hósdagur 28. november 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ídnaðarframleiðslan harða
kapping úr útlondum
Føroyar hava, eins og flestu onnur lond, ymiskar vinnugreinar, ið búskapurin
hevur at standa á. Í Føroyum er støðan tó tann, at fiski- og alivinnan er ráðandi,
serliga innan útflutning, meðan onnur ídnaðarframleiðsla er ein dropi í
hagtalsliga sjónum.
A
llar vinnur og tænastur verða bólkaðar
sum framleiðsla hjá Hagstovuni. Men
bólkingarnar av vinnugreinunum endur
spegla ta tyngd, ið vinnugreinarnar hava
í føroyska búskapinum og í útflutningin
um av føroyskum vørum og tænastum.
Framleiðslan av ítøkiligum brúksvørum, sum ikki er
fiskur, matur ella byggivinna, er so lítil, at hon verður
bólkað saman, øll sum hon er, undir heitinum "annar
ídnaður"
Tølini ov lítil til trendir
Bruttovirðisøkingin er tvífaldað innan ídnaðarvinnuna
seinastu 20 árini. Í 1998 var bruttovirðisøkingin innan
vinnubólkin 231 mió. kr., og síðani tá hevur rættiliga
støðugur vøkstur til 555 mió. kr. í ár.
Men tað ber illa til at siga nakað ítøkiligt út frá hesum
hagtølunum, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnu
húsinum. Yvirhøvur ber illa til at siga nakað ítøkiligt
um gongdina hjá hesum ídnaðinum, uttan so at tú fert
niður í smálutir innan ymisku smávinnurnar fyri at síggja,
hvørjar broytingar gera seg galdandi.
Yvirhøvur er føroyska ídnaðarvinnan lítil og hevur
harða kapping frá útlondum. Í ársfrágreiðingini hjá Før
oya Arbeiðsgevarafelag stendur stutt at lesa um ídnaðar
vinnuna, at hon merkt av fáum aktørum, og at hon hevur
harða kapping frá útlendskum vørum.
- Føroysk ídnaðarframleiðsla er eyðkend við einum
ella fáum fyritøkum av sama slagi. Her er t.d. talan um
matvøruframleiðslu, framleiðslu av reingerðarevnum,
bryggjarí og prentsmiðjur. Felags fyri fyritøkurnar er, at
tær virka í stórari kapping við líknandi vørur frá øðrum
marknaðum.
- Tað er ongin loyna, at tá tað til ídnaðarvørur kemur,
eru fyritøkurnar undir sera stórum kappingartrýsti bæði
innanhýsis í Føroyum og eisini frá útlendskum vørum.
Innan fyri t.d. reingerðarevni áleggja okkara grannalond
innfluttum vørum serstøk gjøld, og verja á henda hátt
teirra egna marknað, stendur í ársfrágreiðingini hjá Før
oya Arbeiðsgevarafelag.
Føroyar hava ikki líknandi skipan sum grannalond
okkara, og útlendskar vørur hava tí lættari atgongd til
føroyska marknaðin enn umvent.
Einstakir handlar ávirka útflutningstølini
Í útflutningshøpi er ilt at siga, hvussu stóran lut før
oysk ídnaðarframleiðsla eigur. Hagtalsgrunnurin hjá
Hagstovuni bólkar útflutningin í tríggjar bólkar: Fiska
vørur, skip og flogfør o.l., og so alt annað. Hetta merkir
við øðrum orðum, at øll føroysk framleiðsla av tilfari og
brúksgóðsi verður bólkað saman við allari aðrari útflutn
ingsvinnu, sum ikki eru fiskavørur ella okkurt hissini
fiskiskip, ið verður selt.
Lutfalsliga nøgdin av útflutningi av øðrum vørum
hevur verið ymisk frá ár til árs, men yvirhøvur er talan
um ein brøkpart av samlaða útflutninginum. Gjøgnum
90'ini taldi útflutningurin av øðrum vørum minni enn 1
prosent av samlaða útflutningsvirðinum, og í 2003 taldi
hann ikki meira enn 0,2 prosent.
Í 2006 gjørdi tann útflutningurin eitt lop upp á 3,9
prosent, og við seinastu uppgerð taldi hann 5,6 prosent
av samlaða útflutnginum. Marita Rasmussen ger tó greitt,
at útflutningurin av føroyskum ídnaðarvørum er so lítil,
at tað ber ikki til at siga nakað um trendir ella lutfalsliga
býtið av útflutningsvørum.
- Tað, sum vit síggja, tá vit hyggja eftir smáu tølunum
hjá Hagstovuni, eru einstakir handlar, sum gera, at vit fáa
tílíkar broytingar. Og tað kann vera ymiskt frá ári til ár,
hvat tað eru fyri handlar. Tað kann vera onkur einkult
stór transaktión, sum fer fram okkurt ár, og tað nýtist ikki
at vera nakar tendensur, sigur Marita Rasmussen.
4
TEKSTUR STEINAR PATURSSON
Reportasja