Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 138 10 EIRIKUR LINDENSKOV – Eg heiti á føroysku telefeløgini um heldur at velja amerikonsk ella evropisk feløg til 5G netið fyri at varðveita tamarhaldið undirstøðukervinum, sum hevur so stóran týdning. So greið er amerikanska sendi­ kvinnan, Carla Sands, sum er for­longdi armurin hjá Donaldi Trump, forseta, og amerikansku stjórnini í danska kongaríkinum. Hon sigur 5G netið fara at hava so stóra ávirkan á búskapin og á framtíð okkara, og at tað er sera vandamikið at lata hesa ábyrgd upp í hendurnar á einum felag, sum als ikki fylgir okkara reglum og normum. – Tað skal jú vera fólkið í Før­ oyum og ikki kinesiska stjónin, sum skal gera av, hvussu hendan lívsbroytandi tøknin fer at ávirka virði og samfelag okkara, sigur Carla Sands. Hon heitir tí í grein í Sosialinum í dag staðiliga á føroysku myndug­ leikarnar, Føroya Tele og á Føroya fólk um, at Føroyar steðga við sam­starvinum við kinesiska teler­ isan Huawei. Í greinini vísir Carla Sands á, at Føroyar longu eru bundnar av kinverkari tøkni frá Huawai til 4G net okkara. – Tað er sama felag, sum stend­ ur aftan fyri ta tøknina, sum Kina brúka í Xinjiang-landspartinum at kúga Uighur-muslimar, og sum verður brúkt av øðrum eina­ ræðis­stýrum í Iran, Venezuela og í Norð­urkorea, sigur hon, og heldur fram: – Sannleikin er, at kinesiski tøkni­útflutningurin er beinleiðis vanda­mikil fyri keyparan. Tá lond bjóða út sítt viðkvæma undir­ støðu­kervi til Huwawei, ZTE og onnur kinesisk feløg, so góðtaka tey at arbeiða undir kinesiskum komm­unista-treytum. – Tey, sum ikki góðtaka hesi krøv, og sum til dømis stuðla manna­rætt­inda-kravgongum í Hong Kong, ella blaðstjórar, sum av­dúka korruptión og mutur í Fólka­lýðveldinum Kina, eru veru­ liga í vanda og kunnu vænta sær Carla Sands • 13. oktober 1960. Fødd Carla Herd • 1987: Yrkisleið sum sjónleikari byrjar. Spælir millum annað við í fleiri pørtum av sjónvarpsrøðini »Glamour«. • 1990-99: Praktiserandi kiropraktor • 1998: Giftist við Fred Sands, ein gitin ongarseljari. Saman fáa tey dóttrina Alexandru. • 2015: Verður eftir at maðurin er deyður stjóri í fleiri av fyritøkum hansara • 2016: Stuðlaði Donald Trump undir valstríðnum • 15. desember 2017: verður ambassadørur hjá USA í Danmark DONALD TRUMP VIL HAVA FØROYA TELE AT VRAKA HUAWEI – Tit góðtaka at arbeiða undir kommunista-treytum, um tit samstarva við Huawei, sigur amerikanski ambassadørurin í Danmark