Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. november 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. november 2019 · Nr. 137 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jólainnsavningin hjá Frelsunarherinum: Eins og undanfarin ár, fer jólagrýtan hjá Frelsunarherinum at standa í SMS, í tíðarskeiðnum 13. -14. desember,16.-21. desember og 23. desember. Gávur, ið givnar verða í jólagrýtuna, geva Frelsunarherinum møguleika at hjálpa fólki í Føroyum peningaliga. Henda veiting verður givin serliga um jóltíðir, men tó eisini aðrar tíðir av árinum, um tørvur er á tí. Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul, ið givin verður til innsavningina á jólum. Jólahjálpin hjá Frelsunarherinum: Um tær tørvar peningaliga hjálp til jólar, kanst tú kontakta Frelsunarherin og biðja um jólahjálp. Á facebook síðuni hjá Frelsunarherinum er leinkja til umsóknarblað. Tú kanst eisini senda teldupost á: torshavn@ frelsunarherurin.fo ella ringja/smsa til 790291. Freistin at biðja um jólahjálp 2019, er 12. desember. F R E L S U N A R H E R U R I N Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn Umsóknarbløð til grunnin fáast á www.fsn.fo ella við at ringja á tlf. 316973 - 216973. Endamál grunnsins er: at veita stuðul til eftirsitandi hjá føroyskum fiski- monnum, til niðurberjing av tuberklum ella til annað sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í Føroyum og at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki fáa nóg mikið á annan hátt. Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu vera grunn­ inum í hendi í seinasta lagi hósdagin 12. desember 2019, og skulu sendast til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks 135, FO­100 Tórshavn, ella á t­post adressu hjgr@fsn.fo – viðmerkjast “Umsókn”. Eisini kunnu umsóknurnar lætast inn á skrivstovu felagsins hjá Føroya Skipara­ & Navigatørfelag, Smærugøta 9a, 100 Tórshavn. Umsóknir, ið koma inn eftir hetta, verða ikki tiknar við. Hjálpargrunnurin ALMENNIR FUNDIR 2020 Fundirnir eru kl. 18.00 í fundarhølinum hesar dagar: Mánadagin 27. januar Mánadagin 29. juni Mánadagin 24. februar Mánadagin 31. august Mánadagin 30. mars Mánadagin 28. september Mánadagin 27. apríl Mánadagin 26. oktober Mánadagin 25. mai Mánadagin 30. november Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu verða kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Fíggjarætlanin fyri 2020 Skattalistin fyri 2018 Liggja frammi á kommunuskrivstovuni í døgunum frá 28. november til 14. desember 2019. Nes kommuna av.fo Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2019 - umsóknarfreist Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2019 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2019. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2019 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2020. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara undir oyðubløð. Á heimasíðu okkara av.fo undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin. Freist fyri stuðli 2019 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2019, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2020. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2019 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis" almannaverkið DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á fyrst og fremst www.in.fo