hósdagur 28. november 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
15
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
so varð gjørt. Eisini gav eg henni heilsan
frá fyrrverandi løgtingsformanninum,
Pálli á Reynatúgvu - og frá tingmanning
og aðalstjórn Tjóðveldis, ið hava sent
áheitan til sponsku stjórnina um, at leys
lata politisku fangarnar og fara undir
samrøðu við stjórnina í Katalonia, so
partarnir í felag kunnu finna eina fólka
ræðisliga loysn á kreppuni. Hon var sera
fegin um heilsanir og vitjan. Hon greiddi
mær frá, at hon hevur verið í Føroyum fyri
umleið 10 árum síðan. Henni dámdi væl í
Føroyum, og ynskti at koma aftur, tá hon
einaferð verður leyslatin. Bjóðaði henni
sjálvandi at vera hjartaliga vælkomna at
vitja í Løgtinginum og í Føroyum.
Fremur vælgerandi
arbeiði í fongslinum
Carme Forcadell tykist at vera ein
sera djørv, vís og sterk kvinna. Tað var
hjartnemandi at hoyra hana greiða frá
støðuni, og hvussu hon roynir at gagnnýta
tíðina í fongslinum best møguligt. Hon
hevði tosað við flestu kvinnurnar í
fongslinum, og gjørdist skjótt varug við,
at flest allar sjálvar vóru offur. Offur fyri
ringum barndómi, ringum parlagi ella
øðrum. Tí vórðu tær komnar á skeiva
leið í lívinum. Carme hevði tí vent sær
til leiðsluna í fongslinum og spurt, um
hon kundi hava samrøður við kvinnurnar
– eina og eina – fyri at menna teirra
sjálvsvirði og sjálvsálit. Hetta fyri at
styrkja tær til at koma út aftur til veruliga
lívið eftir leyslating. Hetta hevði hon
fingið játtað. Hon fremur tí eitt megnar
arbeiði, ið uttan iva fær stóran týdning
fyri nógvar kvinnur, eisini handan læstar
stáldyr í Katalonia. Ófatiligt at henda
kvinnan, sum fyri stuttum sat í einum av
hægstu embætum landsins – sum forseti
fyri parlamentið – nú skal verða beint í
fongsul í 11-12 ár. Hetta má og skal ikki
góðtakast.
Stríðast fyri fólkaræði og
sjálvsavgerðarrætti
Sama dag var eg eisini á vitjan í øðrum
fongsli, har mennirnir, sum eru fongslaðir
vegna fólkaatkvøðuna, eru innilæstir.
Hitti Jordi Cuixart, ið er leiðari fyri ein
felagsskap, ið arbeiðir fyri catalanskari
mentan og sjálvsavgerðarrætti. Hann
er dømur, tí tey skipaðu fyri eini
friðaligari mótmælisgongu – nakað, ið
sjálvandi er ein altjóða mannarættur.
Eisini hitti eg Raul Romeva, fyrrverandi
uttanríkisráðharran, og Jordi Turull,
fyrrverandi ráðharra og talsmann hjá
stjórnini. Tað kendist sum ein heiður
at hitta hesi fólk, ið stríðast fyri somu
fólkaræðisligu virðum, sum so mong
– bæði í Føroyum og kring allan heim.
Hóast tey í meira enn tvey ár hava mist
teirra persónliga frælsi, og hava verið
innilæst – og nakrir enntá verið ígjøgnum
hungursverkfall í fongslinum – so tyktist
tað, sum vórðu teirra sinni og sál fræls.
Tí tey vistu, at tey stríðast fyri tí, ið tey
eru vald av fólkinum til at gera – og fyri
rættinum hjá fólkinum at siga teirra
hugsan og velja teirra framtíð.
Politiskir fangar í Europa í 2019
Heilt óveruligt at skula ígjøgnum
ótalligar stálhurðar, fyri at møta hesum
friðar fólkum, sum bert hava gjørt tað,
ið tey eru vald av fólkinum til at fremja.
Tað kann ikki undra nakran, at støðan í
Katalonia er spent. Tí nú fleiri av teirra
leiðarum eru dømd, kennir stórur partur
av fólkinum í Katalonia, at tey og teirra
meiningar eisini eru dømd. Hetta skapar
sjálvandi ómetaliga stórt ónøgdsemi
millum stóran part av fólkinum. Hetta
leggur samstundis lunnar undir eini
styrktari tjóðskaparrørslu. Tað tykist tí
óskiljandi, politiskt, at spanska stjórnin
velur hesa harðrendu leiðina. Tykist
sum nýtir stjórnin amboð at týna
sjálvbjargnisrørsluna, ið vórðu brúkt
fyri øld og øldum síðan. Vit eru nú í 2019!
Hetta hvørki kann ella skal góðtakst.
Tað var ein ómetaliga sterk og
hjartanemandi uppliving at hitta hesi
sterku fólkini. Øll í fongsli fyri at stríðast
fyri fólkaræði og sjálvsavgerðarrætti. Í
Europa. Í 2019.
Ráðharrin fyri talgilding
fegin um samstarv
Seinni sama dag, hitti eg katalanska
ráðharran innan talgilding, Jordi
Puigneró, til óformelt prát. Fyrstu ferð
vit hittust var fyri einum ári síðan í
Barcelona. Seinast vit hittust var í februar
í ár, í sambandi við, at eg – sum táverandi
landsstýriskvinna í fíggjarmálum og
við ábyrgd fyri talgilding – hevði boðið
honum til Føroyar. Vit undirskrivaðu
tá eisini samstarvsavtalu millum
Føroyar og Katalonia um talgilding.
Hann var tí áhugaður at hittast nú eg
var í Barcelona. Vit umrøddu støðuna
í Føroyum og Katalonia. Hann er sera
fegin um samstarvið innan talgilding
við Føroyar, og ynskti at menna hetta
frameftir. Eisini gleddi hann seg at hitta
nýggja landsstýrismannin fyri talgilding
í Føroyum, sum hann hevði boðið á
ráðharrafund í Barcelona.
Skotland, Føroyar og
Ísland ganga undan
Tað eru tíverri sera fá, ið tora at samstarva
við stjórnina í Katalonia, og at átala tað,
ið fyrigongur í Katalonia. Orsøkin er
hóttanir frá sponskum myndugleikum.
Tíbetur ganga Føroyar – saman við
Íslandi og Skotlandi – undan og velja
aðra leið. Tí landsstýrið hevur valt at gera
samstarvsavtalu við katalansku stjórina
um talgilding, og eitt nú stjórnarleiðarin í
Skotlandi, uttanríkisráðharrin í Íslandi, og
núverandi Althingsformaðurin í Íslandi,
og fyrrverandi løgtingsformaðurin
í Føroyum, umframt løgtingsfólk og
aðalstjórn Tjóðveldis, hava øll alment
víst á, at støðan í Katalonia ikki kann
góðtakast, og at samskifti og samráðing
má fáast í lag sum skjótast.
ES tingfólk vilja hava ES at mekla
Tað hevur týdning, at vit gera vart við og
átala tað, sum gongur fyri seg í Katalonia
í løtuni. Tí hetta er brot á alt sum vit
vanliga seta í sambandi við fólkaræði,
savningarfrælsi og frásøgufrælsi. Tíbetur
eru tað alsamt fleiri tingfólk í Europa, ið
eisini gera vart við seg nú. Eitt nú hevur
flamska parlamentið einmælt samtykt
áheitan til sponsku stjórnina, og eisini
hava 40 tingfólk í ES-tinginum, í hesi
vikuni, heitt á ES-kommissiónina um, at
taka stig til mekling og loysnir á støðuni
í Katalonia.
90 ár síðan Barcelona
International Exposition
Næsta dagin í Barcelona byrjaði stóra
talgildingar ráð- og framsýningarstevnan
í Barcelona. Spennandi, at verða boðin
við sum røðari til hesa. Kendist, á ein
hátt, sum eitt framhald av mongu
framsýningarstevnunum, ið Føroyar
hava verið umboðaðar á í nærum 100 ár.
Tí í ár eru 90 ár síðan Føroyar høvdu
framsýningarbás á sama staði – til
Barcelona International Exposition
í 1929. Tá var tað serliga vegna
samhandilin og samstarvið um fisk og
matvøru, ið vit høvdu framsýningarbás.
Nú í novembur 2019 vórðu Føroyar
umboðaðar við framsýningarbási á bæði
eini talgildingar-ráðstevnu og á eini av
heimsins størstu ferðavinnu ráðstevnum,
ið varð hildin beint við síðuna av. Eisini
fingu vit upplýst, at nú hevur heimsins
størsta fiskivinnuráðstevna avgjørt
at flyta til Barcelona, og verður hon
tí har komandi ár. Tí verður føroysk
fiskivinna helst skjótt eisini at síggja við
framsýningarbásum í Barcelona.
(FRAMHALD)