Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Steinar Patursson Ein ungur maður varð í dag dømdur 1 ár og trý ára fongulsrevsing fyri neyðtøkuroynd, eina røð av herverki og rús­drekka­ koyring. Tað var ein langur dag­ ur í rættinum, tí í ákæru­ ritinum stóð fimm ymisk mál, ið strektu seg frá 2017 til í ár. Maðurin var í fyrsta máli ákærdur fyri at hava koyrt ávirkaður av rús­ drekka í januar mán­aði í 2017, har hann koyrdi ein bil út av Oyggjarvegnum. Maðurin játtaði seg sekan og segði, at hann var farin upp at skeldast við nakrar vinmenn í býnum, og tí hevði hann í øðini sett seg í bilin og hevði koyrt hann útav á Oyggjarvegnum. Maðurin hevði sjálvur ringt eftir løgregluni. Í seinna málinum varð maðurin ákærdur fyri at hava framt herverk á fleiri bilar, ið stóðu parkeraðir lið um lið niðri í býnum í Havn. Fleiri rútar á bilunum vóru knústir, umframt at bilarnir høvdu mist síðuspegl. Maðurin segði í rættinum, at hann mint­ ist ikki til tilburðin, og hann kundi tí ikki játta seg sekan í málinum. Ein løgreglumaður greid­ di í rættinum frá, at tá teir høvdu fingið frá­ boð­an um herverkið, komu teir á staðið og funnu mannin sovandi í einum gummibáti skamt harfrá. Blóðroyndir frá herverkinum váttaðu, at talan var ivaleyst um unga mannin, umframt at fóta­spor á einum av bilunum vóru lík teimum skónum, ið maðurin var í. Hann varð í triðja máli ákærdur fyri at hava framt herverk á ein vøruvogn í Kvívík. Í ákæru­ritinum stóð, at maður­in hevði tikið seg inn í bilin, har hann hevði pissað í førarahúsinum og brotið stýripinnarnar til blinkljós og viskararnar. Eins og við ørðum máli segði maðurin, at hann mintist ikki til tilburðin, og hann kundi tí ikki játta seg sekan. Í fjórða málinum varð mað­urin ákærdur fyri at hava brotið hondtakið í einum løgreglubili. Tilburðurin í fjórða máli­num hendi sama morgun sum tilburðurin í triðja málinum, ti løg­ reglan var komin til Kví­ víkar at handtaka mann­ in, og tað var á veg aftur til Havnar, at maðurin var vorðin so óður, at hann hevði skrykt so fast í hondtakið í løg­reglu­ bilinum, at tað brotnaði. Øll fýra tey fyrstu málini fóru fram í 2017. Í fimta máli var mað­ urin ákærdur fyri at hava roynt at neyðtikið eina gentu fyrr í ár. Maðurin var farin inn til gentuna, sum hann kendi, tí at unnu­stan hevði tveitt hann út, og hann visti ikki, hvar hann skuldi fara. Maðurin játtaði, at hann var farin inn til gentu­na, og tá gentan sein­ni kom heim, hevði hann hildið henni í armi­ num, meðan hann lat hana úr trussunum og royndi at sleppa upp í hana. Maðurin greiddi frá, at gentan stríddist ímóti, og at tey fóru at beist­ast. Endin varð, at tey dottu á gólv, og eftir hetta gavst maðurin við royndini og legði seg at sova. Maðurin játtaði seg sekan í málinum, tó við nøkrum frávikum frá tí, ið stóð í ákæruritinum. Ákærin kravdi, at mað­ ur­in fekk eitt ár og sjey mán­aðar fongulsrevsing, 6.000 krónur í bót, skuldi gjalda 48.220 krónur í endurgjaldi umframt at hann skuldi missa førara­rættin í trý ár. Fyri neyðtøkuroyndina kravdi ákærin eitt ár og seks mán­aðir, meðan seinasti mán­aðurin skuldi vera fyri hini lógarbrotini. Ákær­in vísti á, at um­ fang­ið á herverkinum var so ógvisligt, at talan var um groft herverk. Tá avtornaði gav dóm­ ar­in manninum fonguls­ revs­ing í eitt ár og tríggjar mánaðir. Maðurin varð eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin, at missa førararættin í trý ár, umframt at hann skuldi gjalda tilsamans góð­ar 102.000 krónur í endur­gjaldi, harav 57.000 var í endurgjaldi til gentu­na, ið hann hevði roynt at neyðtikið. Dómarin segði til úr­ skurð­in, at tað, at maður­ in hevði ikki útført grovan harðskap undir neyð­tøku­royndini, var at rokna sum linnandi um­ støð­ur, og tí fekk maður­ in ikki tann dómin, ið ákær­in vildi hava. Maðurin tók við dómi­ num. EITT ÁR OG TRÍGGJAR MÁNAÐIR FYRI HER­VERK OG NEYЭTØKUROYND