hósdagur 28. november 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
8
at vera savnað, so at øll tey, sum
sita inni við vitan um alt hetta fáa
høvi at bera hana fram, leggur hon
dent á.
Nýggj trend og
virðið á ullini
Tað kann tykjast rangvørt, at
meðan vit í Føroyum burtur
beina stóran part av ullini, er
tað gravgangur eftir lokalari ull
í okkara grannalondum. Stórar
fyritøkur, sum til dømis Fjellreven
sóknast eftir lokalari ull, greiðir
Olga Biskopstø frá. Nærfram
leiðsla er vorðin ein trend. Um
hvørvisvernd og djóravælferð eru
eisini hugtøk, ið nógv taka í fullum
álvara. Fólk ynskja at vita, hvaðani
vøran stavar, og hvussu hon er
framleidd. Akkurát hetta ynski
fer Spinnaríið Mona at liva upp
til, tí framleiðslan verður lokal og
gjøgnumskygd frá bónda til tógv,
greiðir hon frá.
- At vit hava rávøruna millum
fingrarnar í allari tilgongdini ger
tað møguligt at ávirka og stýra
góðskuna – hetta verður vøru
merkið hjá Monu, sigur Olga
Biskopstø.
SÁLARSJÚK
Í dag eru tað Smiðjan á
Trøllanesi, Føroya Grótvirki, Joel
Cole Art, Tutl og nú Spinnaríið
Mona, sum eru við í føroyska
Économusée netverkinum og
onkur nýggjur er ávegis. Í okkara
grannalondum eru nógv onnur
handverk eisini umboðað
ECONOMUSÉE KONSEPTIÐ
ER BÝTT UPP Í SEKS:
1.
Móttøkan har handverkarin tekur ímóti, og
gestirnir verða bodnir væl komnir.
2.
Verkstova ella smiðja har tann vitjandi sær
framleiðsluna og framleiðslutólini.
3.
Framsýning, ið vísir søgu og tøkni aftan fyri og íkring handverkið.
4.
Nýmenning har ungdómur, listafólk og onnur eisini
fáa høvi at blíva partur av virkseminum.
5.
Dokumentatión, ið gevur atgongd at seta seg meira
inn í evnið til dømis rávøru, amboð og tøkni.
6.
Handil og kafé har tað er gjørligt at keypa av
framleiðsluni, og at njóta atmosferuna.
Hugmyndin handan Economusée er at:
•
Vísa fram livandi handverk og siðbundnan kunnleika
•
Varðveita mentan og siðvenju
•
Sameina mentan, búskap og ferðavinnu
•
Skipa ein mentanarligan bygnað fyri íverksetan
ÉCONOMUSÉE UPPRUNA
Í KANADA
Frá 2008 til 2018 bleiv Économusée konsepti bygt upp í
Norðuratlantiska økinum. Í Føroyum var tað Granskingardepilin og
seinni Setrið, ið stóð fyri verkætlanini, sum eisini varð fíggjað av
NORA og NPA. Tá verkætlanin endaði í apríl 2018, var áhugafelagið
Économusée Føroyar stovnað, ið arbeiðir fyri at menna siðbundið
handverk. Við gransking og royndum úr Kanada vísir tað seg, at
hetta kann lata seg gera, um tað verður bygt brúgv millum kunning,
handverkið og nýhugsan, og virksemi gerst partur av ferðavinnu.
- Hetta sóu vit sum ein møguleika hjá okkum, tí so kundu vit
fáast við ferðavinnu og spinning og harvið lata húsið upp siga
søguna, sum hoyrir til verkætlanina, sigur Olga Biskopstø.
At vit hava
rávøruna
millum
fingrarnar
í allari
tilgongdini ger
tað møguligt
at ávirka og
stýra góðskuna
– hetta verður
vørumerkið hjá
Monu
Mona Olsen arbeiðir við eina av maskinum á gamla Spinnarínum
Klakksvíkar Ullvirki, ið helt til í Spinnarínum
Framhald frá síðu 7