar móti
Norra og Svøríki. Um vikuskiftið
kom miðvallarin aftur á vøllin, men
tað gekk einki serligt hjá AC Hors
ens, sum spældi á útivølli móti AaB
norðuri í Aalborg.
Støðan var 0-0 í steðginum, men
tríggjar minuttir inn í seinna hálv
leik fekk Alexander Ludwig hjá AC
Horsens seinna gula kortið, og so
máttu teir gulu stríðast 10 móti 11,
og tað fekk heimaliðið gagnnýtt, og
AaB vann sannførandi 4-0.
Hallur Hansson kom á vøllin
tá 75 minuttir vóru farnir. Tá var
støðan 2-0 til AaB. Komandi sunnu
dag tekur AC Horsens móti OB á
CASA leikvøllinum í Horsens.
Jóan Símun og Bielefeld
fingu stig í dag
Tað er stórur spenningur í 2.
Bundesliguni í Týsklandi, nú Ar
minia Bielefeld og Hamburger SV
kappast um fyrstaplássið
Jóan Símun Edmundsson og
liðfelagarnir úr Arminia Bielefeld
fingu stig um vikuskiftið, tá teir
tóku ímóti SV Sandhausen á
heimavølli. Har komu tvey mál í
dystinum, og støðan bleiv 1-1.
Jonathan Clauss legði Arminia
Bielefeld á odda aftaná 19 minuttir,
men 12 minuttir seinni javnaði
Kevin Behrens fyri SV Sandhausen,
og fleiri mál komu ikki í dystinum.
Føroyski landsliðsspælarin byrj
aði á bonkinum og bleiv skiftur inn
aftaná 66 minuttir, so hann fekk
lítlan hálvan tíma á vøllinum.
Dysturin
var
spennandi,
tí
Arminia Bielefeld hevur higartil
verið fremst á stigatalvuni. Við
einum sigri kundu teir varðveita
fyrstaplássið í 2. Bundesliguni.
Men hetta eina stigið var ikki
nokk til at halda fast í oddasessi
num. Tí Hamburger SV, sum higar
til hevur ligið beint í hølunum á
Bielefeld, spældi samstundis, og
teir vunnu sín dyst móti Dynamo
Dresden.
Tað sá annars positivt út fyri
Bielefeld at byrja við, tí Dynamo
Dresden legði seg á odda tíðliga í
dystinum, inntil Hamburger SV
javnaði eftir 67 minuttir. Tað var
spenningur í til síðsta brýksl, tí
um Hamburger SV bert fekk ein
javnleik, so hevði Arminia Biele
feld enn havt tvey stig fleiri enn
Hamburger SV. Men soleiðis bleiv
ikki. Langt inni í yvirtíðini legði
Hamburger SV seg fram um, tá
David Kinsombi stútaði bóltin í
netið til 2-1, sum eisini bleiv enda
liga úrslitið.
Við hesum hava bæði Ham
burger SV og Arminia Bielefeld
29 stig og eru á einum deildum
fyrstaplássi. Men málúrtøkan hjá
Hamburger SV er betri, og tí kunnu
teir nú rokna seg sum nýtt oddalið
í 2. Bundesliguni.
Á triðja og fjórða plássi liggja
Erzegebirge Aue og Stuttgart, sum
bæði hava 23 stig.
HALLUR HANSSON
AFTUR Á VØLLINUM
Nú manglar
bara lands
liðsvenjarin
AaB – AC Horsens 4-0 (0-0)
1-0 Frederik Børsting (55.)
2-0 Patrick Olsen (61.)
3-0 Tom van Weert (87.)
4-0 Oliver Abildgaard (90.)
DSC Arminia Bielefeld – SV
Sandhausen 1-1 (1-1)
1-0 Jonathan Clauss, 19
1-1 Kevin Behrens, 31
Føroyski landsliðsmiðvallarin hevur sitið uttanfyri, síðani Føroyar
vunnu 1-0 á Malta í oktober. Nú er hann á vøllinum aftur
Fótbólts-útisetar: