hósdagur 28. november 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
6
Tað eru tey, sum royna at broyta
hesa støðu, og ein av hesum er
verkætlanin Spinnaríið Mona.
Ullin skal koma til høldar og
góðskumennast, hon skal kunna
brúkast frá innast til uttast, og
ikki minst so eiga vit at tryggja,
at kunnleikin til ullarhandverkið
ikki hvørvur, sigur Olga
Biskopstø, verkætlanarleiðari
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
S
íðan fyrstu fólkini settu
fótin á land í Føroyum,
hevur tað verið tørvur
og ein stremban eftir at
brúka og virka ta føroysku ullina.
Tí hava vit orðatakið “ull er Føroya
gull”.
Men hetta tykist so langt síð
ani. Í dag verður stórur partur av
ullini sæddur sum burturkast. Tað
er lættari at framleiða og keypa ull
uttanlands, og bóndin fær lítið
burtur úr at lata sína ull.
Tað eru tey, sum royna at
broyta hesa støðu, og ein av hesum
er verkætlanin Spinnaríið Mona.
- Okkara sjónarmið er, at ullin
skal koma til høldar og góðsku
mennast, hon skal kunna brúk
ast frá innast til uttast, og ikki
minst so eiga vit at tryggja, at
kunnleikin til ullarhandverkið
ikki hvørvur. Hetta skylda vit
okkara eftirkomarum og okkara
umhvørvi – og tí eru vit so áhaldin
við at fáa verkætlanina Spinnaríið
Mona í gongd, sigur íverksetin í
lýsing av verkætlanini.
Og kvinnan handan verkætl
anina er 62 ára gamla Olga Biskop
stø úr Klaksvík, sum altíð hevur
havt stóran áhuga fyri føroyskari
ull og tógvi.
- Omma og abbi mín í Fuglafirði
vóru bøndir, og omma gjørdi nógv
burturúr at garva skinn og at fáa
ullina nappaða og síðani senda
hana til Tøting ella til Monu at
spinna, sigur hon.
Ein long verkætlan byrjar
Í veruleikanum byrjar søgan
handan verkætlanina fyri góðum
17 árum síðani, tá Maria Klein
leggur upp til, at hon og Olga
saman fáa spinnaríið hjá Monu
Olsen á føtur aftur. Maria Klein
er systurdóttir Monu Olsen, sum
í mong ár arbeiddi við at gera før
oyska tógvi til fyrsta floks tógv, og
hon er eisini gumma Olgu. Í eina
tíð eru tær nógv saman við Monu
og samla saman kunning gjøgnum
samrøður við hana um lívið sum
spunakona.
- Mona segði alla tíðina, at hon
var ómetaliga áhugað í, at Spinn
aríið helt fram, tá hon legði frá
sær, tí hon helt, at tað var synd,
at lívsverk hennara steðgaði har.
Hon helt, at hon hevði so mikið
nógvar royndir í at gagnnýta før
oysku ullina og gera hana til tógv.
Hon hevði roynt at skrástt sjálv
– hvat hon hevði gjørt og hvussu
hon fekk besta úrslitið burtur úr
ullini – og hon ynski mest av øllum
at føra vitanina víðari til komandi
ættarlið, sigur Olga Biskopstø frá.
Olga arbeiðir við gransking, so
áhugin í hesum var har alt fyri eitt,
og longu tá byrjar snakkið um at
yvirtaka Spinnaríið.
- Vit fóru longu tá at skráseta
royndirnar hjá Monu. Hon hevði
lagt spunnið tógv og nakað av ull
ini hon hevði nýtt í ein kassa við
einum seðli, har hon hevði skrivað,
hvussu hon hevði fingið júst ta
góðskuna av tógvi. Tað var gjørt
á ein einfaldan hátt, og sumt var
skrivað á kaffifiltur, sigur Olga
Biskopstø flennandi.
Fíggjarligar avbjóðingar
Í 2004, júst í hesum tíðarskeiðnum
tá tær tríggjar sita og skráseta,
doyr Mona, og búgvið verður gjørt
upp. Olga Biskopstø, Maria Klein
og trý onnur ulláhugaði keypa tá
Spinnaríið úr búnum hjá Monu.
- Í uppstartinum høvdu vit vón
um fígging til rakstur, men tað
fingu vit ikki, sigur hon.
Tær byrjaðu tá at læra fólk upp
Spinnaríið Mona:
– soleiðis var tað einaferð!
Vit hava brúkt
so nógva tíð
og orku upp á
at fáa húsið
umvælt og klárt,
at nú tá tað er
liðugt er torført
at finna fígging
til Spinnaríið
Mona, sum er
eitt millumting
millum mentan
og vinnu
ULL ER FØROYA
Mona Olsen arbeiðir við eina av maskinum á gamla Spinnarínum