Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 138 11 Enn gera vit einki Landsstýrið hevur ikki givið Føroya Tele boð um at vraka kinesiska Huawei. Fyribils stóla tey upp á fregnartænastuna hjá danska herinum, sum ikki hevur mælt frá kinesisku tøknini EIRIKUR LINDENSKOV – Grundleggjandi spurningurin er, tá amerikanska sendikvinnan sigur hatta. Hugsar hon um trygarpolitikk ella hugsar hon um handilspolitikk. Vit vita, at Kina og USA kríggjast øgiliga handilspolitiskt, og Donald Trump setir allar møgu­ligar múrar upp. So hjá okkum er spurningurin, hvat er trygdarpolitikkur og hvat er handilspolitikkur, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ið sum slíkur er tann, ið vegna landsstýrið varð­ ar av Føroya Tele. – Sjálvandi fylgja vit væl við, tá vit hoyra slíkt, men sam­ stundis hyggja vit eftir, hvat Cyper Securety fergnar­tæn­ast­ uni hjá danska herinum sigur. Teir mæla ikki frá at brúka Huawei, sigur Helgi Abra­ham­ sen. – Og so leingi teir ikki gera tað, so veit eg ikki, hvussu nógv vit skulu lurta eftir am­ erik­onsku sendikvinnuni. Og fyri tað næsta, so hevur Hua­ wei lovað øllum, sum hava áhuga, at koma at hyggja eftir, hvussu teir gera, tí teir siga seg kunna prógva, at teir ikki fáast við njósn­ing, sigur lands­stýris­ mað­urin. – Men samstundis, so vita vit, at kinesiska stjórnin hevur fingið samtykt eina lóg, har teir kunnu áleggja øllum fyritøkum at njósnast fyri kinesiska statin. Og tað sigur seg sjálvt, at tað ræð­ir okkum, og vit fylgja við, hvat hendir víðari har. – So vit eru eitt sindur í bíði­ støðu, tí kemur nakað nýtt frá Cyper Securety, ella kem­ ur tað ikki. So leingi, sum teir ikki mæla frá tí, so fara vit so í hvussu so er ikki at blanda okk­um uppí, sigur Helgi Abra­ ham­sen. Eingin støða er tikin til enn at steðga ætlanunum at byggja út verandi 4G netið hjá Føroya Tele, sum eisini er frá Huawei, til G5. Helgi Abrahamsen leggur dent á, at hann heldur, at fregn­artænastan hjá danska herin­um er meira neutral, enn am­erik­anska sendistovan í Dan­mark. – Tað er so í hvussu er mín fat­an, men skuldu teir komið við eina aðrari fráboðan, so er støð­an ein onnur, sigur lands­ stýris­maðurin. Hann vísir á, at tað eru altíð fleiri áhugamál í slíkum, og at hann roynir at lurta eftir teim­ um, sum eru neutral. – Tað noyðast vit at gera, sigur hann. Spurdur, um hetta er mál, sum upptekur landsstýrið, sig­ ur Helgi Abrahamsen, at tað er tað. – Tað er jú við at blíva nakað nógv, eg eri spurdur um tað sama av útlenskum miðlum í dag, so tað er við at gerast eitt mál, sum fyllir nógv, sigur hann. Landsstýrismaðurin sigur seg ikki vita, hvørjar ætlanir Før­oya Tele hevur. Men í Dan­ mark hava telefeløgini valt Hua­wei frá – sjálvboðið, siga tey. Men tað veit lands­stýris­ mað­urin ikki rættiliga, um hann skal trúgva. – Tey siga at tað er av fíggj­ ar­ligum ávum, men tað er tað so slett ikki, tí Huawei er bæði betri og bíligari, sigur lands­ stýris­maðurin, sum heldur, at tað virkar sum um, at onkur hev­ur trýst onkran har. AMERIKANSKIR AMBASSADØRAR ERU POLITISKT SETTIR Amerikanski ambassadørurin í Dan­ mark, Carla Sands, tók við starvinum í deseber 2017. Hon er beinleiðis vald av Donald Trump, forseta. Her kanst tú lesa eitt sindur um am­erikanskar ambassadørar og siðin við politiskt útpeikaðum sendifólkum í mun til karrierudiplomatar, sum er vanligt í Danmark og í flestu evropisku londunum. • USA fekk í 1827 sítt fyrsta al­ menna umboð í Danmark. Løg­frøð­ingurin Henry Wheaton hevði eina fortíð sum millum annað limur í lokaltinginum í statinum New York. • Forsetin John Qunicy Adams sendi hann til Danmarkar fyri at samráðast um gjald fyri skip og vørur, sum USA helt, at Danmark av órøttum hevði lagt hald á. • Nógv tey flesty amerikansku sendifólkini í Danmark – og í flestu øðrum londum við – hava verið beinleiðis sett av for­set­an­ um. • Tað er púra vanligt í USA, at ein nýggjur forseti skiftir fleistu toppdiplomatarnar út. Fleiri hava verið kendir sum góðir fíggjarligir stuðlar hjá forsetanum. Soleiðis fór Rufus Gifford frá sum am­er­ ik­anskur sendiharri, tann dagin Donald Trump flutti inn í Hvítu Húsini, og Carla Sands tók við í desember í 2017. • Sambært uppgerð á heimasíðuni revolvy.com hava tað síðani 1907 verið fýra karrierudiplomatar og 27 politiskt útpeikaðir amb­ assa­dørar í Danmark. Her eru tey síðstu 10: – Carla Sands, peikað út av Donald Trump, foresta (republikanari). Hon leggur sítt virksemi fram fyri Margretu drotning 14. desember 2017. • Rufus Gifford, peikaður út av Barack Obama, forseta, (demokratur). 13. august 2014 - 20. januar 2017. • Laurie S. Fulton, peikað út av George W. Bush, forseta (republikanari). 3. august 2009 - 15. februar 2013. • James Cain, peikaður út av GeorgeW: Bush. 3. september 2001 til 16. januar 2005. • Stuart Bernstein, peikaður út av George W. Bush 3. september 2001 - 16. januar 2005. • Richard Swett, peikaður út av Bill Clinton, forseta (demokratur). 8. september 1998 - 6. juli 2001. • Edward Elliott Elson, peikaður út av Bill Clinton, forseta. 18. januar 1994 - 25. juni 1998. • Richard B. Stone, peikaður út av George H. W. Bush, forseta, (republikanari). 10. februar 1992 - 14. oktober 1993. • Keith Lapham Brown, peikaður út av George H. W. Bush, forseta. 8. januar 1989 - 16. januar 1992. • Terrence A. Todman, karrierudiplomatur. 17. november 1983 - 8. januar 1989. /ritzau/ Fakta: revs­ing og verða hótt búskap­ ar­liga, sigur am­erikanska sendi­ kvinn­an. – Um tú fremur tín rætt til talu­frælsi, fer kinesiski servarin so at virka? – Ella fer kinesiska stjórnin at brúka síni rættindi í kin­es­ isk­um lóg­um til at steingja tænastuna? – Hyggið bara, hvussu kin­ es­iska stjórnin hevur hótt og happað grann­ar tykkara í Nor­ eg og Svø­ríki, tá teir hava við­ urkent kin­esisk listarfólk, í at boðskaður teirra um at fremja frælsi og manna­rættindi ikki hóvaði komm­un­istaflokkinum í Kina, sigur hon. Carla Sands vísir á, at viss­ anin frá kinesiskum feløgum um privat­lív og talufrælsi er einki vert, tá einki felag í veru­ leikanum er privat­ogn undir kinesiskari lóg. Í grein 7 í tjóðskaparligu fregn­artænastulógini hjá Fólka­lýð­veld­inum Kina sendur mill­um annað: »Einhvør felagsskapur ella borg­ari skal stuðla, hjálpa og samstarva við statsligum fregn­ar­tænastuarbeiði sam­ bært lóg­ini, og hlada tjóð­ skap­ar­liga loyni­dóm­ar í fregn­ar­arbeiðinum, sum al­ menn­ing­urin hevur atgongd til«. – Við øðrum orðum, so kann eing­in kinesiskur orgari ella felag nokta einum boðum um at njósnast vegna kinesiskur stjórn­ina eins og avdúka, at hetta virk­semi er í gongd. Tað er heldur ikki møgu­ligt at nokta einum boðum um at sløkkja eina skipan. Í einum so víðgongdum umhvørvi er tað ómøguligt hjá einum kinesiskum felag at virka óheft av kinesiska trygd­ arapparatinum, vísir Carla Sands á. Hon vísir á, at Føroyar longu brúka Huawei-tøkni til okkara 4G-undirstøðukervi. – Men tit hava enn ikki tikið støðu til 5G. Hendan tøknin er eitt nýbrot og fer uttan iva at risastóra ávirkan á samfelag okkara. Tey, sum keypa kin­es­ iska tøkni, eiga tí at vera greið yvir veruliga váðan, sum er ein partur av pakkanum, sig­ur Carla Sands. – Og tit mugu ikki látast ikki at síggja, hvussu Fólkalýðveldi Kina brúkar líknandi tøkni til at nokta teirra egnu borgarum frælsi. Sendiboðið hjá Donaldi Trump, for­esta, í Danmark hev­ur tí tey greiðu boðini til føroyingar: – Eg heiti á telefeløgini í Før­oy­um um heldur at keypa hesa tøkni frá amerikonskum ella evropiskum feløgum til tykkara 5G net og til at varð­ veita tamarhaldið á und­ir­ støðu­kervinum, sum hevur so stór­an týdning. Boðini sum soleiðis koma bein­leiðis úr Hvítu Húsunum til Før­oya eru: – Latið vera við at keypa tøkni frá Huawei. Hon er ótrygg og verð­ur brúkt at njósnast við fyri kin­es­isku stjórnina. Greinin hjá Carlu Sands, sum er amerikanskur ambassadøur í Keyp­mannahavn, kann lesast á síðu 16. Helgi Abrahamsen: