Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 240 - 15. desember 2004 Stórir spenningar eru á valuta-marknaðin- um. Dollarin kann falla enn meira, og kanska missa sín status sum reserva- valuta VINNUKRONIKKIN Rolf Guttesen Rg@geogr.ku.dk Amerikanski dollarin, USD, er ikki longur tað, hann eina ferð var. Fyri trimum árum kostaði ein US-dollar umleið 8,50 danskar krónur. Í dag kost- ar hann bert 5,50. Hann er í mun til bæði europeiskan euro og japanskan yen og krónuna, sum er bundin til euro- virðið, fallin í virði ígjøg- num langa tíð. Men hvønn týdning hevur tað? Vit hava hoyrt og lisið, at tað hevur givið trupulleikar við útflutninginum úr Før- oyum, Danmark og Europa annars til USA. Yvir trý ár er dollarin fallin við meira enn einum triðingi. Men í mun til yen er hann fallin við einum fjórðingi. Blaðið The Economist (4/12/04) útleggur grundina fyri hes- um at vera, at tað globala fíggjarsystemið hevur stress ella strongd, so ella so. Hættisligur politikkur Amerikanska stjórnin førir ein hættisligan politik, hon tekur ovurhonds stór lán og landshúsarhaldið hevur stórt hall, at tað hevði koyrt øll onnur lond á húsagang. Føroya Sparikassi sigur á net-tíðindum sínum (04/11 /04), at amerikanska hallið á fíggjarlógini er 413 mia $, og orsøkin er stórt hall á fíggjarlógini, sum millum annað kemst av Irak-kríg- num og stórum skattalætt- um í USA. Skattalættar, sum serliga vinnulívið og tann ríkari parturin av fólkinum hevur fingið fyri- mun av, meðan tey fátæku hava versnandi kor. Hallið í USA hevur verið alsamt vaksandi undir Bush, meðan tað var avlop í roknskapinum, meðan Clinton var forseti. The Economist leggur upp til, at ein devaluering av dollar- inum kann lætta um ameri- kansku skuldabyrðuna. Hetta er tað, sum sæst við teim flótandi valutakursun- um á internationala markn- aðinum, har fellur virðið á dollaranum. Hetta ávirkar sjálvandi eisini tey lond, sum knýta teirra valuta at dollar. Tey skulu fylgja við niðureftir, og tað skapar stórar trupulleikar. Nú eru gitingar frammi um, at Kina ætlar at minka um mongdina av dollars í sín- um valuta-reservum. Og somu tankar reika í Russ- landi. Hetta fer at euro sterkari, sjálvt up hetta als ikki er ynskiligt í løtuni, millum annað tí, at hetta ger, at útflutningurin úr eitt nú Týsklandi fær verri vil- kor, sum aftur fer at minka ella seinka búskaparliga vøksturin. Hevur nakar skyldina? Londini geva, sum vantandi kundi vera, hvørjum øðrum skyldina. Amerika sigur, at grundin til problemini er, at búskaparligi vøksturin í Europa er so lágur, og at Kina, tann nýggja rakettin í heimsbúskapinum, setur sín valutakurs alt ov lágt. Hinvegin siga Euro-lond- ini, sum hava trupulleikar av alsamt hækkandi euro- virðinum, at lánipolitikkur- in hjá tí almenna Amerika og hartil lítil uppsparing har, eru veruligu orsøkir- nar. Sum vant er lættari at síggja feilirnar hjá mót- partinum, men í síðsta enda spæla allir hesir tættir sam- an í eini super-komplexari heild. The Economist still- ar sakina soleiðis upp, at nógvir amerikanskir ’poli- cy-makers’ trúgva uppá at flótandi kursurin, tvs fram- haldandi fallið í dollar- kursinum, fer at loysa pro- blemini. Millum annað tí upptiknu lánini falla í virði, og tí vera bíligari hjá ameri- kanarum at betala aftur. USA lænir og skyldar Men um dollarin fellur við einum triðingi aftrat, ein møguleiki sum eygleiðarar ikki útihýsa, kann tað koma at roknast sum ein risa vanrøkt av tí álitið, sum investorar hava havt, tí tað fera at føra til stórtap. Tá kann dollarin missa sín status sum reserva-valuta, sum hann hevur havt í meira enn 50 ár. Johnny í Grótinum sigur í Tíðindum frá Føroya Sparikassa (4/11/04), at amerikanska undirskotið á gjaldsjavnan- um ikki er nakar trupul- leiki, so leingi útlendingar ganga við til at fíggja und- irskotið við øktum íløgum í USA ella lánveitingum til USA. Men tað vísir seg, at útlendsku íløgurnar í USA eru minkaðar í seinastuni.. "Tí má dollarin vikna fyri at gera tað meira lokkandi at gera íløgur í USA", sigur Johnny í Grótinum í Spari- kassanum. Og tað ger hann, dollarin, so eisini. Men uppá longri sikt er støðan alt annað enn stabil. Dollarin kann missa sín status sum reserva-valuta Kr—nur fyri Dollar (DKK/100 USD) 500 550 600 650 700 750 800 850 900 1987-M01 1988-M01 1989-M01 1990-M01 1991-M01 1992-M01 1993-M01 1994-M01 1995-M01 1996-M01 1997-M01 1998-M01 1999-M01 2000-M01 2001-M01 2002-M01 2003-M01 2004-M01 Kelda: Danmarks Nationalbank Strikumyndin vísir kursin á dollars (USD)í mun til donsku krónuna (DKK) frá januar 1987 til november 2004. Seinasta talið kann til dømis lesast so, at fyri 100 USD fáast nú bert 553 DKK. Tekning: RG. Kelda Danmarks Nationalbank Danske Bank keypir inn í Írlandi BANKAR www.sparikassin.fo Danske Bank hevur verið ein rættiligan innkeypstúr í Írlandi og Norðurírlandi. Brúkt-ar eru 10,4 mia. kr., og burturúr eru fingnir tveir bankar: National Irish Bank í Dublin og Northern Bank í Belfast. Talan er um tveir privat- kundabankar við til- samans 3100 starvs- fólkum og 154 deild- um. Hetta er størsta keypið hjá Danske Bank uttan fyri Skandinavia Í fráboðan síni til virðisbrævamarknaðin í Keypmannahavn skrivar Danske Bank, at keypið er í tráð við ynski bankans um at leggja størri dent á marknaðin fyri privat- kundar. Sambært bankanum eru teir báðir írsku bankarnir væl fyri fíggjarliga, og bygn- aðurin minnir nógv um tann hjá Danske Bank. Kortini sær danski bankin møguleika fyri at "bøta um tilboðini til kundarnar, økja effek- tivitetin og inntøkurnar í teimum báðum bank- unum".