týsdagur 26. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137
Fiskimálaráðið
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
og fiskavørum
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og
samfígging er skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Fiskivinnuroyndir kann væntandi í hesum
umfari útluta 7,2 mió. kr. komandi ár til
nýggjar og verandi verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá
vinnuni at søkja um stuðul til setan av
vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu
økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000
kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir, ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Tel. 35 30 30 / fartel. 55 32 48 ella til
jakupmo@fisk.fo
Umsóknarfreistin er mánadagin
2. desember 2019, kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO-110 Tórshavn
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
FISKIVINNUROYNDIR 2020
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2020.
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum,
vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um
framleidnið í føroyskari fiski vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og
samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Tað var ein stór avbjóðing at stovna felagið
Smyril-Line í 1982-83, og at keypa eitt stórt
skip at røkja siglingina millum Føroyar og
nærm astu grannalondini.
Óli Hammer gekk undan at taka stóra
stigið og gjørdist stjóri í felagnum.
Hann hevði drúgvar royndir í millumlanda-
siglingini, tí hann var skipari á „Smyrli“, frá
tí at skipið kom í 1975, og til Smyril-Line
varð stovnað.
Tað legði lunnar undir ta millumlandasiglingina, sum í dag er á
føroyskum kjøli, við fólki og farmi.
Tað vóru eisini stórar avbjóðingar, ikki minst tá kreppan í Føroyum
byrjaði fyrst í 1990-unum. Men felagið reið stormin av, og seinast í
1990unum varð farið undir at fáa nýtt og størri skip til vega, tí fyrra
„Norrøna“ gjørdist ov lítil til økta flutningin.
Óli Hammer var eisini við til at byggja nýggju „Norrønu“, sum
gav uppaftur størri møguleikar, og sum hevur tænt felagnum væl.
glingin – nýggj byrjan
ISBN 978-99918-864-3-5
9 789991 886435 >
Nýggja bókin:
“Millumlandasiglingin - nýggj byrjan”,
er komin
Bókin snýr seg um millumlandasiglingina, sum byrjaði
aftur á føroyskum kjøli í 1975, tá landið keypti “Smyril”.
Seinni varð Smyril Line stovnað, sum nú hevur rikið
millumlandasiglingina í skjótt 40 ár. Bókin er samstundis
lívssøgan um Óla Hammer, fyrrverandi skipara á “Smyrli”
og stjóra á Smyril Line, sum var við í millumlandasiglingini
í 30 ár. Bókin fæst í bókabúðunum, og kostar 300 kr.
Sigmar Bláberg
Millumlandasiglingin
– nýggj byrjan
TEKNISK
RAKSTRARFÓLK
TIL MASKINUR OG EL
STARV HJÁ SMS-SAMTAKINUM
Vilt tú vera partur av einari av størstu handils
fyritøkunum í Føroyum? SMS hevur seinastu árini
víðkað um sítt virksemið til at umfata fleiri handlar
kring landið. SMS rekur í dag sølumiðstøðirnar
SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónushandlar og
Miklagarð.
Talan er um eitt fjølbroytt arbeiði, har tú verður
partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av
maskin og elrakstrinum hjá SMSsamtakinum.
Ein partur av arbeiðinum fer eisini fram uttan fyri
vanliga arbeiðstíð. Arbeiðið umfatar bæði størri og
smærri el og maskintekniskar uppgávur umframt
installasjón av nýggjum rakstrartólum herundir
køli skipanir. Tú kemur at arbeiða hjá tekniska
leiðaranum og umsjónarfólkum, og saman við fleiri
tekniskum veitarum til rakstrartól.
Løn sambært avtalu.
Umsókn við prógvum, yrkisleið, royndum
og viðkomandi skjølum skulu sendast til
rwd@sms.fo ella P/F SMS, Postboks 1059,
110 Tórshavn
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
venda tær til Regin W. Dalsgaard, býlings og
marknaðarstjóri, á tlf. 596 061 ella á rwd@sms.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi
í seinasta lagi 2. desembur 2019.
Starvið verður sett sum skjótast.