mánadagur 2. desember 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jerusalem var ikki nevnt á fundinum
Í síðstu viku
vitjaði danski
uttanríkis
ráðharrin og
hevði fund við
føroyska starvs
bróðir sín í Ting
anesi
Árni Gregersen
Hóast ætlanin hjá Jenis av
Rana, landsstýrismanni við
uttanríkismálum, hevur fylt
ómetaliga nógv í bæði før
oyskum og altjóða miðlum í
seinastuni, so var tað ikki eitt
evni, sum var umrøtt á fundi
millum danska og føroyska
uttanríkisráðharran, á fundi
í Tinganesi.
Jeppe Kofod, danskur ut
tanríkisráðharri, og Jenis av
Rana, landsstýrismaður við
uttanríkismálum, søgdu báð
ir, at Jerusalem als ikki hevði
verið umrøtt á fundinum.
– Málið er ikki búgvið til
at tosa við danir um enn.
Fyrst skulu vit arbeiða eitt
sindur meira við málinum og
fáa pengar á fíggjarlógina til
eina sendistovu og vit skulu
eisini avgera, hvar vit vilja
hava hana at liggja, segði
Jenis av Rana, landsstýris
maður.
Fundurin millum ráðharr
arnar vardi leingi og teir við
gjørdu fyrst og fremst verju-
og trygdarpolitisk evni, sum
hava við Føroyar at gera.
Meira samstarv
Føroyar hava seinastu árini
gjørt vart við, at vit føla okk
um hildnar eitt sindur uttan
fyri, tá ið um ræður hernað
arligan aktivitet á føroysku
leiðunum.
– Hetta eru vit heilt greð
yvir, og vit arbeiða nú fyri at
bøta um hesi viðurskifti. Vit
høvdu ein góðan fund í dag
og nú fara embætisfólk, bæði
í Føroyum og Danmark, at
arbeiða víðari við málinum,
segði Jeppe Kofod.
Báðir ráðharrarnir søgdu,
at tað er lætt at semjast um
eitt skriv um tingini, hvussu
tey skulu vera. Tað krevur
meira at fáa tað gjørt og at
onkur arbeiðir við tí, sum
stendur á papírinum, so tað
verður til veruleika, sigur
Jenis av Rana.
Jeppe Kofod sigur, at
hann heldur at ríkisfelags
skapurin eigur at gerast
meira kendur.
– Hetta er ein felagsskap
ur, sum virkar væl og sum
onnur lond hava áhuga fyri,
so vit eiga at brúka hann, sig
ur hann.
Arktiskur aktivitetur
Altjóða áhugin fyri Arktis
hevur eisini drigið Føroyar
nærri altjóða politiska pall
inum og hevur helst fing
ið danir at síggja, hvussu
týðandi føroysku havleiðir
nar norðanfyri eru.
– Vit merkja øll áhugan
fyri Arktis, so tað ger, at
Føroyar hava størri áhuga
millum tey lond, sum hava
áhuga
fyri
Arktis,
sigur
Jeppe Kofod.
Hann undirstrikar eisini,
at vit liva í eini broytingartíð,
har eisini javnvágin í heimi
num broytist. Tað ger, at vit
eisini mugu broyta okkum
tilsvarandi, sigur hann.
Í løtuni verður arbeitt við
at gera umstøðurnar, so at
upplýsingar, sum eru í trún
aði, kunnu sendast millum
Føroyar og Danmark. Eitt
rúm verður gjørt til sam
skifti í Tinganesi, samstundis
sum arbeitt verður við at
hyggja at hvussu føroysk
ir politikarar og føroysk
embætisfólk skulu trygdar
góðkennast.
Góð vitjan
Tá ið danski uttanríkisráð
harrin kom til Føroya, var
fyrst farið ein túr til Gása
dals áðrenn farið var til
Havnar, har fundur var hild
in í Tinganesi. Danski ráð
harrin vitjaði eisini Vinnu
húsið.
Millum
annað
tosaði
danski uttanríkisráðharrin
um, at tá ið danir royna at
varpa ljós á ávís lond við út
flutningi fyri eyga, so eiga
føroyskar fyritøkur eisini
at vera ein partur av einum
slíkum átaki.
Áðrenn danska ferðalagið
fór av landinum aftur var
vitjað á Listasaninum í Lista
skálanum í Havn.
Uttanríkisráðharrarnir báðir Jenis av Rana og Jeppe Kofod
umrøddu als ikki Jerusalem-spurningin á fundinum
Føroyingar sleppa ikki
at klippa listarverk
Dómstólur hevur
í morgun bannað
føroyingunum
Arna Leivs
garð og Dann
Thorleifson at
klippa sundur
listaverið, sum
teir hava keypt,
og brúka tað til
urskivur
Eirikur Lindenskov
Danski listamaðurin Tal R
fekk viðhald í Sjó- og Hand
ilsrættinum, sum setti fyri
bils forboð ímóti, at før
oyingarnir handan bólkin
Letho kunnu klippa verkið
»Paris Chic« sundur og brúka
tað til urskivur.
Tað er Tal R, sum hevur
málað málningin, men teir
báðir føroyingarnir Dann
Thorleifsson og Arne Leivs
garð, sum eru menninir
handan Letho, hava keypt
frá honum fyri 600.000 krón
ur.
Hugskotið var at klippa
málningin sundur og brúka
hann til skivur í urum, sum
so skuldu seljast fyri 10.000
krónur stykkið.
Men tað er at skemma
upphavsrættin hjá Tal R,
heldur hann.
Fyri at forða fyri at lista
verkið
verður
oyðilagt,
áðrenn uppavsrættarspurn
ingurin er avkláraður, hevur
Tal R biðið rættin um at seta
fyribils forboð ímóti at um
skapa verkið til ur.
Í síðstu viku løgdu part
arnir fram síni sjónarmið í
Sjó- og Handilsrættinum, og
eftir at hava hugsað seg um
er Mads Bundgaard Larsen,
dómari, kom til tað niður
støðu, at forboð verður sett
fyri hesum.
Rætturin sigur, at »det
forbydes at opskære, klippe
eller på anden måde ænd
re maleriet "Paris Chic" til
brug for fremstilling, mark
edsføring og udbud af ure i
Danmark«, sum tað stendur
í niðurstøðuni hjá rættinum.
Tekniskt sæð er forboðið
vent
ímóti
urfelagnum
Kanske Danmark, men her
eru teir báðir føroyingarnir
partur í eigaraskaranum.
Tal R er ein av hægst virdu
listamonnunum í Danmark,
og hann er eisini viðgitin
uttanlands. Hann segði á
rættarfundinum
í
síðstu
viku, at tað er hugskotið hjá
føroyingunum at tjena peng
ar upp á hansara verk, sum
nívir hann.
– Tað er forargiligt, at ein
málningur
verður
skorin
sundur fyri at tjena pengar,
segði hann við Danmarks
Radio eftir rættarfundin hós
dagin. Og í einum telduposti
til Politiken hevur hann sagt:
– Eg síggi tað soleiðis, at
onkur roynir at tjena pengar
og fáa uppmerksemi upp á at
gera eina framleiðslu úr mín
um listaverki, og tað harmar
meg.
Dann Torleifsson og Arni
Leivsgarð hava sagt, at ætlan
teirra er at gera 300-400 ur og
selja tey fyri 10.000 kr stykk
ið, sum hevði givið teimum
ein umsetning upp á tríggjar
til fýra milliónir krónur.
Men málið hjá teimum er
listarligt, ikki fíggjarligt. Tað
hava teir fyrr sagt við Berl
ingske.
Talan er um eina tillagan.
Ikki eitt plagiat og ikki eitt
kopi. Tað er ein originalur,
sum arbeitt hevur verið víð
ari uppá fyri at skapa nakað
nýtt. Tað er søgusigan, vit ar
beiða við, hevur Dann Thor
leifsson sagt við Berlingske.
/ritzau/
Arne Leivsgarð og Dann Thorleifsson framman fyri málninginum, sum Tal R hevur málað, og sum teir ætla at klippa sundur til
urskivur – sum Sjó- og Handilsrætturin fyribils hevur noktað teimum at gera
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix