Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Íslendska fíggjarimperiið – eitt ævintýr í kyksendi? Mong mundu stúrsa við, tá tað herfyri frættist, at íslending- ar høvdu keypt Magasin du Nord - stórhandilin, sum danir í sínari tíð vóru so ernir av at eiga. Men hetta er bara ein av teimum stóru íslendsku íløgunum í útlandinum hesi seinastu árini. Teirra virksemi røkkur víða um. Tað eru bæði bankar og handils- fyritøkur, sum breiða sítt virksemi út um landamark. Men nú er íslendska Fíggjar- eftirlitið farið at rópa varskó VINNUSÍÐUGREINING Finnbogi Ísakson Hava vit føroyingar stúrt fyri, at útlendingar fóru at keypa okkara vinnulív, so hevur tað ikki verið íslendingar, vit hava óttast. Tað hevur heldur verið danir og kanska norðmenn. Tað nervaði okkum held- ur ikki, at Ólafur Guð- mundsson hevði handilin Impo í Vágsbotni í ein mansaldur, ella at Iceland- air røkti flúgvingina mill- um Føroyar og útheimin í nøkur ár. Tvørturímóti varð hetta at fegnast um. Men so fóru vit so smátt at skeita skeivt til íslend- ingar. Vit høvdu okkara egnu farmaskipafeløg. Fleiri vóru farin á húsa- gang, men Skipafelagið var so eftir. So fór Eimskip at sigla upp á Føroyar, og teirra flutningur til og úr Føroyum vaks skjótt. Eisini komu íslendingar inn á handilsmarknaðin. Saman við føroyingi stovnaðu teir Bónus og keyptu seg seinni inn í SMS - størsta handil í landinum. Nú er eitt ís- lendskt skipafelag aftrat, Samskip, farið at sigla upp á Føroyar. Og Icelandair segði seg vera hugað at keypa ein part av Atlants- flog. Ein morgunin vaknaðu vit við kaldan dreym: ís- lendingar høvdu keypt Skipafelagið - felagið, sum føroyingar í trífjórðingsøld roknaðu sum sín stoltleika á ferðamanna- og farma- skipaøkinum. Romantikkur Vanliga hava fíggjarviður- skifti og pengar lítið við romantikk at gera. Men ís- lendingar eru tiltiknir úr gomlum tíðum at duga at siga søgur, og tað duga teir enn. Í hvussu so er duga teir at siga eina søgu um sítt egna ríkidømi, sum hevur ein farra av romantikki yvir sær. Tann søgan ljóðar so- leiðis: Björgólfur Guðmunds- son var dugnaligur útróð- rarmaður, men fiskiskapur- in minkaði nógv síðst í 80- árunum. Hann hevði brúk fyri láni, men íslendsku bankarnir vóru trekir at veita lán tá, og umsóknin varð noktað. Eimskip var tá nógv tann størsta fyritøkan í Íslandi og hevði ræðið á øllum handilslívi av týdn- ingi. Björgólfur setti seg upp ímóti Eimskip. Hann stovnaði farmaskipafelagið Havskip, men tí var ikki langt lív lagað. So fekk Björgólfur eitt gott hugskot, sum eftir stuttari tíð gjørdi hann til miljardér. Fyritøka hansara gjørdist so sterk, at hon fekk ræðið á Landsbank- anum, sum áður hevði verið íslendskur Tjóðbanki. Saman við soninum Björgólfi Thor Björgólfs- syni og einum vinmanni hjá soninum, Magnus þór- steinnsson, fór hann til Russlands. Í Santa Pæturs- borg bygdu teir eitt lítið sodavatnsvirki, sum gjørdi mixdrinks við rúsløgi í. Seinni fingu teir eina tappiavtalu við Pepsi Cola. So fóru teir at bryggja øl við navninum Bravo Inter- national, og teir seldu av- bera nógv. Í 2001 gjørdu teir kvetti: hollendska bryggjaríið Heineken keypti bryggjaríið frá teim- um fyri 2,8 mia.kr. Teir tríggir - feðgarnir og vinmaðurin - fóru nú heimaftur til Íslands at gera íløgur har. Teir keyptu seg fyrst inn í Eimskip - sum hevði rent Havskip hjá Björgólfi á heysin í kapp- ingini - og býttu felagið í fleiri deildir, so tað ikki skuldi vera einaráðandi á íslendska marknaðinum. Eisini keyptu teir 44% av partapeninginum í Lands- bankanum. Bankin keypti 25% av partapeninginum í tí nýggja felagnum Burda- ras, sum sonurin Björgólfur Thor Björgólfsson hevði stovnað. Hetta felagið keypti fyri kortum 10% av svenska íløgubankanum Carnegie. 17.000 aðrir íleggjarar eru í Burdaras og 13.000 aðrir eru í Landsbankanum, men tað eru feðgarnir og vinmaðurin, sum hava ræðið á báðum. Landsbankin eigur nógv í Straumi Invest, sum nú eigur 25% av partabrøvun- um í Magasin du Nord, og Straumur er eisini stórur partaeigari í Íslandsbank- anum, sum er triðstørsti banki í Íslandi. Kaupthing í Føroyum Í Føroyum hava vit mest hoyrt um Kaupthing, av tí at hesin bankin stovnaði í 2000 saman við Føroya Sparikassa felagið Kaup- thing Føroyar Virðisbræva- meklarafelag Pf. Hesin fíggjarstovnur hevur givið ráð og handlað við virðis- brøvum fyri kundarnar. Føroya Sparikassi er ikki uppi í hesi fyritøku longur. Fyri fáum døgum síðani keypti Kaupthing Bank hf. tey 49% av partapening- inum, sum Sparikassin átti, og nú eigur Kaupthing sostatt allan fíggjarstovnin. Sagt verður, at Kaupthing í Føroyum ætlar hereftir í størri mun enn higartil at bjóða føroyskum vinnulívi bankatænastur. Samstundis keypti Spari- kassin partin hjá Kaupthing í Kaupthing Bank A/S í Danmark. Sparikassin seldi síni partabrøv í Kaupthing Búnaðarbanka fyri 173 mió.kr. Vinningurin uppá partabrøvini var 132 mió.kr, harav 79 mió.kr. eru inntøkuførdar í ár, stendur á heimasíðuni hjá Sparikass- anum. Har verður eisini greitt frá, at hesin danski bankin hevði pr. 30. juni 2004 ein javna uppá 1.032 mió.kr. Yvirskotið fyrra hálvár í ár var 7,3 mió.kr. og egin- ognin 128 mió.kr. Tað ljóðar alt so væl og er vónandi eisini í lagi. Per- sónliga kann eg ikki lata vera við at kenna eitt sindur av skriða um kroppin, tá føroyskar fyritøkur fara út í verðina at spæla stórar. Fleiri enn færri dømi eru um, at tað hevur ikki ging- ist so væl. Skriðin minkar ikki, tá eg hugsi um, at vit hava fyri ikki so mongum árum síðani upplivað í Før- oyum, at bankar hava selt og keypt partabrøv síná- millum. Við heldur vána- ligum avleiðingum. Altjóða Kaupthing Virksemið, sum Kaupthing hevur í Føroyum, er bara ein evarska lítil partur av virkseminum hjá hesari fyritøku. Íslendski Kaup- thing-banki varð stovnaður í 1982. Tað vóru 7 einstak- lingar, teirra millum ein al- tingsmaður og ein profess- ari á Háskóla Íslands, sum stovnaðu eina lítla fíggjar- fyritøku við 4-5 starvs- fólkum, sum keypti og seldi lánsbrøv og annað. Nøvn á stovnarunum havi eg ikki fingið, men teir eru eisini allir keyptir út síðani. Fyritøkan fór at vaksa fyrst í 1990-árunum, og nýggj fólk komu inn. Í 2003 varð Kaupthing-bank- in lagdur saman við Bún- aðarbankanum, sum varð stovnaður í 1930-árunum, og tá gjørdist Kaupthing nógv tann størsti av sínum slag í Íslandi. Eftir fáum árum er Kaupthing Bún- aðarbankin vorðin størsti banki í Íslandi og hevur breitt virksemi sítt til onnur lond, serliga Norðurlond, men eisini suðuri á evrope- iska meginlandinum, í Bretlandi og USA. Í dag eru 20 stórir partaeigarar í Kaupthing og haraftrat nógvir smáir. Tríggir teir størstu eru: Meiður ehf (16,98 % av partapening- inum), Egla hf (10,88 %) og Arion hf. Kaupthing hevur skriv- stovur í New York, London, Danmark, Føroyum, Finn- landi, Noregi, Svøríki, Luxemburg og Sveits. Tilsamans arbeiða 1600 fólk hjá bankanum. Bankin telist millum 8 teir størstu í Norðurlondum. Konsernsjefur í Kaup- thing er Hreidar Már Sigurðsson. Hann sigur, at skuldi virksemið hjá bank- anum økjast var neyðugt at fara út um landamark. Tá árið 2002 er undan- tikið er BTÚ (Brutto Tjóðar Úrtøkan) í Íslandi vaksin 5% tey seinastu árini. Fiskivinnan hevur havt trupulleikar, og vøksturin kemst tí serliga av fram- gongd í ferðavinnuni og fíggjarvinnuni. Sambært Financial Times er mark- naðarvirðið hjá Kaupthing í dag 3,1 mia. evrur, sum svarar til 23 mia.kr. í okk- ara peningi. Teir seinastu 18 mánaðirnar er virðið á virðisbrævamarknaðinum økt 400%. Ognirnar eru um 130 mia.kr, og yvirskotið 9 teir fyrstu mánaðirnar í 2004 var umleið 1 mia.kr. Tað er ein vøkstur uppá 130,5% sammett við sama tíðarskeið í fjør. Í áttati- og nítiárunum liberaliseraði íslendska stjórnin so við og við fíggjarheimin, og tað skapti grundarlag fyri tí økta virk- seminum hjá Kaupthing. Hreidar Már Sigurðsson sigur, at í sambandi við liberaliseringina hendi eitt ættarliðsskifti í vinnuni. Tað nýggja ættarliðið fekk sær útbúgving uttanlands, og tí hevur borið so væl til hjá Kaupthing at víðka virksemi víða um lond. Nevndarformaður í Kaupthing bankanum er Sigurður Einarsson. Hann ferðast 200 dagar um árið, og fyri at hava tað lættari at røkka norðurlendskar og evropeiskar høvuðsstaðir, flutti hann herfyri til Lond- on at búgva. Hann roknar við at vera nógv færri dagar burturstaddur nú. Pápin var sendiharri í Danmark, og tí var laga- manni hjá Sigurði at lesa til cand. polit. á universitetin- um í Keypmannahavn. Hann hevði framíhjástarv í Den Danske Bank, meðan hann las, og tá hann var liðugur, fekk hann fulltrúa- starv har. Eftir 9 árum vendi hann heimaftur, fekk starv í ein- um lítlum banka fyrst og Nr. 240 • mikudagur • 15. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo