hósdagur 28. november 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
7
á Spinnarínum í Víkunum í Klaks
vík, sum tá kallaðist Filana og fóru
eisini í gongd við at umvæla húsið.
Hetta var alt kostnaðarmikið, og
lønir og rakstur varð bert rindað
úr yvirskotinum av søluni. Hetta
megnaðu tær ikki og søktu tí allar
hugsandi grunnar um stuðul.
Hetta uttan úrslit.
Toymið spurdi í fleiri grunn
um, sum tá bert vildu fíggja stór
um verkætlanum. Eftir fíggjar
kreppuna í 2007-2009 fóru fleiri av
hesum grunnunum á húsagang.
Toymið fær tó onkrar stuðlar tá,
og millum teirra er tánevndi Eik
banki, og Spinnaríið verður eisini
partur av verkætlanini Écono
musée, sum er konseptið, sum
Spinnaríið Mona byggir á.
- Tá tánevndi Eik banki síðani
fór á húsagang, misti Spinnaríið
bygningin og maskinurnar.
Vit stóðu har við ongum bygn
ingi, ongum maskinum men bert
eini spennandi verkætlan, sigur
hon frá.
- Vit vóru nógv, sum harmaðust
sáran um, at nýggja ætlanin við at
knýta spinnarí og ferðvinnu sam
an skuldi fara fyri bakka, leggur
hon aftrat.
Lukkutíð fingu tey keypt
maskinurnar úr húsinum í 2011,
og síðani varð smápartafelagið
Knitting Faroes stovnað, so tey
fingu fíggjað flytingina av mask
inunum.
Um hetta mundið stóð Spinn
aríið á Borðoyavík tómt, og komm
unan átti bygningin. Á fundi við
kommununa verður avgjørt, at
maskinurnar og Économusée
skulu flytast niðan í gamla Spinn
aríið á Borðoyavík. Um somu tíð
hevur Ólavur Poulsen eisini tosað
við kommununa um at nýta loftið
til bátaverksmiðju.
Síðani fer fyrireikandi arbeiði
í gongd, soleiðis at fígging kann
skaffast til verkætlanina, og
húsið, sum er í sera ringum standi
kann umvælast við tí í mentu, at
tað skal gerast spinnarí og báta
verkstaður.
Tað eydnast so til síðst at fáa
fígging til húsið og fáa húsið um
vælt. Á leið hálvonnur millión
vórðu lætnar frá privatum stuðl
um, tríggjar milliónir frá komm
ununi umframt eitt lítið bankalán,
greiðir hon frá.
Húsið verður gjørt til grunn, og
innihaldið er sjálvstøðugt. Uppi
á loftinum er eitt áhugafelag,
og í neðra er smápartafelag. Tað
merkir, at tað sum skal inn í húsið
er óheft at húsinum, sum hevur
sín egna rakstur.
Nú er Spinnaríið Mona eitt
privat virki, sum flytir inn í eini
hús, sum eru ein grunnur, og av
tí sama hevur Spinnaríið Mona
einki at seta í veð og fær tí heldur
ikki tikið lán.
- Vit hava brúkt so nógva tíð og
orku upp á at fáa húsið umvælt og
klárt, at nú tá tað er liðugt er tor
ført at finna fígging til Spinnaríið
Mona, sum er eitt millumting mill
um mentan og vinnu, sigur hon.
Olga Biskopstø valdi tí at
stovna eina hópfígging við vón um
at savna saman 200.000 krónur. 17
november lat hópfíggingin aftur,
og tá hevði verkætlanin fingið
258.090 krónur. Samlaða fíggingin
fyri verkætlanina er tó 1,4 milli
ónir, men hesar 258.090 krónur
nar seta veruliga ferð á seinasta
partin av verkætlanini, tí tað eru
fleiri grunnar sum siga, at teir eru
sinnaðir at fíggja, nú Spinnaríið
hevur stovnsfæ.
- Tí bleiv tað neyðugt at fáa
hópfíggingina byrjaða, sigur hon.
- Vit hava tríggjar møguligar
stuðlar, og vit vóna at fáa fíggjað
restina av verkætlanini á tann
hátt, so vit fáa byrjað í vár, sigur
Olga Biskopstø.
Tvey spinnarí
- Tað serstaka og serliga áhuga
verda við hesum tiltakinum er, at
vit sameina tvey søgulig spinnarí
í einum, sigur Olga Biskopstø. Hon
vísir á, at upprunaliga vóru hetta
hølini hjá Klakksvíkar Ullvirki, ið
J.F.Kjølbro setti á stovn í 1946 og
maskinurnar koma frá Norðoya
ullvirki, ið Mona Olsen setti á
stovn í 1966, tá Klaksvíkar Ull
virkið lat aftur.
Olga leggur dent á, at søgu
forteljing verður ein týdningar
mikil partur av virkseminum á
Spinnarínum Mona.
- Vit fara at fortelja ta gomlu
og ta nýggju søguna um, hvussu
okkara forfedrar virkaðu ullina,
bundu og sendu pløgg av landin
um, søguna um Kjølbro og virk
semi á Spinnarínum frá 1946 til
1966, og um íverksetaran Monu
Olsen og hennara arbeiði við at
gera føroyska tógvi til fyrsta floks
tógv, sigur Olga Biskopstø.
- Harumframt hava vit søguna
um føroysk bindingarmynstur,
sum Marius Debes og onnur hava
hjálpt okkum at varðveita, um lit
ing av ull, har millum annað Katr
ina á Trøllanesi hevur latið nógva
vitan eftir seg, og ikki minst søgur
um teknikkir í føroyskari binding,
um veving, knipling og annað
handverk, har ullin og góðskan
av tóvnum hevur havt avgerandi
týdning, sigur hon
- Hetta er alt týdningarmikil
partur av okkara siðaarvi og eigur
HVAT ER HÓPFÍGGING?
Ein og hvør við einum góðum
hugskoti til eina skapandi
verkætlan kann leggja sítt hugskot
út á Hópfíggingarportalin. Skaparar
av verkætlanum kunnu lýsa við
teirra verkætlanum á portalin við
teksti, myndum, uppgávulistum
og/ella sjónbondum.
Hvør verkætlan hevur
eitt fíggingarmið og eina
tíðarfreist, sum er ásett av
verkætlanarskaparanum. Aftur
fyri at pengar verða latnir,
bjóða skapararnir afturløningar.
Um fólkinum dámar eina
verkætlan, lata tey pengar til
verkætlanina umvegis gjaldskort.
Tá fíggingarmiðið verður rokkið
ella fer upp um lægst ásettu
samlaðu upphæddina, verður
upphæddin flutt av gjaldskortinum
til verkætlanarskaparan, tá ið
ásetta tíðarfreistin er farin.
Verður fíggingarmiðið ikki rokkið
innan fyri ásettu tíðarfreistina,
verða ongar upphæddir fluttar,
og verkætlanarskaparin móttekur
ongan stuðul (kelda:hopfigging.fo)
A GULL
SIÐBUNDIÐ
HANDVERK
UM AT
HVØRVA
Í fleiri londum eru fólk farin
at eftirlýsa siðbundnar
fakligar dygdir innan øll
handverk. Hetta merkir, at
fólk spyrja eftir vørum, ið
eru framleiddar við støði í
siðvenju og søgu. Tað er eisini
eftirspurningur eftir vørum,
ið er evnaðar til eftir gomlum
mynstri ella framleiddar við
siðbundnum amboðum. Her
hevur Economusée-konseptið
ein serligan fyrimun, tí
samstundis sum handverkið
verður varðveitt og ment, er
virksemið breitt og burðardygt.
Maskinur í framleiðsluni
Í Economusée-konseptinum
er tað ikki nøkur andsøgn í
at brúka maskinur í pørtum
av framleiðsluni. Tí kunnu
bæði grótvirkið og spinnaríið
vera við. Sum oftast verða
maskinurnar brúktar í pørtum
av framleiðsluni, meðan
hendurnar ella handamboð
verða brúkt í øðrum liðum í
tilevningini. Styrkin í at hava
bæði nýggj og gomul amboð
í arbeiðsgongdini er m.a. at
siga søguna um menningina av
handverkinum, men ikki minst
at geva íblástur til nýhugsan
við støði í tí siðbundna.
Snotiligi bygningurin Spinnaríið stendur nú nýumvældur
Framhald á síðu 8
Hon hevði roynt at skrástt sjálv – hvat
hon hevði gjørt og hvussu hon fekk
besta úrslitið burtur úr ullini – hon
ynski mest av øllum at føra víðari til
komandi ættarlið, hvussu føroyska ullin verður
handfarin
Endamálið fyri
Spinnaríið er at
vera mentanarhús
fyri siðbundið
handverk og list