hósdagur 28. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
22
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
L
eygardagin fer HM í
kvinnuhondbólti av
bakkastokki, og hond
bóltsfjepparar kunnu
gleða seg til 15 dagar við fleiri
av heimsins bestu leikarum á
sjónvarpsskíggjanum.
Ráðandi Heims- og Evropa
meistararnir úr Fraklandi møtir
upp við favorittleiklutinum
saman við Norra og olympisku
meistarunum úr Russlandi.
Serfrøðin sigur, at ein av hes
um trimum tjóðum endar við
Heimsmeistaraheitinum, men
skelkir koma meira enn so
fyri í endaspølunum. Nýggjar
stjørnur bróta ígjøgnum, og
brádliga kunnu lond sum
Rumenia, Serbia, Svøríki,
Montenegro, Niðurlond, Spania,
Ungarn ella Danmark taka
okkum á bóli.
Úr Føroyum fara fólk eins og
altíð at fylgja við á miðlunum, og
Sosialurin hitar á hesum síðum
upp til HM í Japan.
Føroyingar kunnu fáa
íblástur og hugskot av HM
Føroyski spælskiparin úr Kyndli,
Bára Krossteig Hansen, er ein av
teimum, sum fer at fylgja væl
við úr Føroyum. Hon plagar altíð
at fylgja sera væl við tá ið stóru
endaspølini eru á skránni, um
tað so er EM, HM ella olympiskur
leikirnir.
- Sjónvarpið og teldan koyra
mestsum allan dagin, men
tá so onkur dystur er, sum
ordiliga hevur mín áhuga, seti
eg meg at hyggja ordiligt, sigur
spælskiparin, sum við føroyska
landsliðnum hevur luttikið til
tvær undankappingar til HM.
Og føroyskir leikarar kunnu
fáa meira burtur úr enn bara
áhugan og undirhald heldur
Bára.
- Eg haldi avgjørt at tú kanst
fáa tær íblástur og hugskot, tá ið
tú hyggur eftir slíkum dystum.
Bæði verju- og álopsliga, men
eisini persónliga. Tað kann
vera onkur flott finta, eitt flott
brotskast ella onkur lítil avtala
millum tveir leikarar, ið kanska
hevði verið áhugaverd at roynt
í Føroyum, greiðir føroyski
leikarin frá.
Heldur við Norra og
Niðurlondum
Bára gleðir seg serliga at fylgja
við dystunum hjá Niðurlondum,
Fraklandi, Norra og Danmark.
- Eg haldi allarmest við Norra
ella Niðurlondum. Eg klári ikki
at velja ímillum, sigur føroying
urin, ið kortini ikki væntar
at Niðurlond fara at fáa sína
allarbestu kapping.
Favorittarnir eru Norra, Russ
land og Frakland, heldur Bára.
- Hóast øll trý mangla fleiri
umráðandi leikarar, so havi tey
so breiðan hóp, at eg vænti at eitt
av teimum liðunum vinnur HM.
Annars vænti eg – og kanska
vóni eg – at Niðurlond fara at
gera okkurt óvæntað, hóast
Nycke Groot ikki er við, greiðir
Bára frá, sum eisini væntar
okkurt óvæntað frá londum
sum Japan og Suðurkorea.
- Eg veit ikki um tey fara at
taka øll á bóli, men tað er altíð
stuttligt at síggja asiatisku lond
ini spæla sín skjóta kross-hond
bólt, og eg vænti eisini tey fara at
hála okkurt óvæntað stig heim,
metir kyndilsprofilurin, sum
eisini gleðir seg at fáa íblástur frá
nøkrum av heimsstjørnunum.
- Eg gleði meg heilt avgjørt
at síggja Stine Bredal Oftedal
úr Norra og Grace Zaadi úr
Fraklandi. Tær spæla flottan og
stuttligan hondbólt, so tað er
altíð ein frægd at hyggja eftir
teimum, sigur Bára Krossteig
Hansen spent á málinum.
HM í Hondbólti:
Enn er nakað eftir á mál áðrenn føroyska
landsliðið spælir seg til eitt HM-
endaspæl. Næstu góðu tvær vikurnar
kunnu føroyingar síggja hvat krevst til
hesi endaspølini, tá ið norsku, russisku,
fronsku og allar hinar heimsstjørnurnar
bresta saman í HM-endaspælinum í Japan
HEIMSSTJØRNURNAR
HEIMSSTJØRNURNAR
Áskoðarar gleða seg at síggja bestu leikararnar í
heiminum, tá ið stóru endaspølini verða spæld, men
ofta eru onkrar, sum vanta í vegna skaðar og aðrar
umstøður.
Norra uttan fleiri heimsstjørnur
Í ár tykist serliga Norra at verða hart rakt, við millum
øðrum málverjuímyndini, 39 ára gamlu Katrine Lunde,
sum ikki er tøk, eftir ringan skaða í bronsudystinum í
Champions League í vár. Norra hevur enn ein royndan
málverja i heimsflokki, men 35 ára gamla Kari Aalvik
Grimsbø kemur heldur ikki við. Fyrsti norski málverji
verður tí Silje Solberg – sum eisini hevur bæði royndir
og stórar dygdir.
Harafturat hevur stórskjúttin á høgra bakki, Nora
Mørk stríðst við skaðar í tvey ár, og verður heldur ikki
við á hesum sinni. Á vinstra bakki vantar eisini ein
stjørna í, eftir at Veronica Kristiansen eisini stríðist
við skaða. Norska breiddin skal sanniliga vísa sína
styrki í Japan.
Groot hevur takkað fyri seg
Hjá Niðurlondum er ein av heimsins bestu leikarum
seinastu árini ikki við.
Nycke Groot hevði avgerandi lutin í, at Niðurlond
brádliga vóru millum bestu hondbóltstjóðir í
heiminum. Seinasti fýra árini hevur Nycke Groot ført
Niðurlond til tvey silvurmerki og tvey bronsumemerki.
Eitt av hvørjum í HM og í EM. Samstundis vann hon
Champions League tríggjar ferðir hesi fýra árini við
ungarska Györ, áðrenn hon eftir EM í fjør boðaði frá,
at hon gavst á landsliðnum 30 ára gomul og skifti
til Odense í Danmark. Kroppurin var ov slitin segði
niðurlendska stjørnan.
SAKNUR Í SUMMUM STJØRNUM
Bára Krossteig Hansen hevur sjálv roynt seg ímóti fleiri av heimsins bestu leikarum. Her
bjóðar hon av ímóti Katarunu Krpez Slezak, sum var toppskjútti við EM í fjør