mikudagur 15. desember 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 240 - 15. desember 2004
Grønt samstarv
Rektarin
á
Kambsdali
ynskir, at studentaskúlin
verður grønari, og at sam-
starvið
millum
næmingarnir verður styrkt.
Í hesum døgum hava
næmingarnir á Studenta-
skúlanum og HF-skeiðnum
í Eysturoynni evnisviku,
har evnið er Agenda 21.
Skúlin hevur áður skipað
fyri evnisviku, og hevur tað
eydnast teimum so væl, at
hetta er vorðið eitt aftur-
vendandi tiltak.
– Tað er sera týdningar-
mikið, at duga at samstarva
í gerandisdegnum. Tað er
ikki minst førleikan at sam-
starva, tú lærir við at hava
evnisviku.
Útbúgvingar-
skipanin eggjar ikki so nógv
til samstarv, tí talan er fyrst
og fremst um faklig krøv til
hin einstaka. Hetta kendu
næmingarnir í síðstu viku,
tá ið teir skrivaðu høvuðs-
uppgávu, søguritgerð og
støðisritgerð. Evnisvikan er
ein øðrvísi avbjóðing, sum
leggur upp til samstarv og
ítøkiligar loysnir á við-
komandi trupulleikar. Tað er
mín fatan, at næmingarnir
trívast væl í hesum, sigur
Sámal í Skorini, rektari á
Studentaskúlanum og HF-
skeiðnum á Kambsdali.
Tað grøna er ókent
Ein partur av upplegginum
hjá Agnari Jensen mána-
morgunin snúði seg um
hugtakið "grønur skúli".
Spurdur um hetta var enda-
málið
við
evnisvikuni,
svaraði Sámal í Skorini, at
tað var avgjørt nakað, sum
tey á skúlanum hava hugs-
að um.
– Hetta er ein spennandi
avbjóðing. Tað fylgja iva-
leyst krøv við, sum vit enn
ikki eru greið yvir. Nú fara
vit at kanna hetta, og so fara
vit at arbeiða víðari við tí
orku, sum vit hava. Talan
kann verða um krøv, sum
bera meiri kostnað við sær.
Eitt nú, um allar ljósperur-
nar, vaskievnini og rútarnir
skulu skiftast út í senn. Men
hendan vikan er so ein
byrjan - nú hava vit sett
sjøtul á.
Skrivað og tikið myndir:
Hanna Ólavsdóttir
Ottar í Hjøllum
Ovi Magnussen
Rólant Waag Dam
Rúni Weihe
Maria í Brekkunum
Frá at hava verið talsmaður
hjá ráfiskakeyparunum, er
hann nú vorðin Agenda 21-
samskipari fyri Føroya
kommunufelag
Hann hevur arbeitt hjá
Eimskip í nøkur ár, og sum
fiskakeypari hevur hann
eisini roynt seg. Eisini
hevur
hann
arbeitt
í
Vinnuhúsinum sum tals-
maður hjá ráfiskakeypar-
unum. Ja, vinnuroyndirnar
hevur
hann
nógvar.
Maðurin er Agnar Jensen
sum síðani august 2004
hevur starvast hjá Komm-
unufelagnum sum Agenda
21-samskipari.
Agnar Jensen er settur í
starv hjá Kommunufelagn-
um við tí fyri eyga at kanna
og
kunna
um
møgu-
leikarnar við Agenda 21-
ætlanini.
Hann
hevur
ferðast kring landið og havt
fyrilestrar
í
bý-
og
bygdaráðum. Úrslitið hevur
verið gott, tí bý- og
bygdaráð tykjast at taka
undir við hesi ætlan, sigur
Agnar Jensen.
Tað eru uttan iva mong,
ið meta at starv sum vinnu-
lívsmaður og starv sum
Agenda 21-samskipari at
vera í andsøgn við hvørt
annað. Innan vinnulívið er
týdningarmikið at hava
yvirskot, og tískil tykist tað
ofta kostnaðarmikið at fara
undir umhvørvisvinarliga
framleiðslu.
Agnar Jensen er ikki
samdur í, at vinnulív og
umhvørvi eru mótsetning-
ar. Hinvegin heldur hann, at
umhvørvis-, búskapar- og
samfelagsmenning eru øll
fortreytir
fyri
hvørjum
øðrum. Um menning innan
eitt av hesum økjunum ikki
tekur fyrilit fyri hinum báð-
um, verður hetta fyrr ella
seinni drigið niður við hin-
um báðum, sigur hann.
Agenda 21-ætlanin sær
umhvørvis-, búskapar- og
samfelagsmenning
sum
eina ringrás, ið annaðhvørt
kann ganga væl ella ikki.
Gongur ringrásin væl, er
talan
um
burðardygga
menning.
Spurdur, um tað er áhugi
fyri Agenda 21-ætlanini
millum
politisku
myndugleikarnar,
sigur
Agnar Jensen, at Agenda
21 fyri fyrstu ferð varð
tikið við í eitt samgongu-
skjal, var hjá núverandi
samgongu. Hetta er eitt stig
rætta vegin, ið vónandi fer
at stuðla undir størri atliti
til umhvørvi, tá hugsað
verður um búskapar- og
samfelagsmenning, sigur
Agnar Jensen.
Næmingar úr Leirvík vitja hjá IRF, har Ingvard Fjallstein
greiddi frá
Evnisvika á
Studentaskúlanum
á Kambsdali
Týsmorgunin vóru ikki
nógv fólk at síggja á
Studentaskúlanum
á
Kambsdali. Orsøkin var
ikki illveðrið, men eitt
heldur øðrvísi tiltak, ið
lærararáðið hevur tikið
stig til. Tiltakið, talan er
um, er ein evnisviku, sum
byrjaði mánamorgunin.
Í hesum døgum er øll
vanlig undirvísing tikin
av skránni, og ístaðin ar-
beiða allir næmingarnir
við einum og sama evni,
sum í ár er Agenda 21.
Eitt av slagorðunum í
Agenda 21 er, at tú skalt
hugsa globalt og handla
lokalt. Tí skulu næming-
arnir út at arbeiða við
einstøku kommununum,
kanna hvat er gjørt, hvat
ikki er gjørt og hvat kann
gerast í Agenda 21 høpi.
Næmingarnir
eru
bólkaðir geografiskt, so-
leiðis, at næmingar, sum
t.d. búgva í Sundalagnum
arbeiða
við
Sunda
Kommunu, og fuglfirð-
ingarnir
arbeiða
við
Fuglafjarðar Kommunu. Í
alt er talan um 23 bólkar,
harav ein bólkur arbeiðir
við eini heimasíðu, og ein
tekur sær av PR-arbeiði.
Mánadagin vórðu næm-
ingarnir
kunnaðir
um
Agenda 21. Týsdagin og í
dag arbeiða næmingarnir
úti í einstøku kommunun-
um. Evnisvikan endar
hósdagin við almennari
framsýning.
Úr vinnuni og í Agenda 21
Agenda = ætlan 21 = 21. øld
Agenda 21 er ein sáttmáli, sum tryggjar burðar-
dyggari menning. Burðardygg menning merkir, at
tørvirnir hjá fólkinum í heiminum nú og í framtíð-
ini kunnu nøktast. Samstundis skulu umstøðurnar
fyri at tørvirnir hjá okkara eftirkomarum heldur
ikki verrast.
Á umhvørvisráðstevnuni í Stokkhólmi í 1972 fóru
politikarar at hugsa nógv meira um umhvørvið.
Semja varð um, at umhvørvi og menning hanga
saman.
Sum úrslit av ráðstevnuni varð UNEP, umhvørvis-
skráin hjá ST, sett á stovn. Heimsnevndin, við
norsku Gro Harlem Brundtland á odda, gav í 1987
út frágreiðingina Felags framtíð okkara. Í frágreið-
ingini varð fyri fyrstu ferð talan um burðardygga
menning.
Ì 1992 varð tiltikni toppfundurin í Rio hildin. Á
fundinum luttóku ríkisleiðarar og stjórnarumboð úr
181 londum. Á fundinum vórðu 5 skjøl undirskriv-
að. Agenda 21, sum tryggjar burðardygga menning
samfelagsliga, búskaparliga og umhvørvisliga, Rio
frágreiðingin um umhvørvi og menning, kunngerð-
in um skógarvinnu, altjóða veðurlagssáttmálin og
sáttmálin um lívfjølbroytni.
10 ár seinni varð í Johannesburg hildin ein onnur
ráðstevna, har fleiri tíggjutúsund menniskju savn-
aðust úr øllum heiminum. Har varð lítið gjørt fyri
aftur á úrslitini seinastu 10 árini, og har varð avrátt
hvat skal gerast fyri betur at fremja tað, sum av
fyrstan tíð var sett fyri. Ein máti at styrkja Agenda
21 uppá, ella at seta Agenda 21 í verk umaftur.
FAKTA