hósdagur 28. november 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
13
ikki hava fingið svar uppá, sigur
Rolf Guttesen.
Vísindaligt arbeiði –
men lættlesiligt
Hann hevur í 35 ár undirvíst
á lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn í mentanarligari
geografi. Fyri nøkrum árum
síðani undirvísti hann eisini á
Fróðskaparsetri Føroya í søgu
ligari geografi í nøkur fá ár.
– Tá ið eg undirvísti á setri
num, vóru vit nakrir, ið høvdu
1800 talið sum eina verkætlan.
Tá fekk eg betri møguleika at
seta meg inn í tíðarskeiðið. Og
nú eg eri pensjóneraður, havi
eg sitið mest sum burturav
og arbeitt við hesum. Eg havi
ongantíð skrivað so nógv sum
nú, og hetta er vorðið mítt
høvuðsverk. Eg havi arbeitt
vísindaliga, tað vil siga, at eg eri
farin til upprunakeldurnar, og
eg havi nógvar kelduávísingar
og fótnotur í bókini. Men eg havi
roynt at skrivað tað á einum
lættlesiligum máli, sigur Rolf
Guttesen.
Sett spor eftir seg
Rithøvundurin vísir á, at tað er
rætt, at Nólsoyar-Páll var ein
framburðarmaður.
– Tað er rætt, at hann bygdi
nýggjan bóndagarð á Biskup
støð í Klaksvík, og hann smíðaði
skonnartina Royndina Fríðu í
Vági – tá hevði einki skip verið
bygt í Føroyum síðani miðøld.
Hann gjørdi eisini fimm túrar
við vøruflutningi. Poul P. Nolsøe
man hava verið bæði ágrýtin
og hugtakandi, men hann var
eisini rættiliga sjálvráðin. Fiski
skapinum kom sera lítil burtur
úr, sigur Rolf Guttesen.
Nólsoyar-Páll varð føddur í
1766 í Nólsoy og doyði í 1808 ella
1809, tá ið hildið verður at hann
bleiv burtur við skipi. Umleið 20
ára gamal fór hann út at sigla.
Hann las til skipara/ stýrimann
í Keypmannahavn, og sigldi úti
í nøkur ár, áðrenn hann kom
aftur til Føroya. Fyrra konan hjá
honum doyði, men hann giftist
skjótt aftur við eini bóndadóttir
úr Uppistovu á Oyri. Hann bygdi
á Biskupstøð.
Føroyingafelagið sá
stórt í Nólsoyar-Páll
Sambært Rolf Guttesen, var tað
Føroyingafelagið í Keypmanna
havn, sum sá stórt í Nólsoyar-
Páll.
– Í 1880 – góð 70 ár eftir at
Nólsoyar-Páll var deyður og
gloymdur av teimum flestu –
nevndi V.U. Hammershaimb
hann í eini talu í føroyinga
felagnum. Hann nevndi hann
sum ein av fyrimyndunum, vit
føroyingar eiga at síggja upp
til. Ein av teimum, ið vóru til
staðar tá, var Jakob Jakobsen.
Hann skrivar eina longri grein
um Nólsoyar-Páll, sum kemur
á prent í Historisk Tidskrift í
1892. Í 1895 er fólkafundur í Nóls
oy, har Jóanes Patursson held
ur røðu. Hann nevnir millum
annað, at vit eiga at seta Nóls
oyar-Pálli ein minnisvarða.
Tjóðskaparrørslan hevði tørv
á einum figuri, sum fólk kundu
síggj upp til, sigur Rolf Guttesen.
Hann vísir á, at keldurnar
til vitanina um Nólsoyar-Páll
í høvuðsheitum stava frá tí,
sum Jakob Jacobsen skrivaði
í 1895 og seinni í einum verki í
1912. Páll Nolsøe skrivaði síðani
umleið 100 síður um hann í
1953 í Siglingarsøguni, og seinni
skrivaði Hans Jacob Debes um
hann í Føroya søga, bind 3.
Dømdur fimm ferðir
– Í teimum skjølum, eg havi
funnið fram, kann staðfestast,
at Nólsoyar-Páll ikki er ein tílík
fyrimynd, sum mytur um hann
vilja vera við. Hann smuglaði
vørur til Føroya og helt ikki lógir,
ið vóru galdandi tá. Hann varð
dømdur fimm ferðir, millum
annað fyri at smugla og fyri
ikki at geva rætt upp. Dómurin
var, at hann skuldi rinda bøtur.
Hann helt heldur ikki reglurnar
um, at myndugleikarnir skuldu
fáa loyvi at kanna vøruna, tá ið
hann kom til landið við vøru,
sigur Rolf Guttesen.
Um orsøkina at oyramaðurin
einki helt um Nólsoyar-Páll,
sigur Rolf Guttesen.
– Nólsoyar-Páll varð giftur
við yngstu bóndadóttrini, men
kortini fekk hann ein átta-
markagarð úti á Oyri. Tann elsta
dóttirin, sum vanliga plagdi at
fáa mest tillutað, fekk bara ein
fýra-markagarð. Eg spurdi, hví
tað endaði soleiðis. Tá fekk eg
svarið, at Nólsoyar-Páll hevði
forbindilsi til Havnar. Kanska
hevur tað nakað við tað at gera,
sigur Rolf Guttesen.
Væntar atfinningar
Nú Rolf kemur við eini heilt
aðrari mynd av Nólsoyar-Pálli,
enn henni, vit hava hoyrt áður,
væntar hann at fáa atfinningar.
– Eg havi longu nú fingið
nakrar atfinningar frá fólki, sum
øsa seg upp og seta at mær. Men
tað má eg bara taka. Eg kann í
øllum førum skjalfesta tað, ið eg
komi við. Eg kann eisini vísa á,
at ein eingilsmaður, sum eitur
Anthony Jackson í 1991 skrivaði
eitt verk um Føroyar, sum varð
kallað The Faroes: The faraway
islands. Har skrivar hann mill
um annað, at Nólsoyar-Páll
verður kallaður ein tjóðarhetja
og frælsishetja í Føroyum, men
at staðfestast kann, at hansara
avrik eru yvirmett, og at hann
gjørdi lítið í so máta, sigur Rolf
Guttesen.
Ongar politiskar orsøkir
Hann afturvísir, at tað liggur
nakað politiskt aftanfyri, at
hann nú pilkar við glansmyndina
av Nólsoyar-Páll.
– Eg var gripin av tjóðskapar
veinginum og arbeiddi enntá á
14. September sum heilt ungur,
men nú eri eg ein demokratiskur
sosialistur. Eg havi einki politiskt
mál við hesum. Mítt ynski er
bara at nærkast veruleikanum
og at fáa sannleikan fram, sigur
Rolf Guttesen.
Bókin kemur út í komandi
viku, og tað er forlagið Glyvurs
nes, ið gevur út.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Rolf Guttesen hevur skrivað bók um nólsoyingin Poul P. Nolsøe. Her vitjar hann í Nólsoy
MYND: PRIVAT