Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj serritgerðarkapping skal betra um kunnleikan hjá ungum um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin Masterlesandi (DK: kandidat­ lesandi), sum skriva serritgerð um Føroyar, Grønland ella ríkis­felagsskapin, kunnu nú lut­taka í eini nýggjari tjóð­ar­ kapping. Stutt um kappingina • Serritgerðir, sum er próv­dømdar í várhálvuni 2020, kunnu luttaka. • Allar útbúgvingar kunnu luttaka. • Fokus í serritgerðini skal vera Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapurin. • Tað eru tríggjar virðislønir á 40.000 kr. hvør. • Virðislønirnar verða handaðar í Danmark í november 2020. • Kappingin verður endurtikin í 2021 og 2022. Virðisløn verður latin til heilt nýtt innlit ella hugskot til góð­ar loysnir Tær tríggjar virðis­løn­ irnar fara til serrit­gerð­ir, sum koma við nýggjum inn­liti ella nøkr­um góðum hug­skotum og boð­um upp á loysn­ir til tær av­ bjóðingar, sum verða kannaðar í serrit­gerð­ini. Serritgerðir frá várhálvuni 2020 Ynskir mann at luttaka í kapp­ ingini, skal serritgerðin vera próv­dømd í várhálvuni 2020. Mann skal samstundis hava gjørt útbúgving sína lidna á ein­um av teimum donsku uni­ ver­sit­etunum, á Grøn­lands Uni­versitet ella á Fróð­skap­ar­ setri Føroya í sein­asta lagi á sumri 2020. Allar útbúgvingar kunnu luttaka Serritgerðin kann handla um søgulig, mentanarlig og polit­ isk viðurskifti, men hon kann eisini handla um jarðfrøði, ferða­vinnu og alt møguligt annað. Einasta treyt fyri at lut­taka er, at fokus er á Før­oy­ um, Grønlandi ella ríkis­felags­ skap­inum. Meira kunning: Samband: Hanne-Louise Kirkegaard t-postur: hki@ufm.dk Nordplus stuðulsskipanin Norðurlendska ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2018- 2022 sett fimm Nordplus skip­ anir í gongd, ið eru ætlaðar til at økja um samstarvið og flyt­ førið innan útbúgvingarøkið. Styrelsen for Universiteter og Internationalisering  hevur ábyrgdina av kunning og veg­ leiðing í Danmark. Í Før­oy­um kunnar og veg­ leiðir útbúgv­ingar­vegleiðarin á Studna um Nordplus. Ætlanin við Nordplus skip­ anunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska og balt­ iska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, ment­an­ arligu og demokratisku felags­ eyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar und­ ir­vísing á øllum stigum. Les meira um stuðulskipanirnar her: www.nordplusonline.org • NORDPLUS JUNIOR er ætlað lærarum og næmingum í barnagørðum, fólka­skúl­ um, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgv­ing­ar­ nar. • NORDPLUS HÆGRI ÚT­BÚGV­ING er ætlað menning av samstarvi millum lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norður­ londunum. • NORDPLUS VAKSIN er ætlað menning av samstarvi innan fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksn­um. • NORDPLUS HORISONTAL er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir, sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar umframt verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breið­ari og meiri kompleks­um málum, kunnu fáa stuðul. • NORDPLUS MÁL OG MENT­AN er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum Norðurlondini og altjóða. Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svø­ríki umframt tey trý sjálv­ stýr­andi økini  Grønland, Før­ oy­ar og Álandsoyggjarnar, og tey trý baltalondini Estland, Let­land og Litava. Í Nordplus skipanini er vert at geva gætur, at tey sjálv­ stýrandi økini verða roknaði sum lond, og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skip­anini. Tað merkir millum annað, at ein dani kann søkja um stuðul at sleppa til Grøn­ lands og Føroya, og at før­oy­ ingar kunnu søkja um stuðul um at sleppa til Grønlands og Danmarkar. At søkja um stuðul Her kanst tú lesa eina veg­leið­ ing um, hvussu tú gert, tá ið tú skal søkja um stuðul. Her kanst tú eisini lesa eina stig fyri stig innleiðing til um­sókn­ ar­tilgongdina. Somuleiðis er ein Nordplus handbók við all­ ari hentari vitan um skipanina. Handbókin er bæði á enskum og skandinaviskum máli.  Umsóknarfreistin fyri 2020 er  1. februar  2020.  Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Mál og Mentan hava freist 1. oktober hvørt ár – tað kanst tú lesa meira um á síð­ uni: www.nordplusonline.org Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg,sum starvast á Studna, men sum fyri tað mesta er í nýggju Vegleiðingarstovuni á Hoydalsvegi 1 (vegleiding@ uvs.fo), vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. UCAS vegleiðing Nú er nýggj vegleiðing á føroyskum fyri umsóknarrunduna 2020/21 við umsóknarfreist 15. januar 2020 løgd út á studni.fo VEGLEIGINGARSTOVAN á Hoydalsvegi 1 hevur eina gjøgnumgongd av umsóknarblaðnum til UCAS mikudagin 4. desember kl.16.00-17.00. Tiltakið verður stroymt. Sum nakað nýtt – november 2019 – hava Føroyar, Grønland og Danmark skipað fyri eini kapping í felag, sum skal kjósa bestu serritgerðina um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin. Vinnarin fær eina virðisløn á 40.000 kr. og fær møguleikan at miðla serritgerðina til almenningin. Ein vinnari verður valdur úr hvørjum av teimum trimum londunum. Kappingin verður afturvendandi í 2021-2022, og er eitt av fleiri átøkum, sum skulu økja um vitanina hjá ungum um ríkisfelagsskapin og hvønn annan tvørtur um landamørkini hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark.