hósdagur 28. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
9
av.fo
Stuðul til uppihaldspening
fyri seinna hálvár 2019 -
umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihaldspening
fyri seinna hálvár 2019 saman við
kvittanum fyri goldnum barna-
ella hjúnafelagagjøldum, skal vera
Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6.
desember 2019.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna-
ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið
er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn
kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á
6. desember 2019 kunnu ikki væntast at
verða avgreiddar fyrr enn í juni 2020.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit
av gjaldsavgerð um barna- ella
hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini
ella samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt
at gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum
bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara undir oyðubløð.
Á heimasíðu okkara av.fo undir familja og
børn er meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2019
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í
2019, skal umsókn vera latin inn í seinasta
lagi 1. juli 2020. Verður umsóknin latin inn
seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum
upphæddum 2019 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er
tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin
inn rættstundis"
almannaverkið
STILLADS
BÍLIGA TIL LEIGU
GUTTORM MORTENSEN
TLF. 251160
ÍVERKSETANAR
STUDNINGUR
til listafólk í 2020
Mentanargrunnur Landsins kann lata listafólkum
íverksetanarstudning við støði í listaligum og fakligum
metingum.
Íverksetanarstudningur skal lætta um hjá evnaríkum
listafólkum, serliga ungum, at koma víðari við teirra
skapandi listaarbeiði. Studningurin kann nýtast til tilfar,
leigu av atelieri, námsferðir o.l.
Íverksetanarstudningurin er kr. 75.000 árliga og kann í
mesta lagi latast sama persóni í 2 ár.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 15. desember 2019.
Søkjast skal ígjøgnum heimasíðu okkara
www.mentanargrunnur.fo
Lützenstrøð 4 – FO-100 Tórshavn - tlf. 320842 – tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo - www.mentanargrunnur.fo
STARVSLØNIR
til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2020
Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum
starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum
av verkevni ella verkætlan.
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum
máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum
mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin
skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum
kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist,
bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast
við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis:
1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1
mánað til 12 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á
fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum er kr. 27.955,85
um mánaðin.
Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
sunnudagin 15. desember 2019.
Søkjast skal ígjøgnum heimasíðu okkara
www.mentanargrunnur.fo
Lützenstrøð 4 – FO-100 Tórshavn - tlf. 320842 – tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo - www.mentanargrunnur.fo
Sosia
SETHÚSAOGN Í SKOPUN
TIL SØLU
Vegna deyðsbúgv verður sethúsaognin matr. nr. 581
Sandur-Skopun, Skeravegur 9, 240 Skopun við
hesum lýst til sølu.
Húsaskoðan fæst við at venda sær til okkara.
Áhugaði kunnu venda sær til:
ADVOKATVIRKIÐ
Skansavegur 1, 100 Tórshavn
Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo -
heimasíða www.advokatvirkid.fo
Aðalfundurin 2020
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund í mars mánað 2020.
Nærri verður lýst seinni.
Nevndarval
Til tess at limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja
við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og
skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi
15. desember 2019
Aftaná 15. desember og fram til aðalfundin ber til at koma á
skrivstovuna at atkvøða,
Á aðalfundinum kunnu fleiri uppskot til nevndarlimir skjótast upp,
Nevndin