Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 15. desember 2004 21 síðani í Kaupthing, har hann skjótt varð fluttur fram í starvi. Saman við øðrum í leiðsluni legði hann í 1998 eina strategi, sum miðaði eftir, at Kaup- thing skuldi økja sítt virk- semi uttan fyri Ísland. Síð- ani hevur bankin yvirtikið ein hóp av fyritøkum í ymsum londum. Tað nýggjasta er, at Kaupthing hevur yvirtikið danska vinnubankan FIH, ið er umleið líka stórur sum íslendski bankin sjálvur. Keypsprísurin var 7,2 mia.kr. Stutt eftir keypið læt FIH deildir upp í Malmø og Stockholm. FIH veitir ikki einstaklingum lán, men veitir miðallong lán til fyritøkur. Útlánini hjá FIH eru 55 mia.kr. Tey seinastu 5 árini hevur yvirskotið ligið millum 600 og 850 mió.kr. Bankin tek- ur ikki móti innlánum, men útvegar pening til útlánini við lánsbrøvum, sum verða seld íleggjarum. Áðrenn Kaupthing seldi Føroya Sparikassa sín banka í Keypmannahavn, var nakað av virkseminum hjá hesum banka flutt yvir til FIH-bankan. Bankakeyp í Noregi Kaupthing er størsti ís- lendski bankin, men eisini aðrir íslendskir bankar og fyritøkur gera vart við seg á marknaðinum í øðrum londum. Fyri kortum hava bæði Kaupthing og Íslands- bankin keypt norskar bank- ar. Hreidar Már Sigurðs- son, stjóri í Kaupthing, sig- ur, at eftir trimum til fimm árum ætlar bankin at hava somu støðu í Noregi sum í Danmark og Svøríki. Hann sipaði til, at Kaupthing sum nevnt keypti FIH-bankan í Danmark fyri kortum og JP Nordiska í Svøríki fyri tveimum árum síðani. Mál- ið er at gerast størsti íløgu- banki í Norðurlondum. Í fjør keypti Kaupthing eina lítla norska meklarafyri- tøku, Sundvall, fyri at koma inn á norska markn- aðin. Hreidar Már Sigurðsson sigur við Aftenposten, at næstan dagliga ringja norð- menn til teirra og vilja hava teir at keypa okkurt - mekl- arafyritøkur, bankar og annað. Íslandsbankin hevur keypt KredittBanken í Åle- sund. Stjórin Bjarni Ár- mansson sigur, at Íslands- bankin miðar eftir at gerast størsti fiskivinnubanki í Norðurlondum. Íslands- bankin hevur fíggjað ís- lendska fiski- og sjóvinnu í 100 ár. Í summar stóð bankin á odda fyri einum syndikati við DnB NOR og Nordea, sum lænti Norway Seafood hjá Kjell Inge Røkke 300 mió.nkr. Norska fiskivinnan hevur havt tað trupult tey seinastu árini, og tað hevur Kreditt- Banken eisini. Marknaðar- virðið hjá Íslandsbanka er umleið 12 mia.kr. Ognar- virðið er umleið 50 mia.kr, og 9 teir fyrstu mánaðirnar 2004 var yvirskotið 890 mió.kr. Baugur Group Eitt annað íslendskt fíggj- arfelag, sum er skrásett á virðisbrævamarknaðinum, kallast Baugur Group. Jón Asgeir Jóhannesson, stjóri, og skyldfólk hansara hava ræðið á fyritøkuni. Næst- størsti partaeigari er Kaup- thing. Yvirskotið hjá felag- num í fjør var umleið eina miljard. Eginognin er 3 mia.kr. Baugur fíggjar fyrst og fremst tænastuvirksemi, smásølu og fastognir í Ís- landi, Skandinavia og Bret- landi. Umsetningurin er 11 mia.kr., og meira enn 10.000 fólk arbeiða hjá Baugur. Eitt yvirlit yvir nakrar av teimum stóru handlunum tvey tey seinastu árini sær soleiðis út: Í mars 2003 keypti Baug- ur heimskendu ensku leiku- ketuna Hamley fyri 600 mió.kr. Í oktober 2003 keypti felagið ensku mótaketuna Oasis fyri 1,6 mia.kr. Kaupthing eigur 12% av partapeninginum. Í januar 2004 skipaði fíggjarstovnurin fjølmiðla- fyritøkuna Norðlýsi. Hon gjørdist størsta fjølmiðla- fyritøka í Íslandi við út- varps- og sjónvarpsstøðum og trimum dagbløðum. Í mai 2004 keypti Baugur ensku gimsteinaketuna Goldsmith fyri 1,2 mia.kr. Í sama mánaði seldi Baugur síni 21% av parta- peninginum í Icelandair fyri 400 mió.kr. Í juni varð enska móta- ketan Karen Miller keypt fyri 1,3 mia.kr. Í september bjóðaði Baugur umleið 1 mia.kr. fyri kvinnuklædnaketuna Hobbs, men Hobbs seldi øðrum keypara. Í sama mánaði keypti dótturfelagið Norðlýsi 35% av fartelefonfelagnum Vodafone Og. 1. oktober keypti Baugur 10,5% av Vodafone Og. Í oktober seldi Baugur 90% av Norðlýsinum til Vodafone Og fyri 350 mió.kr. Í november varð so Magasin du Nord keypt fyri 500 mió.kr. og enska móta- ketan Mk One fyri 600 mió.kr. Í desember hevur Baugur bjóðað sær til at keypa restina av Big Food Group, har teir frammanundan eiga 22%. Tey 78% kosta 2,7 mia.kr. Í hesum mánaðin- um hevur Baugur eisini bjóðað upp á skóketuna LK Bennett. Kostnaðurin verð- ur væntandi 800 mió.kr. Ikki øll eru væl nøgd Í Íslandi sum í Føroyum og øðrum smáum samfeløgum ganga somu nøvn mangan aftur. Eitt dømi er ein av nevndarlimunum í Kaup- thing, Finnur Ingolfsson. Hann var í mong ár al- tingsmaður fyri Framsókn- arflokkin. Síðst í nítiárun- um var hann vinnumála- ráðharri og hevði tá ar- beiðið við at liberalisera íslendska fíggjarheimin um hendi. Í 1999 varð hann ein av trimum tjóðbankastjórum, sum skuldu syrgja fyri, at íslendski búskapurin ikki skuldi verða yvirupphit- aður, og í 2001 tók hann við sum umsitingarstjóri í tryggingarfelagnum VIS. Hann hevur verið virkin innan íslendsku samvinnu- rørsluna, og umboðandi hana er hann nevndarlimur í Kaupthing. Hann tekur tó ikki fult út undir við vakst- rarstrategiini hjá bankan- um. Tí seldi tryggingarfe- lagið VIS og lívstrygging- in, sum hoyrir til, øll partabrøvini í Kaupthing í oktober í ár fyri 80 mió.kr. Hann er ikki einsamallur um at vera ivasamur. Tað hevur eisini elvt til mikla ónøgd, at leiðslan í Kaup- thing hevur vunnið nógvan pening persónliga gjøgnum banka- og annað virksemi hjá Kaupthing. Í oktober teknaði bankin nýggjan partapening, og tá tryggj- aðu 14 leiðarar í bankanum sær sjálvum 250.000 nýggj partabrøv. Tilsamans eiga teir nú partabrøv fyri 750,3 mió.kr. (í okkara peningi) í bankanum. Størsti innanhýsis eigari er sjálvur nevndarformað- urin, tann 44 ára gamli Sigurður Einarsson. Hans- ara partabrøv í Kaupthing eru 99,6 mió.kr. verd. Næststørsti innanhýsis eigari er umsitingarstjórin Hreidar Már Sigurðsson, sum er 34 ár. Hann eigur partabrøv fyri 79 mió.kr. Tann í leiðsluni, sum eigur minst, eigur partabrøv fyri 17,5 mió.kr. Undir serligum umstøð- um fekk leiðslan haraftrat forkeypsrætt at keypa 5 miljónir partabrøv aftrat, harav hevði nevndarfor- maðurin Sigurður Einars- son meira enn 4 miljónir av óbrúktum forkeypsrætti. Í fjør hjálpti Sigurður Einarsson felagnum Baug- ur og eigaranum og stjóran- um Jón Asgeir Jóhannesson út úr íslendska virðisbræva- marknaðinum í sambandi við eina kreppu. Baugur kom í trupulleikar eftir at hava gjørt íløgur í fleiri hundrað discounthandlar í USA. Aftaná yvirtók Kaup- thing 19,8% av partabrøv- unum í Baugur, men seldi herfyri 8,26% aftur. Spekulasjónirnar hjá leiðsluni í Kaupthing fingu ilt í núverandi íslendska uttanríkisráðharran, fyrr- verandi forsætisráðharran Dávið Oddson. Tað var í hansara stjórnartíð, at ís- lendska samfelagið var liberaliserað sum ongantíð, eisini fíggjarheimurin. Við einum hópi av jour- nalistum í hølunum fór hann til gongu úr Alting- inum til eina bankadeild hjá Kaupthing og tók tær 400.000 krónurnar út, sum hann átti í bankanum, og setti tær í ein annan banka. Nøkur hundrað fólk gjørdu sum hann, men herferðin dovnaði, tá Kaupthing lovaði at taka skipanina við forkeypsrætti av. Fíggjareftirlitið stúrir Nú hevur íslendska Fíggj- areftirlitið eisini gjørt vart við sín ampa av virksemin- um hjá íslendsku bankun- um. Tað, sum serliga nervar Fíggjareftirlitið, er, at bankavirksemi og handils- virksemi eru vavd so nógv saman. Felags ognarvirð- urskifti millum bankarnar og tær fyritøkur, teir læna til, økja munandi um vand- an fyri tapi, sigur Fíggjar- eftirlitið. Í einari frágreiðing um íslendska fíggjarheimin skrivar Fíggjareftirlitið: “Tann spurningur hevur tikið seg upp, um ein bólkur av lántakarum er saman- bundin á ein slíkan hátt, at gjaldsevni teirra kann met- ast sum ein einstakur váði. Í summum førum hevur Fíggjareftirlitið orsøk at halda, at slík sambond hava økt váðan út um loyvd mørk”. Í Danmark verður víst á, Reykjavík við sínum ríka banka- og handilslívi Framhald á næstu síðu