týsdagur 26. november 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
10
Sosialurin
Víðkað møbladeild á Argj
um. Tað er seingja og gard
indeildin, sum saman við
KVIK-køkum er flutt niðan
í stóra bygningin á Hjalla 4.
Eisini goymslan hjá Eikini er
flutt inn á niðaru hæddina í
sama bygningi
Alt virksemið hjá Eikini
er nú í tveimum støðum - á
Argjum og Hjalla 4. Á Hjalla
eru KVIK-køkar og stóra
seingja- og madrassudeildin,
ið áður hevur húsast í Jónas
Broncksgøtu. Á Argjum hev
ur møbladeildin sostatt víðk
að sítt møblavirksemi.
Eins og seinastu 20 árini
heldur Eikin áfram við at
vaksa um sítt virksemi, nú
við fleiri fermetrum á Argj
um, og harvið størri úrvali av
møblum. Vit hava leingi haft
eitt ynski um at fáa fleiri fer
metrar til møbladeildina, og
við tað at KVIK hevði brúk
fyri at víðka sítt virksemi og
at koma undir sama tak sum
goymslan hjá Eikini, so bleiv
avgjørt at leiga stóra bygn
ingin á Hjalla 4. Eisini bleiv
gjørt av at flyta seingjadeild
ina hjá Eikini, sum eisini hev
ur eitt økt sítt virksemi við
breiða úirvalinum av gardin
um, persiennum og sólverju
niðan á Hjalla.
Handilin á Argjum um
boðar teir stílfullu og nú
tímans møblarnar eins væl
og traditionellu klassisku
linjuna. Ein kann ganga
leingi kring um í hugnaliga
umhvørvinum í Eikini á
Argjum og bara njóta tað.
Upprunaliga endamálið við
Eikini var at bjóða føroying
um dygdarmøblar fyri rími
ligan kostnað.
Í stóra bygninginum á
Hjalla eru nú tríggir sjálv
støðugir handlar, Kvik-køkar,
bað og klædnaskáp, Seingja-
og gardindeildin hjá Eikini og
HTH-køkar, sum eisini selur
uttandura gosbað. Seingja-
og gardindeildin hevur áður
húsast í Jónas Broncksgøtu.
Bygningurin er sera væl egn
aður til endamálið við góðum
plássi og sera góðum parker
ingsviðurskiftum. Eisini er
hann beint við munnan á
Skálafjarðartunlinum, so har
verður eisini lætt atkomiligt
hjá øllum sum koma úr Eyst
uroy og Norðoyggjum.
Hugnaligi handilin hjá Eikini í gamla spinnarínum í
Sandá á Argjum
..og nýggi handilin hjá Eikini á Sandvíkarhjalla
Hvørjar eru av
bjóðingarnar í
føroyska miðl
aheiminum, og
hvørja framtíð
ganga miðlarnir
ímóti? Almennur
kjakfundur
í forhøllini í
Kringvarpinum
leygardagin
30. november
klokkan 13
Føroysk Fjølmiðlafólk
Útskiftingin
á
redak
tiónunum er stór, fíggjarliga
botnlinjan trýstir gerandis
degin - og lesarar, lurtarar
og
hyggjarar
finnast
at
innihaldinum. Jú, avbjóðing
arnar hjá føroysku fjølmiðl
unum eru nógvar og stórar.
Á almennum kjakfundi
verður varpað ljós á støðuna
í føroyska miðlaheiminum, á
gáttini til 2020.
Vit hoyra stuttar framløg
ur frá:
Birgith Lassen, journalisti
Brynhild Thomsen,
journalisti
Eiriki Lindenskov,
blaðstjóra
Djóna Nolsøe Joensen,
formanni í Mentanarnevnd
ini hjá løgtinginum
Beinir Johannesen, næstfor
manni í Mentanarnevndini
hjá løgtinginum
Sum seta síni orð avbjóð
ingar hjá miðlum og miðla
fólki ídag.
Eftir framløgurnar verður
kjak, ið Uni Holm Johanne
sen skipar.
Í
panelinum
vera
Brynhild Thomsen, journa
listur; Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri; Georg L. Petersen,
tíðindaleiðari;
Jón
Brian
Hvidtfeldt, formaður í Før
oyskum Miðlafólkum; Djóni
Nolsøe Joensen og Beinir
Johannesen, ávíkavist for
maður og næstformaður í
Mentanarnevndini hjá løg
tinginum.
Men tað skal ikki bara
snúgva seg um Føroyar og
okkara heimligu viðurskifti.
Á fundinum fæst eisini eitt
neyvt og dagført yvirlit yvir
støðuna í miðlaheiminum
í
okkara
norðurlendsku
grannalondum.
Jonas Ohlsson er leið
ari á Nordicom, ein miðla
granskingarstovnur á Uni
versitetinum
í
Gøteborg.
Hann er Ph.D. í miðlavísund
og hevur í fleiri ár granskað í
norðurlendskum miðlum.
Er tíðin við sterkum og
objektivum fjølmiðlum um
at vera av? Og hvussu hevur
talgilda samfelagið ávirkað
gongdina hjá fjølmiðlunum?
Hesar og aðrar spurningar
umrøður Jonas Ohlsson í
sínum fyrilestri.
Føroysk Miðlafólk skipa
fyri fundinum, sum verður
í forhøllini í Kringvarpinum,
leygardagin 30. november
klokkan 13.
Øll við áhuga fyri før
oyskum fjølmiðlum eru væ
lkomin til tiltakið, ið er al
ment og ókeypis.
Føroyskir fjølmiðlar á vegamóti
Lýsingatekstur:
EIKIN Á ARGJUM VÍÐKAR UM SÍTT
– VIRKSEMI – NÚ EISINI Á HJALLA