Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 138 18 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 6. partur H enda røðin við Onnu hevur ikki bara verið um hana sjálva, men eisini um pápa hennara, Johan Poulsen, og hansara politisku søgu. Tað er fáur, sum hevur havt so mong álitisstørv sum Johan. Ein samandráttur av hansara politisku álitisstørvum er hes­ in: Tingmaður í 50 ár, tað longsta nakar hev­ur sitið á tingi. Tingformaður í 15 ár. Formaður í Sam­ bandsflokkinum. Hann var í kirkjustjórnini í 32 ár, í skúla­stjórnini í 29 ár og í Mentunargrunni Føroya Løgtings i mong ár. Hann var fólkatingslimur í 18 ár. Fyrsti føroyingur í Norðurlandaráðnum, valdur av Vinstraflokkinum á fólkatingi. Umframt hetta var hann formaður í kirkju­ráðnum í Sjóvar sókn í mong ár og dekn­ur í øll árini, hann var lærari á Strond­ um. Eisini var hann limur í Sjúkra­kassa­stýr­ in­um sum skrivari og kassameistari. Anna: Nú kemur Petur og Fólkaflokkurin inn í myndina Vit bæði hittust í losjuni í Havn, har Pet­ur var virkin í mong ár. Hann var við í ung­ dóms­nevndini saman við systkina­barn­ inum, Peter F. Christiansen, og Hansemann Tórgarð, sum eisini vóru virknir í Losjuni. Tá ið teir tóku um endan hendi nakað í ungdómsdeildini millum annað við fund­ arvirksemi og øðrum tiltøkum. Petur var virkin í Losjuni til hann fór upp í politikk. Tað var gott samband millum okkum og Peter F. Christiansen. Peter F. var eis­ ini politikari bæði á tingi og kanska ser­liga í býráðnum, har hann eitt skifti var for­ mað­ur. Hann var eisini lands­stýris­maður. Petur og Petur F. vóru systkinabørn, og kona Peter F, Paula og eg vóru eisini systkinabørn, hon var dóttir mostur mína. Teir báðir vóru eisini sera virknir í losjuni, so teir báðir høvdu nógv í felag. Eg var eisini við til at skipa fyri jólaveitsl­ um í losjuni. Vanliga var ein veitsla fyri børn­ini og ein fyri tey tilkomnu. Petur var sonur Katrinu og Viggo Christi­ansen. Katrina var eitt tað fyrsta starvs­fólk hjá telefonverkinum, har hon kom í starv frá fyrsta degi í 1906. Sum áður greitt frá var Anthon Degn, sum eg kom at búgva hjá seinni, stjóri. Tá ið Katrina legði frá sær, skrivaði Anthon, at Katrina “har udført baade Stations- og alt fore­ fald­ende Kontorarbejde, været flink og paa­lidelig i enhver henseende, samt udvist stor Dygtighed”. Síðani arbeiddi Katrina í krambúðini hjá Zacharias Heinesen í Bringsnagøtu. Tá ið Zakarias Heinesen í 1927 tók yvir handilin hjá Restorff í Vágsbotni, har Miðlahúsið er nú, tók Katrina við handlinum í Bringsna­ gøtu, sum seldi kolonialvørur í neðra og klædna­vørur í erva. Hon hevur verið eitt konu­brot. Katrina og Viggo giftust inn í barn­ dóms­heim hennara í Tróndargøtu í Havn og bygdu afturat húsunum. Viggo var bæði málarameistari og timburmeistari. Aftur­ at tí var hann brandsýnismaður. Hann var m.a. nevndarlimur í hand­verks­meist­ara­ felagn­um. Katrina var áhugað í sjónleiki og spældi sjálv á ungum aldri mangan við áhuga­ sjónleiki í Havn. Viggo var tiltikin stutt­ lig­ur maður, góður vertskapsmaður og eitt skifti formaður í Havnar Klubba. Við hesum í huga er tað áhugavert, at báðir syn­irnir blivu virknir losjumenn. Katrina doyði 1. oktober 1950 og Viggo 15. juni 1964. Vit giftust á sumri í 1949 í Havn, og vit fluttu inn til Viggo, pápa Petur, tá vit komu heim úr Danmark. Har búðu vit til 1963. Tá fluttu vit út í nýggj hús á Grøn­lands­ vegn­um. Vit fingu tríggjar synir. Teir er Viggo í 1951, Johan í 1954 og Jan í 1958. Viggo giftist við Lottu úr Klaksvík, tey eiga tríggjar døtur, Johan við Sharon úr India, tey eiga ein son, og Jan giftist við Elsu Mariu úr Havn, og tey eiga tvær døtur. Umframt eru komin fimm langommubørn. Meðan dreingirnir vóru smáir gekk eg heima. Hesi árini var eg av og á við í hoyri­spølum í Útvarpinum, sum tá var á Bryggju­bakka. Aftaná tað var eg nøkur ár á Skatta­ deild­ini, áðrenn eg fór frá vegna aldur. Anna Skæling, sum eisini er komin á Ellis­ heimið, arbeiddi saman við mær har. Har dámdi mær ógvuliga væl. Leiðari á skattadeildini var Jógvan Jen­ sen. Skattadeildin var partur av Gjald­stov­ uni, har Nicodemus Rasmussen var stjóri, og Heri Mohr, tá var fulltrúi og seinni bleiv stjóri. Anna var altíð so fryntlig Ein, sum arbeiddi saman við Onnu, var tann nú 88 ára gamla Henny Egholm. Hon sigur at Anna var serstakliga fitt at arbeiða saman við. Altíð var hon eisini í góðum lag. Hon minnist serliga eina hending, tá ið tað var eitt slíkt illveður, at starvsfólkið mátti fara til hús. Men tað fór Anna ikki. Í øllum illveðrinum fór hon pressandi niðan á Lágargarð, har Petur tá búði. Sonurin Viggo sigur annars, at “mamma vitjaði pápa so at siga hvønn einasta dag tey 19 árini hann var á Lágargarði. Tey fyrstu árini á Lágargarði var pápi so frægur, at hann var heima í vikuskiftum og um høgtíðir, men seinni gjørdist hann so óhjálpin, at hann mátti hava hjálp alt døgnið”. Frá smiðjulæru til borgmeistara Søgan hjá Petur er tann, at hann eftir lokn­an millumskúla fór í smiðjulæru hjá mammu­beiggjanum, Wentzeli Petersen. Hann tók í 1944 prógv sum maskinistur og árið eftir sum maskinmeistari. Hann tók í 1950 víðkað maskinmeistaraprógv í Keyp­ mannahavn, sum greitt frá í seinasta parti. Eftir hetta sigldi hann eitt skifti og fekk m.a. fýrbøtaratíðina, sum kravdist fyri at fáa prógv. Eitt skifti starvaðist hann fyri Einar Mikkel­sen í Havn. Petur fekk í 1953 elektro­ inn­stallatørprógv. Anna, kona Petur, vaks upp í Sambands­ flokkinum, men hon giftist inn í Fólka­ flokkin. Hetta var tó eingin trupulleiki. Men loysingarfólk er hon ikki. SIÐSØGA PETUR CHRISTIANSEN VAR EIN FYRIMYND Í POLITIKKI Jana og Johan Poulsen, foreldrini hjá Onnu. Jana doyði í 1964 og Johan í 1980. Her fer Jan til dópin. Høgrumegin er Viggo og vinstumegin Jóhan