Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Føroysk framleiðsla Ferðin í føroyska samfelagnum er framvegis sera høg og tað stendur á hjá fyritøkum at fáa fólk. F iskivinnan, alingin og byggivinnan brúka nógv fólk og framleiða nógv. Hesar vinnur varpa vit javnan ljós á. Í hesum blaðnum hava vit valt at hyggja at føroyskari framleiðslu, sum liggur eitt sindur uttanfyri nevndu vinnugreinar. Hetta eru fyritøkur sum framleiða – fyri ein stóran mun til heimamarknaðin og herundir til útflutningsvinnuna og byggivinnuna. Tað kann gott vera, at hesar fyritøkur ikki hava eins nógv fólk í arbeiði tilsamans, sum tær stóru vinnurnar, men tað er heilt víst, at júst hesar smáu og miðalstóru fyritøkurnar hava stóran týdning í samlaðu myndini av føroyska vinnulívinum. Vit hava í hesum blaðnum vitja nakrar av hesum fyritøkunum, sum vit kanska ikki kenna so væl, sum mangar aðrar, men sum fylla pláss út og framleiða vørur dagliga til heimamarknaðin í Føroyum. Føroyskt vinnulív hevur tað gott júst nú. Tað bera vinufyritøkurnar, sum vit hava vitjað, boð um. Inngangur TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN