týsdagur 26. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Ein maður varð í Føroya
rætti í gjár ákærdur
fyri brot á grein 266b
í revsilógini, sum snýr
seg
um
hóttanir
og
diskriminatión
vegna
húðarlit, rasu, tjóðskap,
átrúnað
ella
etniskan
uppruna.
Tað
serliga
við
málinum er, at hetta er
fyrstu ferð, at umstrídda
grein 266b verður roynd í
Føroya rætti.
Talan
var
um
ein
tilburð
á
einum
matarstaði í Havn í janu
ar mánaði í fjør, har er ein
maður er ákærdur fyri at
hava borið fram niðrandi
útsøgnir um muslimar
móti tveimum muslimum
av útlendskum uppruna.
Ákærin
las
millum
annað úr ákæruritinum,
at maðurin skuldi hava
sagt:
- Tit eru muslimar, og
tit kunnu fara til helvitis.
Tá vit einaferð drepa
tykkum, so er eingin
muslimur eftir.
- Tit bumba og drepa
og vilja yvirtaka alla
verðina.
- Eg skal drepa allar
muslimar, eg skal drepa
tykkum.
-
Eg
hati
allar
muslimar, tit eru eitt
lortafólk, ið bert vilja
útnytta Danmark. Tit
skuldu verið tveittir úr
landinum.
Haraftrat
hevði
løgreglan
skrivað
í
frágreiðingina, at undir
innskipan á løgreglustøð
ini hevði maðurin sagt:
- Um eg skal í fongsul
fyri at siga, at eg hati
muslimar, so má eg tað.
- Jamen eg eri rasist.
Eg
hati
ikki
nekarar
ella nakað, men eg hati
muslimar.
Tilburðurin
Tilburðurin
fór
fram
ein týsdag seinnapart
í januar í 2018 á einum
matarstaði í miðbýnum
í Havn.
Ákærdi
sá
tveir
kenningar í vindeyganum
og fór innar og setti seg
hjá teimum. Ákærdi hevði
"eina
góða
kenning",
sum hann orðaði seg, og
hinir báðir høvdu eisini
smakkað sær á. Løtu
seinni komu órættaðu
eisini innar og keyptu sær
okkurt til matna. Annar
av
teimum
órættaðu
kendi teir tríggjar, sum
sótu har frammanundan,
og tí settu báðir órættaðu
seg hjá teimum.
Eftir einari løtu spurdi
ákærdi órættaðu, um teir
vóru muslimar. Órættaðu
vildu í rættinum vera
við, at teir høvdu svarað,
at
"teir
vóru
rættir
muslimar". Ákærdi vildi
vera við, at hann hugsaði
um víðgongdar muslimar,
tá
hann
spurdi
teir
órættaðu, og at teir vildu
ikki svara honum upp á
spurningin. Tað, at teir
ikki vildu svara honum,
tulkaði hann sum, at teir
vóru ímóti honum, og
av tí sama gjørdist hann
óður.
Ákærdi østi seg, og
endin varð, at teir báðir
órættaðu fluttu seg til
eitt annað borð at sita.
Eftir
øllum
at
døma
sissaðist ákærdi maðurin
ikki, og annar av teimum
órættaðu
ringdi
eftir
løgregluni.
Í ákæruritinum stóð,
at ákærdi skuldi hava
sagt: "Eg skal drepa allar
muslimar, eg skal drepa
tykkum". Ákærdi vildi
hinvegin vera við, at
tað var órættaði, sum
ringdi eftir løgregluni,
sum hevði sagt, at um
løgreglan
ikki
kom
á
staðið
innan
tveir
minuttir, so drap hann
ákærda.
Órættaði,
ið
ringdi
eftir løgregluni, segði í
rættinum, at hann helt í
fyrstani, at talan var um
skemt. Hann var vanur
við hoyra bæði eitt og
annað um sín átrúnað,
men at hetta sum oftast
var í skemti. Samstundis
kendi
hann
ákærda
og metti tí, at hetta
varð sagt í skemti. Tað
gjørdist honum tó greitt,
at ákærdi var rættiliga
óður.
Órættaði
segði
eisini, at hann gjørdist
so skelkaður og óður av
viðferðini frá ákærda, at
hann græt, tá løgreglan
kom á staðið.
Muslimar ella
víðgongdir muslimar
Eitt
snúningspunkt
í
vitnisavhoyringunum
var, um hvørt maðurin
hevði umtalað muslimar
sum heild, ella um hann
meinti við radikalar ella
víðgongdar
muslimar.
Ákærdi
maðurin
vildi
sjálvur vera við, at kon
teksturin í samrøðuni
var muslimar, sum ikki
vildu
integrera
seg
í
vesturlendsk
samfeløg.
Hann vísti í tí sambandi
fleiri ferðir á, at hann
hevði
lisið
og
hoyrt,
at
innflytarar
stóðu
fyri 80 prosentum av
øllum
kriminaliteti
í
kongaríkinum.
Hann
segði, at hann meinti ikki
við órættaðu, tá hann
hann hevði úttalað seg,
tí hann kendi annan
teirra og visti, at hann
var hampamaður. Hann
legði aftrat, at sjálvandi
kundu muslimar vera
hampafólk, sum komu
til Evropa fyri at arbeiða,
men at hann hevði meint
við "hinar".
Maðurin vildi vera við,
at hann hevði brúkt orðið
"yderliggående" í fyrstuni
av samrøðuni, og tað var
í tí sambandi, at sam
røðan
skuldi
síggjast.
Báðir órættaðu søgdu
seg einki hava hoyrt til
tað, eins og eitt vitni -
ein ung kvinna, ið var til
staðar á matarstaðnum
-
hevði
heldur
einki
hoyrt til hetta. Annar av
monnunum, ið ákærdi
hevði sett seg hjá í matar
staðnum, vitnaði eisini
í
rættinum,
og
sam
bært honum var tann
konteksturin
týðiligur,
hóast hann ikki kundi
siga greitt, um maðurin
hevði brúkt júst orðið
"yderliggående".
Ætlanin var, at rættar
málið skuldi verið av
greitt
áðrenn
middag
í gjár, men av tí at tað
tók eina løtu longri enn
ætlað, varð neyðugt at
seta málið á skrá aftur til
ein annan dag.
Fyrsta 266b rættarmál í
Føroyum - Ákærdur fyri at
tosa niðrandi um muslimar