Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Reportasja Framleiðsla av dunkum Stjórin vísir á, at hjartað í Kemilux er framleiðslan á Myki­nes­gøtu, har tilsamans 11 starvsfólk arbeiða. Her er framleiðslan av sápu, framleiðsla av ymiskum dunkum til sápu, og her er eisini starvsstova og skrivstovur. Kemilux framleiðir flestu dunkar til egna framleiðslu, og hetta verður gjørt, soleiðis at útlátið við brenning er Co2 og vatn. - Vit arbeiða eisini við endurnýtsluloysnum, sum miðja eftir, at dunkar hjá okkum kunnu endurfyllast, men her eru vit ikki komin á mál, sigur Debes Petersen. Í handlinum á Hjalla 14 hevur fyritøkan eisini goymslu og skrivstovu, og her starvast tilsamans 11 fólk við ymisk­ um uppgávum. - Aftrat teimum 22 fólkunum, sum starvast ávikavist í Mykines­gøtu og á Hjalla, hava vit eisini eitt fólk, sum starvast innan sølu og keyp á deildini, sum vit hava í Kekkia, sigur stjórin. Føroyskar uppskriftir Í Kemilux dylja tey ikki fyri, at tey eru errin av sínari framleiðslu og virksemi annars. - Jú, vit eru sera errin av, at vit, sum føroysk fyritøka fram­vegis eftir meiri enn hálvari øld megna at framleiða rein­gerðarevni, bæði til føroyska og útlendska marknaðin. Debes Petersen vísir á, at høga góðskan í sápusaman­set­ ing­ini hevur alt at týða fyri Kemilux, og dygdin á sápuni er høvuðsorsøkin til, at fyritøkan kann kappast, bæði á heima­marknaðinum og úti á altjóða marknaðinum.  - Fiski-og sjóvinna hava altíð verið miðdepilin hjá okk­ um, og Kemilux hevur frá fyrsta degi megnað at vunnið sær ser­kunnleika innan reingerðartørvin hjá hesum part­ in­um av vinnuni. Stjórin ásannar, at hesar royndir hevur fyritøkan eisini brúkt til at røkka øðrum vinnugreinum. - Allar uppskiftir hjá okkum eru føroyskar, og tað er føroysk arbeiðsmegi, sum ger arbeiðið, ið Kemilux stendur fyri, leggur Debes Petersen aftrat. Hava stór handilshøli Sjálvt um hjarta í fyritøkuni er framleiðsla av reingerðar­ evn­um, hevur Kemilux eisini stóran handil á Hjalla í Havn. Tað var í 2008, at fyritøkan læt upp handilin. Hetta eru stór handilshøli, og her verður alskyns útgerð til vask­ Trina Eysturoy Elttør er marknaðarleiðari, og Debes Petersen er stjóri og høvuðseigari í Kemilux av reingerðarevnum