Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum er enn ikki farin und­ir at viðgera fíggj­arlógina fyri kom­andi ár enn Árni Gregersen Sjálvt um fíggjarlógin skal sam­tykkj­ast í seinasta lagi 31. des­em­ber, so er fíggj­ar­ nevndin ikki av álvara farin und­ir viðgerðina av henni enn. Løgtingið hevur havt 1. við­gerð av uppskotinum til fíggj­ar­lógina fyri komandi ár, men tað uppskotið, sum ting­ið hevur fingið er grund­ leggj­andi ein fram­skriv­ing av tí fíggjarlóg, sum und­anf­ arna samgonga samtykti at galda fyri 2019. Tað vil siga, at í hes­um uppskotinum eru ong­ar nýggjar politiskar rað­fest­ ing­ar gjørdar og sitandi sam­ gonga hevur ikki sett síni egnu fingramerkir á upp­ skot­ið til lóg fyri 2020. Men í endanum av hesi vik­u­ni, altso fríggjadagin, verð­ur væmtað, at uppskotið hjá sit­andi samgongu verður lat­ið fíggj­ar­nevndini, so hon kann fara til arbeiðis. Spurningurin er so, hvussu langt samgongan er kom­in í arbeiðnum og um full pol­itisk semja er um tað, sum skal raðfestast. Minni avlop Landsstýrismaðurin við fíggj­ar­málum, Jørgen Nicl­a­ sen, hevur fleiri ferðir sagt, at av­lopið verður ikki eins stórt og í ár. Val til Løgtingið var í ár og sum vanligt er lovaðu flokk­ ar­nir borgarunum ymiskt und­an valinum. Og sjálvt um val­lyfti ikki altíð verða hild­ in, so slepst neyvan undan at halda nøkur av teimum. Í hesum føri hava bæði Sam­bands­flokkurin og Fólka­flokk­urin lovað velj­ar­ u­num ymiskt. Báðir flokkarnir hava lov­ að, at pensjonistarnir skulu hava eitt sindur meira at liva fyri og uppskot eru til við­gerð­ar í tinginum um at hækka grundupphæddina í pen­sjóni og samstundis sleppa pensjonistum eitt sind­ur lættari í skatti. Hetta fer at kosta bæði landi og kommunum pengar. Eitt annað uppskot, sum eis­ini fer at kosta eitt sindur er lyfti frá Fólkaflokkinum, um at lærl­ing­ar skulu sleppa lætt­ari í skatti. Tað kostar eisini eitt sind­ ur. Raðfestingarnar Men tað sum veruliga fer at síggj­ast aftur á fíggjarlógini eru mýggjar raðfestingar, sum fara at kosta nógvar millj­ónir. Ein tungur postur, sum fer at kosta nógv á fíggjarlógini er heils­uverkið. Her hevur Sam­bands­ flokkurin lovað eina við­gerð­ artrygd innan 30 dagar. Hetta krevur eina mun­ andi størri hækking í av­set­ ing­u­num til heilsuverkið, um­framt at raksturin av heils­u­verk­inum fer upp hvørt einasta ár. Landsstýrismaðurin við fíggj­ar­málum sigur, at ger sam­gong­an onki, so hækka út­reiðsl­u­rnar á fíggjarlógini við 300 millj­ón­um krónum, bert við fram­skriv­ingum og við teim­um tiltøkum, sum und­an­farn samgonga setti í verk. – Vit sita og arbeiða og royna at fáa alt at ganga upp, so okkara uppskot verð­ur latið fígjarnevndini í sein­ asta lagi fríggjadagin í hesi vik­uni, sigur hann. Inntøkumetingarnar Ein annar spurningur, sum skal viðgerast er, hvussu stór­ar inntøkurnar verða kom­andi ár. Hetta verður arbeitt við nú, men tað er rættuliga tor­ført at meta um, hvussu stór veið­u­gjøldini verða og hvussu nógv fæst inn gjøgn­ um uppboðssøluna av loyv­ unum, sum skulu gerast til 12 ára loyvir. – Fyrr enn vit vita, hvussu lóg­ar­uppskotið um broyt­ing­ an­ar í lógini um fyrisiting av sjó­feingi enndar, er næst­an ó­møguligt at meta um inn­ tøku­rnar, sigur lands­stýr­is­ mað­ur­in við fíggjarmálum. Sambært heimasíðuni hjá Lø­g­tin­g­in­um, so er ongin fundur í fíggj­ar­nevnd­ini í hesi vikuni, men nevnd­ar­ lim­ir í fíggjarnevndini vænta kort­ini, at ein fundur verður hós­dagin. Tá ið nevndin hevur fing­ ið uppskotið frá lands­stýr­i­ num, er uppgávan hjá nevnd­ ini helst undan jólum, men í sein­a­sta lagi 31.desember, at leggja álit fyri tingið, sum so fyrst fær 2. viðgerð. Bíða enn eftir fíggjarlógini frá landsstýrinum Jørgen Niclasen er landsstýrismaður við fíggjarmálum. Kaj Leo Holm Johannesen, hevur heilsuverkið undir hond Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur ábyrgd av lógini um fyrisiting av sjófeingi