hósdagur 28. november 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Avbjóðingar eru í einari
stórari samanlegging
Tá ið tveir kappingarneytar leggja saman, er tað ein avbjóðing á øllum økjum
A
luplast og H-Dygd hava lagt saman
í eina fyritøku við einum eigara. Tað
sær út til, at sjálv samanleggingin er
eydnast væl, hóast fyritøkan hevur trý
framleiðslustøð.
Ein samanlegging hevur eisini havt við
sær, at støða skuldi takast til, hvat samanlagda fyritøkan
skal arbeiða við og tað hevur gjørt, at onkrar vørur ikki
verða framleiddar longur.
Eitt annað, sum eisini skal gerast er felags KT-
skipanin. Alt hetta tekur tíð at gera og ikki minst at læra
starvsfólkini at brúka nýggju skipanina.
-Starvsfólkini hava tikið sera væl ímóti samanleggingini
og hava hjálpt væl til í broytingartíðini. Tí eru vit komin
væl áleiðis hesar 10 mánaðirnar síðani virksemið varð lagt
í eitt felag, sigur Kaysten Rasmussen, stjóri í Grant, sum
nýggja felagið eitur.
Tað var ikki ókent í byggivinnuni, at bæði H-Dygd
og Akuplast sigldu í tungum sjógvi fíggjarliga.. Sjálv
framleiðsluvinnan til byggimarknaðin er kapitalkrevjandi.
-Hetta gjørdi, at álitið millum kundarnar mátti
byggjast uppaftur, so gjaldsfreistir og leveringstreytir
komu á eitt vanligt støði aftur. Hetta kravdist, tí alt hitt
krevur ómetaliga nógva umsiting, sigur stjórin.
Dýrt at leggja saman
Tað er kostnaðarmikið at leggja fyritøkur saman.
Í hesum føri hevur eisini verið neyðugt at arbeiða við
einum nýggjum samleika fyri samanløgdu fyritøkurnard.
Sjálv samanleggingin hevur eisini kostað fitt av pengum.
-Hesi viðurskiftini ávirka sjálvandi úrslitið av
hesum árinum, men tá ið vit taka hædd fyri teimum
eykakostnaðum vit hava havt í 2019, umframt allar
effektiviseringar sum eisini eru gjørdar, so síggja vit ljóst
uppá raksturin komandi árini, sigur stjórin.
Menning
Sjálvt um nógv orka er brúkt í hesum árinum til saman
leggingina, so verður kortini arbeitt við at menna nýggj
produkt.
Júst nú arbeiðiir fyritøkan við plastskjótihurðum.
-Fyritøkan hevur í eina tíð selt plastskjótihurðar, sum
ofta verða brúktar frá húsunum til eina terrassu ella altan.
Hesa hurðina fara vit at framleiða sjálvir fyrst í komandi
árið.
- Afturmeldingarnar frá okkara kundum, sum hava
keypt hesar skjótihurðarnar eru sera góðar. Góðskan á
hurðini er framúr og vit væntat at fara at selja nógvar
hesum hurðum í framtíðini, sigur Kaysten Rasmussen.
Stjórin legur afturat, at annars er arbeitt við at betra um
allar tænastur frá fyritøkuni, Tað er bæði, tá ið tað snýr
seg um vindeygu og hurðar, men nú kann fyritøkan eisini
veita tænastur í sambandi við automatisku hurðarnar.
Sum heild heldur stjorin, at fyritøkan er komin væl
áleiðis við samanleggingini.
- Tað er ein prosess sum tekur tíð og vit hava nakað vit
allatíðina arbeiða við. Tað er eisini av stórum týdningi
allatíðina at betra um samskifti og kunningina til hvørt
einasta starvsfólk og áhaldandi arbeiða við starvsfóka
trivnaðinum. Eitt stórt fet á rætta vegin var í august við
navnabroytingini til GRANT bleiv veruleiki, sigur Kayst
en Rasmussen, stjóri.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN