hósdagur 28. november 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
14
TÍÐARGREIN
Tíðargrein
Kristina Háfoss
Samstarvsavtala, altjóða
umboðan og vinarskapur millum
Føroyar og Katalonia gjørdu,
at leiðin í undanfarnu viku lá
uttanlands. Hetta var ein øðrvísi
og hendingarík ferð og vika,
sum stóð í ljósinum av politisku
kreppustøðuni í Katalonia., skrivar
Kristina Háfoss í tíðargrein í dag
Fyrri partur
Nýggj stjórnarskipan varð
samtykt og síðan vrakað
Í 2010 varð uppskot til nýggja stjórnar
skipan klárt at seta í verk í Katalonia.
Uppskotið ”Statute of Autonomy of
Catalonia” var frá 2006, og var eitt úrslit
av eini tilgongd, har fólkið í Katalonia
skuldi fáa staðfest fleiri grundleggjandi
rættindi. Eitt nú varð í uppskotinum
staðfest, at fólkið í Katalonia er ein tjóð. At
dómstólar skuldu undir katalanskt ræði,
og at katalanska málið er høvuðsmálið
í Katalonia. Uppskotið varð samtykt á
fólkaatkvøðu í Katalonia og av tveimum
parlamentum. Bæði tí katalanska og tí
spanska. Sostatt var ætlanin at menna
samstarvið millum Katalonia og Spania –
men henda ætlan varð av ongum. Tí stutt
eftir kolldømdi ein stjórnarrættarligur
dómstólur nýggju stjórnarskipanina fyri
Katalonia. Kann tykjast ótrúligt, at hetta
skal bera til, enntá eftir fólkaatkvøðu og
samtykt í tveimum parlamentum, men so
varð. Hetta skapti sjálvandi eina kenslu
av manglandi virðing og stóra ónøgd
millum nógvar katalanar.
Spanska stjórnin sagt
nei til samrøðu
Síðan hevur katalanska stjórnin í fleiri
umførum roynt at fáa samrøðu og
samráðing í lag við sponsku stjórnina
um dagføring av ríkisrættarligu viður
skiftunum millum tjóðirnar, men til
fánýtis. Tí hevur katalanska stjórnin
seinastu árini tikin til bæði vegleiðandi
og vanliga fólkaatkvøðu um fullveldi.
Men heldur ikki hetta hevur fingið
sponsku stjórnina til samráðingarborðið.
Tvørturímóti. Støðan er nú nærum
so trupul sum hon kann vera. Í dag
eru 9 fyrrverandi ráðharrar, tingfólk,
forsetin í parlamentinum og leiðarar
fyri felagsskapir, dømd 9-13 ára fongsul –
vegna fólkaatkvøðuna í 2017 og virksemi
í hesum sambandi – og fleiri fyrrverandi
ráðharrar og onnur eru í útlegd.
Á vitjan hjá fyrrverandi forseta
Ein av hesum er fyrrverandi forsetin í
Katalonia, sum nú eisini er valdur ting
maður til ES tingið, Carles Puigdemont.
Leiðin lá til Brússel, tí hann hevði boðið
á vitjan, har hann býr í útlegd í hesum
døgum. Hann hevur stóran áhuga
fyri Føroyum. Ikki minst síðan vitjan
hansara í Føroyum í fjør, tá hann luttók
á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
um sjálvsavgerðarrætt – saman við
umboðum úr Skotlandi, Ný Kaledonia
og Føroyum. Vit umrøddu støðuna í
Katalonia, ES og Føroyum.
Carles Puigdemont
valdur í ES-tingið
Val var til ES parlamentið í mai mánaða
í ár. Hóast Carles Puigdemont fekk
fleiri enn 1 millión atkvøður, og harvið
fekk flest atkvøður í Katalonia, og varð
valdur í ES tingið, so hevur Spania valt
at forða honum at sleppa í ES-tingið.
Sponsku myndugleikarnir krevja, at
hann møtir í Madrid og skrivar undir eitt
skjal. Hevði Carles Puigdemont gingið
hesum á møti, hevði verið handtikin, og
beindur fyri spanska rættin, har hann -
so sum rættarskipanin í Spania í dag er
samansett - ikki hevði fingið eina óhefta
dómsviðgerð, og hevði kunna fingið upp
í 25 ára fongsulsrevsing.
Europeiskur dómstólur
kann lata dyr upp
Trý katalansk umboð, sum eru í fongsul
ella í útlegd, vórðu á ES-valinum fyrr í
ár vald av fólkinum í Katalonia til euro
peiska parlamentið. Hesi hava tó ikki
kunna tikið sætið enn vegna sponsku
myndugleikarnar. Hesi 3 fingu saman
lagt 2,2 milliónir atkvøður. Málið er
lagt fyri European Court of Justice,
og enn bíða tey øll eftir viðgerðini
og avgerðini. Advocate Generale hjá
European Court of Justice hevur gjørt
sítt tilmæli til dómararnar viðvíkjandi
fyrsta málinum. Fyribils niðurstøðan
er, at valdu katalansku umboðini, hava
rætt til at fara í ES-tingið, og hava fyrst
og fremst síni rættindi frá fólkinum og
valinum. Advocate Generale vísir á, at øll
onnur formlig viðurskifti hjá ES londum
koma í aðru røð. Vanliga fylgja dómarar
í ES-dómstólinum hesum tilmælum frá
Advocate Generale, men enn verður
bíðað eftir avgerðini. Tí eru sera nógv fólk
í Katalonia og aðra staðni, sum í løtuni
bíða í spenningi eftir avgerðini.
Skotland, Týskland og Belgia
ikki útflýggjað til Spania
Spansku myndugleikarnir hava sam
stundis – og nú á triðja sinni – kravt,
at myndugleikarnir í Belgia útflýggja
Carles Puigdemont til Spania. Tað sama
hevur spanska stjórnin kravt viðvíkjandi
fyrrverandi katalanskum ráðharrum í
útlegd, eitt nú Claru Ponsati, sum í dag
starvast sum professari á unversiteti í
Skotlandi. Higartil hava hvørki dóms
valið Belgia ella Skotlandi vilja útflýggjað
katalanarnar til Spania. Tað sama var
galdandi fyri týska dómsvaldið, tá
dómstólarnir mettu um eina møguliga
útflýggjan í fjør. Spania fær sostatt
ikki stuðul frá dómsvaldum í øðrum
europeiskum londum.
Talgilding í Føroyum í Barcelona
Eftir vitjanina í Brússel, lá leiðin til
Barcelona í sambandi við, innbjóðing
til luttøku á eini talgildingarráðstevnu
– Smart City Expo World Congress 2019.
Talan er um eina sera stóra ráðstevnu
og framsýning, har yvir 1.000 býir og
lond hava framsýningarbásar, og har
fólk úr 146 londum hittast at røða og
kjakast um, hvussu tey fremja og gagn
nýta talgildu tíðina best møguligt – til
frama fyri fólkið. Varð biðin um, at
røða og umrøða, hvussu vit í Føroyum
arbeiða við, at talgilda samfelagið
til frama fyri fólk, vinnu og land.
Vitjaði fyrrverandi forseta í
parlamentinum – í fongsli
Ráð- og framsýningarstevnan byrjaði týs
dag í vikuni. Men nú leiðin lá til Katalonia
vildi eg fegin hitta starvsfelagar og stuðla
teimum tjóðskaparfólkum, ið eg meti av
órøttum eru dømd og beind í fongsul,
og eru at meta sum politiskir fangar í
Europa.
Dagin áðrenn ráðstevnuna lá leiðin
tí á vitjan hjá fyrrverandi forsetanum í
katalanska parlamentinum, Carme Forca
dell. Hon er dømd og fongslað í 11 ár og 6
mánaðar av sponskum myndugleikum.
Einasta orsøk er, at hon loyvdi catalanska
parlamentinum at umrøða og viðgera
úrslitið av fólkaatkvøðu um fullveldi,
sum varð hildin í Catalonia í oktobur 2017.
Hon hevur enntá fingið sama dóm, sum
drápsmenn fáa í Spania. Hetta hóast hon
bert hevur framt sítt arbeiði, sum fólka
valdur forseti fyri parlamentið. Ófatiligt
og fullkomiliga burturvið. Vildi vitja hana
fyri at vísa henni stuðul.
Heilsan við úr Íslandi og Føroyum
Tá tað gjørdist greitt, at eg fekk møgu
leikan at vitja hana, kunnaði eg for
mennirnar í bæði føroyska og íslendska
parlamentinum, Jógvan á Lakjuni og
Steingrímur J. Sigfússon. Teir ynsktu
báðir, at eg heilsaði henni frá teimum, og
FRÆLSI KEMUR IKKI
AV SÆR SJÁLVUM