mikudagur 15. desember 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 240 - 15. desember 2004
at samanvavstur av banka-
og handilsvirksemi var or-
søkin til, at Landmands-
bankin kom í trupulleikar í
1922. Við lóg varð henda
mannagongd forboðin tá,
og somu reglur eru gald-
andi enn í dag fyri bankar
og bankastjórar. Í flestu
ídnaðarlondum er saman-
blanding av bankum og
vinnulívi forboðin, men tað
er tó framvegis loyvt eitt nú
í Týsklandi og Japan. Eisini
í hesum báðum londum eru
myndugleikarnir í iva um
tað rætta í skipanini.
Tá íslendingar herfyri
keyptu Magasin du Nord,
vóru fleiri í danska fíggj-
arheiminum
ivasamir,
hvussu haldgóð íslendska
ekspansjónin víða um lond
er, men ongin hevur viljað
lagt navn til ivan. Ein kelda
sigur
við
Berlingske
Tidende:
“Tað er sera trupult at
skilja, hvat tað er, sum
hendir. Ivaleyst hevur Ís-
land ein sterkari búskap,
enn vit vanliga halda. Har
er ikki bara fiskur. Man tá
tað er sagt, muga vit eisini
siga, at íslendsku bankar-
nir tykjast at hava sagt
tyngdarlógini farvæl.”
Keldan sipaði til, at kurs-
irnir á partabrøvum í ís-
lendskum bankum rúka
uppeftir við fúkandi ferð.
Partabrøvini hjá Kaupthing
eru hækkað 100% í ár. Tað
hevur við sær, at bankarnir
kunna tekna nýggjan parta-
pening við høgum kursi, og
tí gerst tað lætt at keypa
Magasin du Nord og aðrar
stórar fyritøkur.
Casper Rose á Handils-
háskúlanum í Keypmanna-
havn sigur, at tá leiðslan í
einum banka sjálv eigur
nógv partabrøv er vandi
fyri, at hon arbeiðir við
stutttíðarvøkstri í huga. Tað
kenna vit frá mongum
skandalumálum í USA, har
leiðslan hevur virkað fyri at
fáa stóran vinning skjótast
gjørligt, so at leiðararnir
hava kunnað loyst sín for-
keypsrætt inn, sigur hann.
Her skal tó viðmerkjast, at
skipanin við forkeypsrætti
sum nevnt er tikin av í
Kaupthing.
Tríggir teir størstu bank-
arnir í Íslandi - Kaupthing,
Íslandsbanki og Lands-
banki - viga tungt á ís-
lendska virðisbrævamarkn-
aðinum við sínum egnu
partabrøvum. Tað eru ikki
meira enn 40 fyritøkur
skrásettar á hesum virðis-
brævamarknaði.
Teirra
marknaðarvirði er tilsam-
ans umleið 42 mia.kr.
Um allan heim falla kurs-
irnir á virðisbrævamarkn-
aðinum. Uttan í Íslandi, og
tað ger íslendingar førar
fyri at fara víða um lond og
keypa fyritøkur, sum stór-
kapitalurin í teimum stóru
londunum himprast við at
keypa.
Tað ljóðar sum eitt ævin-
týr? Men fer tað at halda?
Er tað eitt ævintýr í
kyksendi?
Einaferð høvdu danir eitt,
sum kallaðist Nordisk Fjer,
og sum ekspanderaði vilt.
Tann bløðran brast, og
síðani hevur Nordisk Fjer
verið nýtt sum ræðing og
ávaring í fleiri londum.
Vónandi verður endin
ikki, at frændur okkara ís-
lendingar fáa ein framm-
aná, ið líkist Nordisk Fjer
ella kjaftfiskinum, vit fingu
fyri 10-15 árum síðani.
Keldur
Berlingske Tidende:
3.12 Eigil Evert: Kapitalisme på
islandsk
3.12 Eigil Evert: Banktilsyn
bekymret for islandske banker
3.12 Baugur Group
4.12 Ole Mikkelsen: Frygt for
kortsigtede interesser i
Kaupthing Bank
4.12 Eigil Evert: Hurtige
kasketskift på Island
4.12 Eigil Evert: Bankfolk
scorer kassen på vækst
6.12 Ole Mikelsen: Flyvende
formand fra Island
9.12 Ole Mikkelsen og Eigil
Evert: Islændinge sender FIH
mod øst
Aftenposten:
28.8 Nye børs-eventyr i vinte
på sagaøya
28.10 Kaupthing Banks
delårsrapport januari-
september 2004
1.11 Peter Markovski: Må ut
for å vokse
1.11 Peter Markovski:
Islandske banker vil tage
Norge
Heimasíðan hjá Kaupthing í
Íslandi og Føroyum
Heimasíðan hjá Baugur
Heimasíðan hjá Føroya
Sparikassa 22.11
22.11 FIH Erhvervsbank: Salg av
Kaupthing Bank A/S i Danmark
13.12 Eftir áheitan frágreiðing frá
Per Højgaard í Føroya Sparikassa
um stovnan av Kaupthing og
ognarviðurskifti
Framhald av síðu 21
Hóast nógvur upsi er
komin upp á land
seinastu tíðina, og
upsaprísurin harvið
hevur verið rættiliga
lágur, skapar fiskurin
nógv arbeiði á virkj-
unum kring landið.
Seinasta leygardag
arbeiddu tey á trim-
um virkjum hjá
Føroya Fiskavirking
fyri at fáa tann nógva
upsan undan
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í seinastu viku kom rætti-
liga nógvur upsi upp á land
kring landið. Hetta gjørdi,
at tað av álvara stóð á hjá
virkjunum at taka ímóti, og
sum skilst var lítið at heinta
við sølu av fiskinum uttan-
lands, tí heldur ikki har
fekst nakar serligur prísur.
Upsin hevur leingi verið
rættiliga smáur, men í heyst
hevur hann verið heldur
frægari til støddar, tó at
miðalvektin í eini upsalast
sjáldan liggur omanfyri 2
kilo fyri hvønn fiskin.
Ein bati var at hóma í
upsaprísinum fyrr í heyst,
og prísurin hevur ligið um
3,50 krónur fyri kilo. Men
nú útboðið gjørdist so
ógvuliga stórt, fall prísurin
í summum førum heilt
niður í 2 krónur fyri kilo.
Og tað er rættiliga lágur
prísur hjá skipum og mann-
ingum.
Sum skilst, eru nøkur av
upsaskipunum, sum land-
aðu í síðstu viku, farin á
Íslandsryggin at royna eftir
hvítum fiski fyri at vita, um
tað kann geva nakað, nú
prísurin á toski hevur verið
góður.
Arbeiddu leygardagin
Jákup Eli Thomsen, virkis-
leiðari á Fiskavirking í
Vestmanna, sigur, at tað
rættiliga stóð á hjá virkj-
unum at fáa upsan, sum
kom upp á land í síðstu
viku, undan.
- Trý av virkjunum hjá
Føroya Fiskavirking – virk-
ini í Vestmanna, Havn og
Saltangará – arbeiddu øll
seinasta leygardag, og í
Vestmanna arbeiddu tey í
tvey-skiftivakt.
Hann sigur, at á virkinum
í Vestmanna arbeiða tey
burtur av í tvey-skiftivakt,
og stívliga 50 fólk eru á
hvørji vaktini.
- Vit leggja dent á at virka
upsan til portiónir, men
nakað fer eisini í blokk – alt
eftir, hvussu fiskurin er til
dygdar.
Jákup Eli sigur, at virkið í
Vestmanna arbeiðir eini
150-160 tons av upsa um
vikuna, men hetta avhongur
av, hvussu miðalvektin er.
- Tað er ógvuliga fáir
dagar, har miðalvektin á
fiskinum liggur omanfyri 2
kilo. Gjarna er vektin
niðanfyri – og onkuntíð
heilt niðri á 1,4 kilo í miðal.
Síðan Jákup Eli Thomsen
tók við leiðsluni á virkinum
í Vestmanna, 1. oktober í ár,
hevur ikki tann stóra broyt-
ingin verið í støddini á
upsanum.
- Men eg havi skilt, at
fiskurin
var
uppaftur
smærri í vár, sigur hann.
Nógvir arbeiðstímar
Hóast upsin framhald-
andi er smáur, og prísirnir
vóru í botni í seinastu viku,
so gevur fiskurin kortini
nógvar
arbeiðstímar
á
virkjunum.
- Vit arbeiða sum nevnt í
tvey-skiftivakt, og eg haldi
ikki, at nakar dagur er
dottin burtur ímillum, síðan
eg byrjaði á virkinum fyri
hálvum triðja mánaði síð-
an.
Hann sigur, at nú nøkur
av upsaskipunum fóru á
Íslandsryggin at royna eftir
hvítum fiski, kann henda,
at onkur lítil steðgur verð-
ur, men tað er ikki vist.
- Síðan eg byrjaði í Vest-
manna, hevur verið neyð-
ugt at arbeitt einar tveir ella
tríggjar leygardagar, tá ið
mest hevur verið at gera.
Jákup Eli Thomsen sigur,
at virkið hjá Fiskavirking í
Vestmanna hevur gott og
støðugt arbeiðsfólk, men
hann kundi hugsað sær at
havt nakrar royndar rein-
skerarar aftrat.
Upsin gevur
nógvar
tímalønir
- Vit hava gott og støðugt arbeiðsfólk, men eg kundi hugsað mær, at vit høvdu nakrar royndar reinskerarar aftrat, sigur nýggi
virkisleiðarin á Fiskavirking í Vestmanna, Jákup Eli Thomsen