Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. november 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Reportasja Aluplast og H-Dygd, sum nú eitur Grant, ger hurðar, vindeygu og fasadur úr træ, aluminiumi/træ og aluminium R aksturin hjá hvørki Aluplast ella H-Dygd var ikki serliga góður, tá ið eigararnir av fyri­tøkuni á Rituvíkshálsi, Aluplast, valdu at keypa H-Dygd í Vágum og leggja báðar fyritøkurnar saman. Sjálv samanleggingin er gjørd og fyri­ tøk­urnar arbeiða nú undir felags navninum H-Dygd. Felagið hevur framleiðslueindir á Rituvíkshálsi, í Miðvági og í Vatnsoyrum. Sløk 50 fólk starvast í samanløgdu fyritøkuni. Á Rituvíkshalsi, har sum Aluplast helt til, verða bygn­ ings­fasadur, vindeygu og hurðar úr aluminium, primert til vinnubygningar, men eisini útistovur og vindeygu til van­lig sethús, framleidd. - Vit hava havt nakrar størri verkætlanir í ár, mill­um annað. hava vit veitt alufasadurnar til nýggja skriv­stovu­ bygn­ingin hjá Framherja í Fuglafirði, og eru løtuni í gongd við at montera alufasadurnar í nýggja ÍF-húsinum, sig­ur stjórin í samanløgdu fyritøkuni, Kaysten Rasmussen. Í Miðvági verður arbeitt við hurðum og vindeygum úr plasti. Fyritøkan fekk eina nýggja maskinu til hesa fram­leiðsl­ una fyri tveimum árum síðani. Tað gjørdi fram­leiðslu­ orkuna munandi størri og í dag kunnu framleiðast 190 eindir – vindeygu og hurðar – hvørja viku har. Triðja framleiðsludeildin er í Vatnsoyrum har vindeygu og hurðar verða gjørd úr træ og úr træ og aluminium. Fyritøkan sjálv sigur, at hon torir væl at geva garanti uppá nógv ár, tí alt træ, sum verður brúkt, verður fyrst lagt í eitt bað við impregneringsvesku áðrenn tað verður sett saman. Hetta ger at trævindeyguni halda betri í føroyska veður­ lagn­um, siga tey. Afturat hesar framleiðsluni, so arbediðir fyritøkan eisini nógv við automatiskum hurðum, sum eftirhondini verður brúkt nógv í vinnubygningum. Ynskja meira glas Tað var ikki ein partur av gomlum føroyskum byggisniði, at hús høvdu stór glasvindeygu, men hetta er eftir øllum at døma broytt munandi. - Sum heild kann sigast, at fólk ynskja nógv meira glas, fyri at fáa so nógv ljós inn sum møguligt. Tí kann eitt vind­eyga verða fleiri metrar høgt, og tað setur størri krøv til fram­leiðsluna. Men við nærløgdum og dugnaligum hand­verkarum í framleiðsluni og í monteringini, so klára vit at veita tað, kundin ynskir, sigur Kaysten Rasmussewn, stjóri. Glasfasadur síggjast í stóran mun nú eins og nógv privathús hava fingið stór vindeygu, sum als ikki vóru at síggja í føroyskum húsum fyrr. Ein forkláring er sjálvandi, at við tví- og trílags glasi bjálvar glas líka væl, sum alt annanð byggitilfar. Nýggja fyritøkan er farin at virka við fullari ferð og samanleggingin er komin væl áleiðis. -Tað skal ymiskt gerast í sambandi við eina samanlegging. Tað kostar nakað av pengum, men tað sær út til, at vit hóast tað koma úr hesum árinum við einum lítlum rakstraravlopi, sigur stjórin á Grant. Grant situr á einum triðingi av hurða- og vindeygamarknaðinum Samrøða