hósdagur 28. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 138
23
HITTAST Í JAPAN
HITTAST Í JAPAN
VINSTRI BAKKUR
31 ÁRA GOMUL
1,80 METRAR HØG
FELAG: CSM BUKAREST (RUMENIA)
Bert ein leikari í heimssøguni er kosin
heimsins besti leikari fleiri enn tvær ferðir.
Tað er rumenska Cristina Neagu, sum
hevur verið heimsins besti leikari fýra
ferðir. Seinast eftir at hon førdi Rumenia
til EM-hálvfinaluna í fjør. Tá fekk hon
ein ringan knæskaða, Rumenia fekk ikki
gjørt um seg í hálvfinaluni og Cristina
Neagu mátti undir drúgvan steðg.
Tí var hon heldur ikki við, tá ið Rumenska
landsliðið vann 25-20 í Høllini á Hálsi
fyri tveimum mánaðum síðani, men hon
verður við í Japan. Heimsins besti skjútti
nakrantíð tykist eisini at vera komin fyri
seg. Fyri tveimum vikum síðani skoraði
hon átta mál ímóti russiska stórfelagnum,
Rostov-Don. Føroyingar kunnu hyggja
við eyka stórum eygum eftir Neagu og
hinum rumensku stjørnunum, tí tær skulu
aftur spæla ímóti Føroyum 31. mai.
SOLEIÐIS VERÐUR SPÆLT:
HM byrjar leygardagin 30. november við innleiðandi
umfarinum. Tey 24 londini eru býtt upp í fýra bólkar.
Liðini spæla ein dyst ímóti hvørjum í bólkum, og tey
trý sum enda ovast fara víðari til høvuðsumfarið.
Í høvuðsumfarinum eru tveir bólkar: Tey trý ovastu úr bólki A
og B í øðrum og tey úr bólki C og D í hinum. Tey tvey ovastu úr
hesum báðum bólkum spæla hálvfinalu, og tey bæði vinnandi
liðini spæla HM-finaluna í Kumamoto sunnudagin 15. desember.
SPÆLSKIPARI
28 ÁRA GOMUL
1,68 METRAR HØG
FELAG: GYÖR (UNGARN)
Stine Bredal Oftedal er stóra stjørnan á
hesum ættarliðnum av norska landsliðnum,
og hevur eisini liðskiparabandið um
armin. Hon er ein av allarstørstu
heimsstjørnunum, sum Bára Krossteig
Hansen og onnur gleða seg at síggja á
vøllinum í Japan hesar 16 komandi dagarnar.
Oftedal hevur verið avgerandi fyri tvey tey
seinastu Champions League-steypini sum
stórfelagið, Györ, hevur vunnið, og so hevur
hon eisini vunnið gull í fimm endaspølum.
Tað fyrsta sum 19 ára gomul við EM í 2010.
Hon var vald týdningarmesti leikari við
HM í 2017, har Norra fekk silvur, og hon
fær eina enn størri uppgávu hesaferð, nú
fleiri øgiligir profilar vanta á liðnum.
Styrkirnar eru eitt renniskot í serflokki
og ófatiliga kvikar føtur – bæði í
verjuspælinum og fintuspælinum. Avgjørt
ein leikari sum vónríkir føroyskir leikarar
kunnu eygleiða og leita sær íblástur í.
SPÆLSKIPARI
26 ÁRA GOMUL
1,71 METRAR HØG
FELAG: METZ (FRAKLAND)
Frakland hevði ikki vunnið eitt
endaspæl síðani 2003 áðrenn Grace
Zaadi og liðfelagarnir komu flúgvandi
inn aftur í heimshondbótltin við
Heimsmeistaraheitinum í 2017 og
Evropameistaraheitinum í 2018.
Franski spælskiparin hevur eina øgiliga
styrki í at seta ferð á spælið burtur úr
ongum. Hon kann tykjast eitt sindur tung,
men brádliga fer hon av standandi fóti og
er sum eitt skot ígjøgnum smæstu holini
í verjuni – um hon ikki velur at finna
strikuna, sum hon finnur nærum í blindum.
Er ein frálík blanding av bóltførleika og
ráari styrki, ið eisini kann geva vónríkum
leikarum íblástur í styrkivenjingini.
Cristina Neagu – Rumenia
Stine Bredal Oftedal – Norra
Grace Zaadi – Frakland
BÓLKUR A
Niðurlondum
Norra
Serbia
Slovenia
Angola
Kuba
BÓLKUR B
Frakland
Danmark
Týskland
Suðurkorea
Brasil
Avstralia
BÓLKUR C
Rumenia
Ungarn
Montenegro
Spania
Senegal
Kasakstan
BÓLKUR D
Russland
Svøríki
Japan
Kina
Argentina
D.L. Kongo