Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ing, trygdarútgerð, arbeiðsklæði og annað selt, bæði til priv­ata marknaðin, stovnar og vinnulív. - Her hava vit alt frá ymiskum reingerðarevnum, klæð­ um, moppum, bustum, lappum, vaskivognum, pappíri og mangt annað, og tað er eisini á Hjalla, at vit hava okkara høvuðs­goymslu. Debes Petersen fegnast um øll tey dugnaligu fólk, hann hevur aftrat sær, bæði í framleiðslu, sølu og á øðrum post­ um í fyritøkuni. - Okkara sølufólk ferðast kring landið fyri at tryggja, at viðskiftafólk fáa skilabestu loysnir og tænastur til sín tørv. Vit royna altíð at finna røttu loysnina, og vit leggja stór­an dent á at gera tað, sum skal til fyri at nøkta tørvin hjá okkara viðskiftafólkum, sigur stjórin. Kemilux er eisini veitari av pakkitilfari, og her ger fyri­ tøk­an sítt besta fyri at finna bestu loysnina til pakning til ym­iskar vinnugreinar. Atlit til umhvørvi Kemilux leggur stóran dent, at atlit skulu takast til um­ hvørvið, og fyritøkan vil, at viðskiftafólk, stovnar og virki skulu kenna seg fullvís í, at reingerðarevnini eru ment við ser­ligum atliti til umhvørvið.  - Tað er eink kálk í føroyska kranavatninum og vatnið, sum vit brúka í okkara framleiðslu, kemur soleiðis úr erva sum regn – og ikki úr jørðini. Tískil brúka vit heldur ikki kálk­bindandi evni í okkara framleiddu vørum, og tað er náttúran fegin um. Debes Petersen sigur, at hugsjónin hjá Kemilux er, at jú færri kemisk evni, sum latin vera út í umhvørvið, tess betri er tað. Hinvegin finnast hesi evni vanliga í rein­ gerða­revnum, sum vera framleidd í øðrum londum kring okk­um, har kálk er í vatninum. - Hinvegin er tað ein veruleiki, at øll reingerðarevni, sum skulu loysa sína reingerðaruppgávu, innihalda virkin evni, men vit leggja stóran dent á at fara væl um við at brúka lætt niðurbrótilig og náttúrlig evni í okk­ara húsarhaldsvørum, sigur stjórin. Seta sær krøv Kemilux virkar samsvarandi donskum lógum og ES-lóg­ um og reglum á økinum, og fyritøkan hevur egna starvs­ stovu ella laboratorium. Samstarv er við altjóða ser­kunn­ leika, sum hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur verða fylgd­ar. - Okkara framleiðslan er samsvarandi ISO9001-skip­an­ ini og strongu krøvini, vit seta okkum sjálvum, hava eitt nú havt við sær, at Kemilux eisini er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna. Stjórin sigur, at málið hjá Kemilux er, at framleiðslan skal vera so grøn og allergivinarlig sum gjørligt, og allar húsarhaldssápur hjá fyritøkuni lúka treytirnar fyri grønu merkingini, sum danska Heilsustýrið viðmælir. - Í verandi løtu arbeiða vit við at umhvørvis- og heilsu­ merkja tríggjar av okkara húsarhaldsvørum. Vit hava eina røð, sum vit kalla Rein. Røðin Rein, hevur ongan anga ella litevni í. Kemilux arbeiðir alla tíðina við at umhvørvis-og heilsu­ merkja vørur, sum fyritøkan framleiðir til húsarhaldini. Allar húsar­haldssápur kunnu eftir ynski framleiðast utt­an litevni og luktievni. - Men, eg kann at enda leggja aftrat, at litevnini, vit brúka í okkara húsarhaldssápum, eru tey somu, sum verða brúkt í matvøruframleiðslu, sigur stjórin í Kemilux, Debes Petersen. - Allar uppskiftir hjá okkum eru føroyskar, og tað er føroysk arbeiðsmegi, sum framleiðir reingerðarevnini og dunkarnar, sigur Debes Petersen Kemilux Industri P/f (allar upphæddir í 1.000) 2018 2017 2016 2015 2014 2013 2012 2011 2010 2009 Bruttovinningur 16,936 20,566 19,342 18,228 17,426 16,637 16,123 14,614 13,452 15,291 Starvsfólkakostnaður 8,688 7,471 7,737 7,500 6,680 6,090 6,010 6,085 6,006 5,786 Annar rakstrarkostnaður 5,144 10,168 10,013 9,980 8,225 8,034 8,699 8,933 7,926 8,196 EBITDA 3,104 2,927 1,592 748 2,521 2,513 1,414 - - - Avskrivingar 1,100 498 863 684 564 923 0 0 0 0 Úrslit áðrenn rentur 2,004 2,429 729 64 1,957 1,590 1,414 -404 -480 1,309 Úrslit av kapitalpørtum 41 -70 37 253 0 0 - - - - Fíggjarligar inntøkur 40 8 62 62 43 35 10 50 9 82 Fíggjarligar útreiðslur 663 665 715 769 606 782 862 910 665 835 Úrslit áðrenn óvanligir postar 1,422 1,702 113 -390 1,394 843 562 -1,264 -1,136 556 Óvanligir postar 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Úrslit áðrenn skatt 1,422 1,702 113 -390 1,394 843 562 -1,264 -1,136 556 Skattur 261 412 26 -42 263 35 144 -213 -180 0 Ársúrslit 1,161 1,290 87 -348 1,131 808 418 -1,051 -956 556 Úrslit uttan kapitalpartar 1,120 1,360 50 -601 1,131 808 418 - - - Ogn Støðisogn 9,991 10,251 9,432 9,389 3,682 3,682 4,467 5,096 5,778 6,293 Ogn í umferð 16,606 13,681 13,248 13,629 12,316 10,214 10,536 10,852 9,927 11,651 Ogn tilsamans 26,597 23,932 22,680 23,018 15,998 13,896 15,003 15,948 15,705 17,944 Eginpeningur 3,144 2,589 1,784 2,182 3,015 2,288 1,843 1,789 2,861 4,342 Skuld tilsamans 23,450 21,288 20,896 20,836 12,979 11,608 13,160 14,159 12,796 13,603 Skyldur tilsamans 26,597 23,932 22,680 23,018 15,998 13,896 15,003 15,948 15,706 17,945 Rentuberandi skuld 10,395 10,792 9,395 9,739 7,582 7,548 - - - - Tøkur peningur 113 288 407 444 489 762 368 545 355 362 Rentuberandi skuld/EBITDA 3.3 3.7 5.9 13.0 3.0 3.0 - - - - Tal á starvsfólki - - - - 18 17 18 18 19 17 Vinningsbýti 606 485 485 485 404 364 363 0 304 0