hósdagur 28. november 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
12
FRANTS JENSEN
R
olf Guttesen kemur í
komandi viku út við
nýggjari bók, sum hann
kallar “Poul P. Nolsøe –
Skúmisleiv og Tjóðarhetja”. Við
496 blaðsíðum ger hann upp við
myndina, ið flestu søgubøkur
og annað tilfar, sum er komið
út um Nólsoyar-Páll, hevur av
frælsismanni og tjóðarhetju
føroyinganna.
– Hann er vorðin umgyrdur
av mytum. Hann fírdi heldur
ikki fyri at fara lætt um lógir
og avtalur. Eg havi leitað fram
gomul skjøl, sum prógva, at hann
tókst við smugling, samstundis
sum hann legði aðrar undir at
smugla, sigur rithøvundurin.
Grópað í gomlum skjølum
Síðani hann varð pensjóneraður
fyri nøkrum árum síðani, hevur
Rolf Guttesen, sum býr í Hvalsø
í Sælandi í Danmark, nýtt
nógva tíð í ríkisskjalasavninum
í Keypmannahavn, á lands
skjalasavninum í Viborg eins
og á landsskjalasavninum í
Havn fyri at leita eftir tilfari um
Nólsoyar-Páll. Har hevur hann
funnið fram til nógv tilfar, sum
ikki hevur verið alment kent
áður. Tað hevur hann nú givið
út í bók.
– Mítt ynski er ikki at niður
gera Poul P. Nolsøe. Eg ynski bara
at fáa tað fram, ið er veruleiki.
Tað ganga so nógvar søgur og
mytur um Nólsoyar-Páll, men
nógvar av teimum hava ikki
hald í veruleikanum. Eg vil bara
nærkast sannleikanum. Tað,
sum eg beri fram, kann skjal
festast, sigur Rolf Guttesen.
Oyramaður var ikki glaður
fyri Nólsoyar-Páll
Áhugin fyri Nólsoyar-Páll
birtist, tá ið Rolf Guttesen var
ein túr norðuri í Klaksvík fyri
umleið 15 árum síðani. Tá kom
hann millum annað at práta við
mann á Norðoyri (Oyri).
– Prátið kom inn á Nólsoyar-
Páll og hesin segði, ”at her
norðuri er hann eingin stórur
maður”. Hetta yvirraskaði meg
fullkomiliga. Tað er jú alment
kent, at Poul P. Nolsøe var ein
sera stórur maður, ja, ein tjóðar
hetja, sigur Rolf Guttesen.
Hann grundaði nærri um
hetta, og fekk tað illa at passa
saman við tí, at Nólsoyar-Páll
hevur so nógv minnismerki eftir
seg á ein ella annan hátt.
– Fleiri standmyndir ella
minnissteinar eru eftir hann
bæði í Nólsoy, í Havn og í Vági.
Og í Klaksvík verður eitt hús
bygt í gamlan stíl, sum verður
kallað Hús Nólsoyar-Pálls.
Hann er á pengaseðlum og á
frímerkjum, gøtur í Havn og
Klaksvík eru kallaðar upp eftir
honum, og hann hevur yrkt
227 ørindi langa Fuglakvæði,
har tjaldrið verður hálovað.
At tað gjørdist tjóðfuglur, og
at grækarismessa í Føroyum
verður hildin fyri tjaldrinum
er eisini vegna Nólsoyar-Páll.
Tey eldru minnast eisini, tá ið
útvarpið ikki sendi alt døgnið,
men bara ávísar tíðir á degnum.
Sendiljóðið var fyrsta regla
úr Fuglakvæðnum, sigur Rolf
Guttesen.
Mátti kanna nærri
Undranin birti forvitni í lektara
num, og hann mátti kanna málið
nærri.
– Eg eri vaksin upp í Havn
ini, og í skúlanum lærdi eg, at
Nólsoyar-Páll var ein tjóðar
hetja. Tá ið eg møtti oyramanni
num, hevði eg ikki gransk
að nakað um Nólsoyar-Páll,
men tað, sum eg hevði lisið,
vísti eina mynd av einum fyri
myndarligum persóni við áræði,
sum gekk nýggjar leiðir. Eg
undraði meg á orðini hjá oyra
manninum. Eg mátti kanna tað
nærri, sigur Rolf Guttesen.
Leita í upprunakeldum
Meira og meira hann las, fann
hann út av, at keldurnar til
upplýsingarnar, vit hava um
Nólsoyar-Páll, koma fyri tað
mesta frá Jakob Jakobsen og eru
skrivaðar niður góð 80 ár eftir at
Nólsoyar-Páll doyði.
Hann fór so at leita í uppruna
keldum og fann har ymiskt nýtt.
– Eg ætlaði at skriva einar 15
síður um hetta í Fróðskaparrit,
men meira eg kannaði, fekk eg
fleiri og fleiri upplýsingar, og
tilfarið bara vaks. Nú kom tað
upp á næstan 500 síður, og eg
mátti bara steðga. Tað eru tó
onkrir smálutir eftir enn, ið eg
NÓLSOYAR-PÁLL
NÓLSOYAR-PÁLL
VAR EIN BANDITT
VAR EIN BANDITT
– Myndin av Nólsoyar-Páll sum
ein tjóðarhetja er ein myta. Hann
var tað, sum vit fyrr søgdu, ein
banditt, sigur Rolf Guttesen,
lektari í geografi, og sum í 35 ár
undirvísti á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn. Niðurstøðuna
er hann komin til eftir at hava
granskað í gomlum skjølum
Standmyndin av Nólsoyar-Pálli í Vágsbotni í Havn, sum Hans Pauli Olsen, listamaður, hevur gjørt
MYND: ÁLVUR HARALDSEN