mikudagur 15. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
17
Lehnert Kjeldsen
Z og fyrrverandi
gittarleikari í Chase.
Mær dámdi sera, sera væl
konsertina. Hon var sera
frálík. Teitur letur hurð-
arnar til útheimin upp fyri
føroyskum tónleiki. Hann
leggur grundarsteinurin
fyri eina føroyska tón-
leikavinnu.
Teitur hevur ótrúligar
gávur at siga frá søgum og
fáa fólk til at lurta eftir teimum. Hann hevði áhoyraranar í
sínari hulu hond. Fólk livdi við í framførðsluni. Sjálvt um
hetta var ein friðarlig konsert so var fokus móti pallinum
alla tíðina. Stórur partur av áhoyrarunum vóru rættiliga
ung fólk og Teitur fekk eisini fatur í teimum.
Tað er torført at peika á nakað hæddarpunkt. Øll
konsertin var fantastisk. Teitur hevur nakað! Hann er í
serflokki!
Tað er ringt at spáa um framtíðina, men eg vænti at hjá
Teiti gongur tað bara uppeftir. Tónleikaídnaðurin er illa
fyri vegna skeivar raðfestingar. Øll orka er brúkt uppá
Fastfood tónleik, so kreppan er sjálvskapt. Marknaðurin er
svangur eftir tónleiki sum kemur innanífrá, ein revolutión
er í gongd. Teitur rakar henda marknað.
Hallur Johannesen
Tónleikari
Mær dámdi stak væl konsertina. Teitur leveraði! Havi tó
sæð hann betur. Eg varð ikki líka tikin av framførðsluni
sum onkuntíð fyrr. Haldi sum so ikki konsertin var verri
enn aðrar hjá honum, men heldur ikki betur.
Konsertin hevði tvey hæddarpunkt, tað fyrsta var
byrjanin, tá Teitur spældi einsamallur á kassagittara, hann
dugir øðiliga væl hatta. Hitt hæddarpunkti, var nýggja
lagi: »Hangin my worries out to dry«.
Róin Siggertson
Tónleikari og
Realitystjørna
Eg eri pávastoltur
av mínum lands-
bróðuri.
Teitur
leggur lunnar undir
føroyskan tónleika-
ídna. Vit hava nógv
talentir í Føroyum,
og Teitur vísir veg-
in.
Hann spældi nógvar sangir sum raktu okkurt í mær. Man
hoyrir á sangunum at hann hevur smakkað lívið. Hann
hevur ikki bara grivið seg niður, tað gevur sangunum
substans.
Hæddarpunkti var: »Sleeping with the lights on«. Tað er
tann sangurin sum enn situr fastur í høvdinum.
Hvat dámdi tær?
Millum nógvu áhoyraranar, sum vóru í Vega leygarkvøldið, vóru eisini fleiri kend
andlit úr føroyska tónleikaheiminum. Vit spurdu nakrar teirra um teirra meting av
framførsluni hjá Teiti
fóru av pallinum aftur.
Ístaðin kom kendi danski
tónleikasnillingurin Krest-
en Osgod á pallin. Hann er
kendur úr Jazzumhvørvi-
num í Danmark, og hevur
millum
annað
spælt
trummir
hjá
Caroline
Henderson.
Teitur
og
Kresten kennast og høvdu
júst skriva eitt lag saman.
Nýggja lagið æt "Louie
Louie". Kresten spældi
Rhoads og Teitur gittara og
sang. Lagið bar brá av, at
tað var nýskrivað, og var
ikki eitt av minniligu løg-
unum á konsertini. Á næsta
lagnum "To meet you"
spældi
Kresten
Osgod
trummir og bassurin kom
við aftur.
Teitur spurdi um vit
høvdu hitt kendasta gestin
hetta kvøldið: Jólamannin.
Jólamaðurin
arbeiddi
í
barrini eitt skifti og gekk
annars runt og tosaði við
fólk.
Teitur
segði:
at
jólamaðurin kundi geva
okkum, tað sum vit ynsktu,
og at sambært jólamann-
inum, var ein genta sum æt
Mette á konsertini og hon
ynskti sær ein mann.
Salurin livdi við
Strúkararnir vóru komnir á
pallin og lógvabrestinir
mundu ongan enda taka, tá
tey spældu løgini: "You’re
the ocean", "Rough around
the edges", "Josephine", "I
was just thinking" og
"Amanda’s dream". Salurin
livdi allur við.
Áðrenn Teitur fór undir
seinasta lagið, minti hann á,
at um fólk vildu hoyra
meira kundu tey bara
klappa eitt sindur. Eg haldi
at tað var lekkurt, at hann
var eitt sindur ironiskur um
ein av teimum mest látur-
ligu siðunum innan ment-
an.
Seinasta lagið hjá Teiti
varð upprunaliga gjørt í
skemti. Ætlanin var bert at
spæla tað einaferð. Men
longu fyrstu ferð tað var
spælt, var móttøkan so góð,
at tað gjørdist fastur partur
av spæliskránni. Nú var tað
seinasta lag á skránni. Talan
var um eina fráíka tolking
av "Great balls of fire" hjá
Jerry Lee Lewis. Teitur og
bólkurin fóru av pallinum.
Men vóru klappaðir út aftur
tvær ferðir.
Du tror vist på
Julemanden
Tá Teitur kom út aftur á
pallin, rópti ein kvinnu-
rødd: "Teitur, jeg elsker
dig!". Teitur var skjótur at
svara: "tal med julemand-
en". Tá ein maður rópti
"Teitur, jeg elsker dig!",
svaraði hann "Du tror vist
på Julemanden!".
Eykaløgini hann spældi
vóru trý nýggj løg: "I run
the Carrousel", "Hanging
my worries out to dry" og
"Waiting for mars to come
out" Serliga tey bæði sein-
astu løgini vóru framúr-
skarandi. Í "Hanging my
worries out to dry" var eitt
petti har Teitur bríkslaði.
Hann segði, at um sangurin
skuldi innspælast skuldi
Kim Larsen bríksla hetta
pettið.
Málslig suppa
Konsertin varð filmað, og
Teitur skuldi tí upprunaliga
tosa á enskum millum
løgini. Men hann gloymdi
hetta í heilum, og skifti
aftur til danskt alla tíðina.
Hetta var rættuliga stuttligt,
og hann dugdi ótrúliga væl
at brúka málsligu suppuna
sum krydd til framførsluna.
Samanumtikið fingu vit
eina frálíka tónleika-upp-
living. Teitur legði Vega
fyri sínar føtur, og tá
DVD’in kemur út einaferð
næsta ár, fari eg at keypa
hana og siga: "Eg var har!"
Seinasta lagið hjá Teiti varð
upprunaliga gjørt í skemti.
Ætlanin var bert at spæla tað
einaferð. Men longu fyrstu
ferð tað var spælt, var
móttøkan so góð, at tað
gjørdist fastur partur av
spæliskránni