Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 • mikudagur • 15. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Runnu í Havn Leygardagin skipaði Bragdið og Tryggingarfel- agið Føroyar fyri 3. umfari av TF Vetrarkappingini í Havn. Í alt 43 luttakarar lut- tóku í kappingini, tey vaksnu runnu 12 km og børnini 4 km. Kappingin var væleydnað við góðari undirtøku og líkindini at renna vóru hampuliga góð, tó við nakað av vindi. TF Vetrarkappingin er nýggj kapping, sum Fræls- ur Ítróttur Føroya stendur fyri og Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar. Talan er um eina vetrar- kapping í seks umførum. Fyrsta umfar var á Toftum, annað umfar í Klaksvík og 3. umfar var í Havn leygar- dagin. Trý tey seinastu umførini verða í januar, februar og mars næsta ár. Nýggjur sáttmáli til Holst Í Lyngby fegnast tey um, at tað hevur eydnast at fáa pappír upp á føroyska toppskjúttan í felagnum í enn tvey ár. Christian Holst Lam- hauge, sum hevur før- oyska mammu, varð fyrr í heyst kosin sum ársins profilur í donsku 2. deild. Hann hevur síðani heystið 2003 verið sáttmálabund- in at Lyngby, har hann í 44 dystum hevur skotið 32 mál. Higartil hetta kappingarárið hevur talan verið um 17 dystir og 16 mál, so einki er at ivast í, at hetta er ein leikari, sum tey í Lyngby hava verið fegin um. -jm Til Skotlands uttan Rúna Føroyska manslandsliðið í flogbólti fer hósdagin til Skotlands, har teir skulu leika tríggjar dystir. Allir dystirnir verða móti Skot- landi, og verða teir leiktir í Glasgow fríggja-, leyg- ar- og sunnudagin. Seinasta árið hava Før- oyar tvær ferðir leikt móti Skotlandi, og hevur talan tá báðu ferðirnar verið um teprar 3-2 sigrar til okk- ara, so alt røkist fyri nøkr- um góðum og spennandi venjingardystum. Tað er tó greitt, at føroyska liðið er nakað skert. Rúni Weihe, sum uttan iva er ein av týdningarmestu leikarunum á liðnum, fær ikki verið við hesaferð vegna lesna. -jm Fíggjarnevndin hjá Løg- tinginum legði mánadag- in fram álit um ymsar broytingar í fíggjarlógini fyri 2005. Ein av hesum broytingum er eitt tilmæli, at nevndin mælir til, at 350 tkr. eyka verða settar av undir postinum, ítrótt- aranlegg. Í viðmerkingunum til tilmælið verður sagt, at upphæddin er ætla til smáar spælivøllir kring landið. Hetta er ein ætlan, sum eisini er fevnd av stuðuli frá UEFA, og er talan um sonevndar mini- vallir. Eitt nú sum tann á Hamarinum á Argjum, sum varð tikin í nýtslu í seinasta mánaði. -jm 350.000 kr. til graslíki Jónsvein Herup Olsen varð fremstur av veteranunum. Her sæst hann saman við Óla Olsen og Tummas Joensen, sum gjørdust ávíkast nummar tvey og trý Úrslitini í einstøku bólkunum vóru hesi Dreingir 1 Álvur F. Christiansen Treysti 14.34 2 Jan Elmar Sørensen Treysti 14.38 3 Rúni Seloy Bragdið 16.25 Gentur 1 Bjørk Herup Olsen Bragdið 16.27 2 Rannvá Djurholm Bragdið 17.35 3 Rebekka Fuglø Treysti 19.12 Kvinnur 1 Katrin Olsen Tórshavn 55.51 2 Hanna Maria Niclassen Frælsi 82.02 Mansunglingar 1 Arnfinnur Nesá Gøta 50.29 Menn 1 Hallur Holm Bragdið 42.48 2 Guttorm Sørensen Treysti 42.49 3 Trygvi Hansen Bragdið 46.26 Menn – veteranar 1 Jónsvein Herup Olsen Bragdið 47.03 2 Óli Olsen Bragdið 49.47 3 Tummas Joensen 49.53