Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Umframt at selja sína framleiðslu á føroyska marknaðinum, hevur Kemilux eisini ein veksandi marknað uttan fyri landoddarnar, har føroysku vørurnar vera seldar í fleiri londum K emilux, sum longu í 1965 byrjaði at fram­leiða sápu og reingerðarevni til ídnað og húsarhald, hevði longu í byrj­anini fiski­ídn­aðin sum sín høvuðs­ marknað, og rein­gerðarevni eru fram­ vegis kjarnin í fram­leiðslu­virk­sem­in­ um hjá fyritøkuni í Mykinesgøtu í Havn. Umframt at framleiða til føroyska marknaðin, hevur Kemilux eisini ein veksandi marknað uttanlands, har tey selja sínar framleiðsluvørur í fleiri londum. Debes Petersen er stjóri og høvuðseigari í fyritøkuni, og hann sigur, at Kemilux er í menning alla tíðina, og so­leiðis hevur verið øll árini, hann hevur staðið á odda fyri fyri­tøkuni. - Vit eru tilsamans 23 fólk í fyritøkuni, nøkulunda javnt býtt millum kynini. Tveir lærlingar hava verið millum starvs­fólkini, harav annar nýliga er liðugur at læra. Hann sigur, at umframt, at Kemilux er framleiðari, er fyritøkan eisini veitari av ymiskari útgerð til reingerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðum. - Vit eru soleiðis ein fjølbroytt fyritøka, sum fevnir víða, sigur Debes Petersen. TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN Ein dyggur framleiðari