Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 138 19 Komandi partur Langabbi Andrei var við til at basa týska herinum við Stalingrad, og var hetta mønustingurin hjá Hitler. Andrei sjálvur hevur fyri kortum týtt bókina hjá Sigert Patursson “Á ferð í Sibiriu” til russiskt. Hetta verður innihaldið í komandi parti. Petur sigldi eitt skifti við Smirli og trol­ arunum Boyn,Torfinni og Kalsevni Eina ferð hann kom heim, rendi hann seg í Jens Paula í Dali, stjóranum á sjó­ mans­skúlanum. Hann sigur við Petur: “Tú skal verða lærari hjá mær!” Tað var nú ikki tað, sum hann hevði ætlað sær, men tað bleiv soleiðis. Honum dámdi tað væl, og næmingarnir dámdu eis­ ini hann væl. Petur starvaðist í nøkur ár sum lærari á Før­oya Sjómansskúla. Frá 1965 til 1970 var hann fyribilssettur stjóri og lærari á Før­ oya Maskinskúla. Róstur av politiskum mótstøðumonnum Sum nevnt sat hann eitt skeið á tingi fyri fólkaflokkin. Best kendur man hann tó vera sum býráðspolitikari. Hann sat í Tórs­havnar Býráð frá 1960-1980, tey sein­ astu nýggju árini sum formaður. Hann hevði umframt fleiri álitissessir. M.a. var hann stýrislimur í SEV frá 1960-1964 og frá 1965-73. Tað er sjáldan, at ein politikari verð­ur so róstur av sínum politisku mót­støðu­monn­ um, sum Petur bleiv í Sosialinum í 1983, tá ið hann fylti 60 ár. Henda grein lýsir eisini hansara virk­ semi í Býráðnum. Her skrivar javn­að­ar­ mað­urin Jacob Lindenskov millum annað: “Petur C., sum hann vanliga varð nevnd­ur fyri ikki at verða blandaður við systkina­ barnið Petur F., hevur gjøgnum árini verið kendur sum eitt av hesum fólkum, ið tú altíð tryggur kundi heita á, eins og hann í sín­um langa kommunalpolitiska lívi var sam­arbeiðssøkjandi. Sum tann skilamaður Pet­ur Christiansen er, dugdi hann altíð klárt at síggja, at samvinna skuldi til mill­ um teir politisku flokkarnar, um nakað skuldi spyrjast burtur úr. Tey viðurskifti Javnaðarflokkurin hev­ ur havt við Petur C, hevur eisini verið av eini slíkari náttúru, at tú tryggur kann siga, at úrslitini eru á so mongum økjum. Ikki so, at tú sá úrslit eftir einum degi, meira hetta, at grundarbeiði til mong av teimum stóru býarmálunum, sum politiskt vóru í umbúna, vóru grundað undir Petur Christiansen sum borgarstjóra. Tískil hava vit alla grund til at siga, at samvinnan, sum var millum javnaðarumboðini í býráðnum og Petur Christiansen hevur verið til mikið gagn fyri býin. Dømi eru kloakeringsmál, gjøgnumgangandi vegagerðirnar, byggi­ bún­ingar, bátabrúgvarnar við Eystaru- og Vestaruvág, skúlabyggingin eystanfyri o.a. sum tíðin eftir, at Petur fór frá sum borg­ ar­stjóri í 1981, hevur havt gleðina at síggja standa fullført. Samstarvaði væl við pressuna Sum samstarvsmann við pressuna hava vit orsøk til at bera Peturi C. eina heilsan fyri samrøðurnar og upplýsingarnar vit fingu frá honum. Um hetta var ein or­ søk til, at hann í egna flokki sínum varð skýrd­ur fyri at vera bæði javnaðarmaður og komm­unistur vita vit ikki, men vit meta hetta vera úttrykk fyri hansara góðu evni. Skilligt er, at hann setti nógv inn uppá at skapa samvinnu millum flokkarnar í býráðn­um. Sum leiðari av Maskinskúlanum, og sum lær­ari á sjómansskúlanum hevði Petur C góða kontakt við næmingar sínar. Hetta sum hevur størsta týdning hjá skúlamanni. Petur sat eisini eitt skifti sum tingmaður og var somuleiðis tá virdur fyri sakliga og há­bærsliga framførslu í tingmálum". Jóhann Mortensen, sum er kendur frá útvarpinum, men sum tá arbeiddi fyri Sosialin, hevði eina grein, tá ið Petur gavst í býráðnum, har hann gav honum sama ummæli fyri sín opinleika mótvegis fjøl­ miðl­unum. Hann skrivaði millum annað: “Eg trúgvi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at øll blað- og tíðindafólk fara at sakna Petur Christiansen. Einum so beina­ som­um politikara skal leitast leingi eftir.” Verfaðir og versonur vóru “mótstøðumenn” í tinginum Petur var fólkafloksmaður, men tað var eingin trupulleiki millum teir báðar, pápa og hann. Árini 1966-1970 sótu teir sam­an á tingi. Hetta var beint eftir sjálv­stýris­ landsstýrið. Johan Poulsen var tá í sam­ gong­uni, sum tók við eftir sokallaða sjálv­ stýris­landsstýrinum, meðan Petur var í andstøðu. Men tað dugdu teir væl at taka. Tað var sjálvsagt ein tvístøða hjá Onnu, hvønn hon skuldi velja. “Men eg velji hemmi­ligt,” sum hon tekur til. Men hon legg­ur dent á, at loysingarfólk er hon so ikki. Men sonurin Jan er so alment fólka­ floks­maður. Hann hevur í mong ár um­ boðað flokkin í býráðnum og hevur eisini verið formaður eitt skeið. Munurin millum flokk­arnar man ikki vera so stórur, tá ið á stend­ur. Petur doyði í 2006. Virkin systkin Petur átti tvey ógvuliga virkin systkin. Miðlingurin var Haldor. Hann var á fyrsta liðnum, sum tók matematiskt stud­ents­ prógv í Havn í 1949. Hann fór niður at lesa kemiverkfrøði, men tá ið mamman knappliga doyði flutti hann heim aftur at taka við handlinum. Hetta varð hansara lívsstarv. Tað var so hugnaligt at keypa frá Haldor, sum taldi saman í høvdinum, so hvørt tað varð keypt. Honum nýttist ikki terminal. Vermóðir ein av hansara kundum hevði sum ung arbeitt í handlinum um ta tíðina hann tók við. Tá ið vermamman hevði rundan dag, fekk hesin kundin altíð okkurt tinganest at geva henni. So trúfastur var hann. Haldor var við til stovna fyrsta Lion felagið í Føroyum í 1966. Hann var í mong ár limur í Dansifrøði, har hann var kassameistari eitt mannaminni. Eisini var hann virkin í fráhaldsrørsluni, fyrst í tí gamla Havnar Fráhaldsfelag og síðani í Losjuni. Hann hevði eisini onnur álitisstørv og var í nógv ár limur í líkningarnevndini í Havn. Yngst av systkjunum var Maria, sum giftist við Egili Djurhuus úr Kollafirði. Maria tók realprógv í 1944 og var í handl­in­ um hjá mammuni fram til 1949. Tá fór hon niður at lesa til pedagog og var liðug í 1951. Síðan starvaðist Maria í Drotning Ingrid­ar barnagarði í 40 ár. Tó var hon heima í tvey ár, tá ið sonurin, Tróndur, var lítil. Meginpartin av hesi tíðini var hon fyri­støðu­kvinna. Hon hevur tískil verið við til at ala upp fleiri ættarlið av havnarfólki. Mill­um hesi eru eisini børnini hjá tí, sum skriv­ar hetta. Hon kennist enn við hesi børn, hóast tey eru væl og virðiliga vaksin í dag. Maður Mariu, Egil, var sjómaður, men hann arbeiddi síni seinastu ár í handlinum hjá Haldor. Tøkk til Onnu Hetta er seinasti partur í hesi røð. Henda sam­røða við Onnu gav høvi til at lýsa nakað av hennara politiska uppruna. Hetta hava lesararnir eisini hildið vera áhuga­vert. Hetta hevur tískil bæði verið havn­ar­ søga og føroyasøga. Tað hevur altíð verið huga­ligt at práta við Onnu, og hon skal hava tøkk fyri hennara íkast til hesa søgu. Katrina og Viggo Christiansen, foreldrini hjá Petur Hetta er gomul mynd úr Tróndargøtu, har Birita og Kjalnes Petur, foreldrini hjá Katrinu, búsettust. Her búðu Anna og Petur fyrstu tíðina. Seinni búðu Haldor og Maria við familju í hesum húsum. Njál Djurhuus inni á gólvinum í gamla handlinum hjá Haldor.