mikudagur 15. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
25
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum vil
umleggja Postverkið
til eitt partafelag, sum
tað almenna eigur,
men løgtingsmaður
heldur, at posturin
eins væl kann fara á
privatar hendur
POSTVERKIÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað er einki, sum seinastu
árini hevur víst, at tað
almenna er betur ført fyri at
reka postvirksemi, enn tað
privata er.
Tað heldur løgtingsmað-
urin Torbjørn Jacobsen,
sum í løgtinginum hevur
gjørt vart vit hetta sjónar-
mið, nú uppskot er lagt
fram um at umskipa Post-
erkið til partafelag.
– Hetta verður ikki gjørt
eftir einum degi, og eg taki
undir við, at Postverkið í
fyrstu syftu verður eitt
partafelag, sum tað al-
menna eigur, men eg taki
eisini undir við, at arbeitt
verður víðari fram ímóti, at
føroyskt postvirksemi kann
loysast frá tí almenna og
seljast privatum, sigur Tor-
bjørn Jacobsen.
– Hví skal tað almenna
endiliga hava postin um
hendi? Hetta er ein púra
vanlig tænasta, og tað er
ikki avgerandi, at tað al-
menna skal reka hana,
heldur tingmaðurin.
Postur til partafelag
Tað hevur verið fleiri ferðir
roynt at umleggja Postverk
Føroya
til
partafelag.
Fyrsta royndin varð gjørd
longu í 1998, men upp-
skotið datt burtur í sam-
bandi við, at løgtingsval
varð útskrivað.
Í ár 2000 varð nýtt upp-
skot fyrireikað, og sam-
ráðingar
vóru
millum
landið og Postfelagið, men
partarnir samdust ikki um
innihaldið í einari avtalu
um starvsfólkaviðurskift-
ini.
Tá løgtingslógaruppskot
um postvirksemi skuldi
leggjast fram í løgtinginum
í
august
2002,
gjørdi
landsstýrið av ikki at leggja
fram lógaruppskotið um at
umskipa Postverk Føroya
til partafelag.
Vinnumálaráðið
fyri-
reikar nú lógaruppskot um
at umleggja Postverk Før-
oya til partafelag, sum
ætlandi verður lagt fyri
Løgtingið í hesi tingsetuni
Síðst í oktober mánaði
legði Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, uppskot
fyri løgtingið, har hann
biður um heimild at stovna
eitt partafelag, sum skal
reka postvirksemi í Føroy-
um.
Hetta
uppskot
hevur
verið til viðgerðar í løgting-
inum, og undirtøka tykist
vera fyri tí.
Uppskot um lítið
og einki
Tað er eitt sera stuttorðað
uppskot, sum løgtingið skal
viðgera um postvirksemið.
Tað snýr seg bara um, at
landsstýrismaðurin
fær
heimild at stovna partafe-
lag, hvørs endamál skal
vera at reka postvirksemi
og aðra vinnu, sum hevur
samband við hetta virk-
semi.
Landið skal eiga parta-
brøvini nýggja partafelag-
num við rubb og stubb, og
Postverkið fær ikki loyvi at
leggja saman við øðrum
ella fara við í samstarv, sum
við sær, at onnur enn landið
gerast eigarar.
Út frá hesum skal lands-
stýrismaðurin síðani gera
endaliga uppskotið liðugt
og leggja tað fyri løgtingið
aftur. Tá skal øll umlegg-
ingin lýsast nærri. Fíggjar-
lig heimild er fingin til
vega at stovan partafelag,
og løgtingið hevur játtað at
seta í mesta lagi 30 milli-
ónir krónur í nýggja parta-
felagið.
Meiriluti setir freist á
Ein meiriluti í vinnunevnd-
ini hjá løgtinginum hevur
skrivað álit í málinum, og
har verður sagt, at skal tað
umsíðir eydnast at um-
leggja Postverkið, er tað
neyðugt, at allir partar í
málinum verða tiknir við
upp á ráð.
– Politiskt skal mann
kenna seg tryggan fyri, at
postflutningur
eisini
í
framtíðini verður á høgum
støði um alt landið, sigur
meirilutin í sínum áliti.
Bjarni Djurholm hevur í
sínum uppskoti onga ítøki-
liga tíðarfreist fyri, nær
endaliga uppskotið um
postin skal leggjast fyri
løgtingið,
men
vinnu-
nevndin mælir í einum
broytingaruppskoti til, at
ein freist verður sett á, so at
Bjarni Djurholm skal møta
aftur í tinginum við enda-
ligum uppskoti í hesari
tingsetuni.
Tobbi við sínum egna
Torbjørn Jacobsen hevur
gjørt sítt egna álit í vinnu-
nevndini, og hann tekur
eisini undir við, at post-
virksemi verður lagt í eitt
partafelag.
Men
hann
hugsar tankan longur enn
bara til eitt partafelag, sum
tað almenna eigur.
– So leingi partafelagið
er alment er vandi fyri, at
trupulleikin við vardum
sektorum í postvirksemin-
um ikki loysna og verða
brýndir av kappingarele-
mentinum, heldur Torbjørn
Jacobsen, sum vil hava, at
tað verður arbeitt fram
ímóti einum privat riknum
postpartafelag.
– Dentur skal tó leggjast
á, at líkamikið hvat, ið
hendir annars í eigarviður-
skiftunum, so skal ein
almenn konsessión altíð
tryggja, at allir borgarar,
sama um teir búgva í
Hattarvík ella í miðbýnum í
Tórshavn, standa eins mót-
vegis serviseringini, sum
postvirksemið í Føroyum
skal veita, sigur hann.
Broytingaruppskotið frá
meirilutanum fekk undir-
tøku í løgtinginum og fer
samtykt til triðju viðgerð.
Postur til tey privatu
PostverkiðTá ið postvirksemi í 1976 kom á føroyskar
hendur, fekk hesin nýggi almenni stovnur heitið Postverk
Føroya.
Í dag starvast um 290 fólk í Postverkinum, og tað svarar
til umleið 240 ársverk.
34 posthús eru kring landið, og umleið 90 postboð bera
postin út. Av hesum eru 20 avgreiðslupostboð, ið afturat
sjálvari postútberingini eisini veita beinleiðis
kundaavgreiðslu.
Postverkið er skipað í fýra høvuðsdeildir – Sendingar,
Avgreiðsla, Frakt og Frímerki. Harumframt eru í
postverkinum Búskapardeild, KT-deild, Umsitingardeild
og Marknaðardeild.
Seinastu árini er stór arbeiðsorka løgd í at miðsavna
postvirksemið í bygningin á Óðinshædd 2 í Havn, og her
er nú hjartað í allari postviðgerðini. Alt – brøv, pakkar og
farmur – fer haðani, og umsitingin heldur eisini til har.
Postverkið
Nú verður ein nýggj roynd gjørt at umleggja Postverk Føroya, so at tað í framtíðini verður tikið sum eitt partafelag, ið tað almenna eigur. Løgtingsmaður heldur
tó, at einki hevur seinastu árini prógvað, at tað almenna er best ført fyri at hava postflutningin um hendi