Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 El-prísurin hækkar næsta ár Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – Huawei er ein privat fyritøka, sum einki hevur við kinesiska statin at gera. Tað, sum hetta snýr seg um, er at vit fáa ta bestu tøknina. Eg stuðli mín­um kristnu systrum og brøðrum, sum ar­beiða hjá Huawei. So sannførdur var Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, táverandi tingmaður, tá mál­ið um Huawei og njósning var um­røtt á tingi í vár. Jenis av Rana hevði einki álit á kines­ar­u­num og segði, at Huawei ver­ður stýrt av pol­it­ik­arum, sum trælka sítt fólk og sum seta trúgv­ andi fólk í fangalegur. So ymsar eru áskoðanirnar hjá hes­um báð­um monnunum, sum nú báðir sita í lands­stýrinum. Men tað er ikki eiti á trýst, sum USA legg­ur á lands­stýrið og Før­oya Tele til tess at fáa føroyingar frá kin­es­iska tele­ris­a­ num Huawei. Sendiboðið hjá sjálvum Donald Trump í Keypmannahavn, Carla Sands, hevur fingið uppgávuna úr Hvítu Húsu­num at fáa føroyingar frá kin­es­isku ætl­an­u­num. Tað gjørdi hon við tíðargrein her í blaðnum fríggj­a­dagin. Kina er eitt óhugnaligt einaræði, tað eru vit øll samd um. Og tað er sera ó­hugn­a­ligt, at eitt land setir fyri­tøkum krav um, at tær skulu njósn­ast fyri land­ið. Men hvussu hesi viðurskifti eru hjá Huawei hava vit ikki ánilsi fyri. Held­ur ikki, um teleút­gerðin í Føroyum veru­leik­ anum er njósnaraútgerð. At Donald Trump sigur tað, ger tað ikki meira trúligt. Trúgva vit lítið upp á okkara egnu politikarar, so trúgva vit ong­um, sum Donald Trump sigur. Hann er í­myndin av pol­itik­araómegd. Men at am­er­ik­ anrum ikki dámar, at kinesarar vinna tele- og kt-marknaðin í Evropa er eyð­sæð. Hvat passar og ikki vita vit ikki. Men tað er sera á­huga­vert, at Hvítu Húsini í Wash­ington hava áhuga fyri, hvørja út­gerð tele­veit­ar­ar í lítlu Før­ oy­um brúka. Onk­ur orsøk man vera til tað. Og tá sendikvinnan hjá Donaldi Trump ræðir okkum við at taka dømi úr Svør­íki og Noreg, har kinesiska stjórn­in hevur sett revsitiltøk í verk í­móti inn­flutningi av vørum úr Svøríki og Nor­eg, tí at londini hava stuðlað manna­rætt­ind­a­stríðs­ fólki í Kina, so kunnu vit ikki skúgva tank­an til viks, at her eru út við 700 milliónir krónur upp á spæl. Før­ oyski útflutningurin av laksi til Kina var í fjør umleið 650 milliónir krónur. Kunnu vit rokna við, at kinesiska stjórn­in fer at seta bann fyri inn­ flutn­ingi av laksi úr Føroyum, um Helgi Abra­hamsen fer at nokta Før­ oya Tele at keypa nýggja út­gerð frá Huawei? Nei ikki er tað lætt. Spurn­ ingurin er so bara, um lítlu vit bara skulu lata onn­ur ganga und­an við 5G tøkni, so hes­in »stór­poli­t­ikkurin« ikki kem­ur til skarp­skeringar. Áhugavert at okkara int­er­ net hevur áhgua í Washington Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin MIÐDEPIL Í STÓRPOLITIKKI Hvussu nógv lív bara fyri ein frakka? Spillnakin djóra­ vernd­ar­fólk í Span­ia mót­ mæltu nýtslu av skinni og leðri Djóraverndarmótmælisfólk høvdu í gjár latið seg úr klæð­um og málað seg við reyðari máling, sum skuldi líkjast blóði, í einum mót­ mæl­is­til­taki í Barcelona í Kata­lonia í Spania, ímóti skinni og leðri. Tíggjutals mótmælisfólk lógu púra kvirr á nógv vitj­að torginum Plaza Cata­lun­ya, ein av hø­v­uðs­handi­ls­gøt­u­ num í Barcelona, har sera nógv ferð­a­fólk vitja. Á skelti høvdu tey skriv­ að: »Hvussu nógv lív bara fyri ein frakka?« Tað var spanski djór­a­ vern­d­ar­fel­ags­skap­ur­in Ani­ ma Naturalis, sum hevði fyr­ i­skipað mótmælistiltakið. Nýtt skipa á Toftum TÍÐINDI SÍÐA 9 Durita leiðari í Vest­ manna TÍÐINDI SÍÐA 9 Húsarhaldini skulu rokna við at brúka umleið 30 krón­ur meira um mánaðin til el­rokn­ing­ina i 2020 – Hetta er neyð­ugt í løtuni, og komandi grønu útbyggingarnar fara helst at skarva av olju­út­reiðsl­u­num í komandi árum, skrivar SEV í tíðindaskrivi: Oljuútreiðslur og á­trok­ andi út­bygg­ing­ar í el­skip­an­ ini seinastu fimm árini eru or­søk­ir­nar til, at elprísurin hækk­ar 5 oyru/kWt fyri hús­ar­haldini og 10 oyru/ kWt fyri ídn­að­ar­kund­ar­nar á nýggj­ár­inum. Fyri eitt van­ ligt hús­ar­hald – svarandi til 6000 kWt – fer hækkingin at merkja eina meirútreiðslu á um­leið 30 krónur um mán­ að­in, t.e. 375 krónur um árið í­rokn­að mvg. SEV vísir eisini í fram­ rokn­ing­u­num fyri 2021 á, at tal­an helst gerst um eina prís­hækk­ing í 2021 á 5 oyru/ kWt fyri all­ar kundar. – Tað veldst kortini um, hvussu støðan sær út um eitt ár. Tá meta vit nærri um ítøkiligu viðurskiftini, sig­ur John Zachariassen, nevnd­ ar­for­mað­ur í SEV. Elprísurin lækkaði 5 oyru/kWt í 2017 og í 2018, men í 2019 hækk­aði prísurin aftur 10 oyru/kWt upp á sama prís­ støði sum í 2014. Sostatt hev­ ur elprísurin seinastu fimm árini ikki verið hægri enn el­ prís­urin var í 2014. – Vit vilja skapa sum minst ó­rógv við el­prís­i­num, men vit noyð­ast sjálv­andi at hava ein skyn­sam­an bú­ skap, meðan áhaldandi verð­ ur arbeitt við at hava eina støðuga elveiting og at fáa til vega meira grøna ork­u­fram­ leiðslu. Ein varlig hækking er neyð­ug nú, men tað er ljós fyri framman, staðfestir John Zachariassen, nevnd­ar­ for­mað­ur í SEV. Nevndarformaðurin vís­ ir á, at tríggjar nýggjar vin­ d­myll­u­lund­ir verða bygd­ar í næstum. Tá verður vind­ ork­u­mátt­urin meira enn trí­ fald­aður úr 18 MW upp í 60 MW, pumpuskipan verð­ur fyrireikað, umframt at sól­ orka og sjóvarfalsorka eru í áhugaverdari menn­ing­ar­til­ gongd. – Tú kanst siga, at vit eru við at koma upp á tind­ in. Men áðrenn vit merkja undanbrekkuna, noyð­ast vit at taka okkum sein­asta ­strekkið niðaná við nøkr­ um oljuútreiðslum aftr­at og neyðugum íløgum í el­ veit­ing­ina, t.d. net írokn­að pumpuskipan og kopl­ing­ ar­støðir, sigur John Zac­h­ ariassen. Nevndarformaðurin legg­ur dent á, at vit nærkast ein­um tíðarskeiði, har grøn­ ar út­bygg­ingar við til­hoyr­ andi net­út­byggingum fara at síggj­ast væl aftur í fíggj­ ar­ætlanini hjá SEV, tá olju­ út­reiðsl­ur­nar næstu árini minka í stórum lopum, so hvørt út­byggingarnar verða fram­d­ar. Nakin fólk spurd í onkrum, sum líktist blóði, mótmæltu á Catalunya Square í Barcelona í Spania í gjár REUTERS/Albert Gea TPX IMAGES OF THE DAY