mikudagur 15. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 240 - 15. desember 2004
TÍÐINDASKRIV
Vinnuhúsið
Oljuráðstevnan Offshore
Faroes 2005 verður hildin
týsdagin 18. januar í
Norðurlandahúsinum.
Lagt er upp til eina sera
spennandi og fjølbroytta
skrá, tá Oljuvinnufelagið
fer at skipa fyri ráðstevnu
í Norðurlandahúsinum í
januar mánað.
Hesuferð hevur Olju-
vinnufelagið valt at býta
ráðstevnuna upp í tveir
partar. Fyrri partur snýr
seg um oljuleiting á før-
oyskum øki og seinni
partur um, hvat skal til
fyri at tryggja vælferð
Føroya.
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum setir ráðstevnuna.
Sigurð í Jákupsstovu,
stjóri í Oljufyrisitingini
greiðir frá aðru loyvis-
rundu á føroyska økinum.
Oljufyrisitingin fekk 9
umsóknir frá 8 feløgnum.
Sigurð í Jákupsstovu fer
at siga frá, hvørji oljufe-
løg fingu leitiloyvi, um
arbeiðsskránna hjá teim-
um og hvørjar framtíðar
vónirnar eru.
Gregory T.
Himes,
Vice President of Global
Exploration frá Statoil fer
síðani at greiða frá teirra
áskoðan um framtíðar
olju- og gass leiting. Gre-
gory T. Himes hevur sagt,
at úrslitið frá Rosebank/
Lochnagar er sera týdn-
ingarmikið fyri arbeiðið
hjá Statoil í hesum øki-
num. Hann vónar at
fundið fer at hava við sær
fleiri góð leitiúrslit bæði í
bretskum og føroyskum
øki.
Eisini Dave Lewis, Ex-
ploration Manager hjá
Chevron Texaco fer at
greiða frá hvørjar møgu-
leikar tey síggja í Atlants-
mótinum.
Statoil
og
Chevron
Texaco hava júst kunn-
gjørt at feløgini hava
funnið eina stóra nøgd av
olju og gassi í Rose-
bank/Lochnagar feltinum,
har Chevron Texaco er
fyristøðufelag og Statoil
eigur 30%. Feltið liggur
beint við føroyska mark-
ið. Bæði Statoil og Chev-
ron Texaco hava søkt um
leitiloyvi í aðru loyvis-
rundu í Føroyum.
Føroya Kolvetni var
millum mest aktivu feløg-
ini við seinastu loyvis-
rundu í Bretlandi. Eisini
hevur felagið sókt um
loyvi í aðru loyvisrundu í
Føroyum. Graham Ste-
wart, stjóri fer at greiða
frá teirra virksemi í økin-
um.
Eisini
fer
Wilhelm
Petersen, stjóri í Atlantic
Petroleum, at gera status
yvir teirra virksemi í
Bretlandi.
Síðst í hesum parti fara
Petur Joensen, deildar-
stjóri í Oljufyrisitingini
og Regin Hammer, fyri-
sitari hjá FOÍB at greiða,
hvussu pengarnir til før-
leikamenningina
eru
brúktir og hvat er komið
burturúr.
Næsti partur av olju-
ráðstevnuni er ikki minni
áhugaverður. Her verður
spurt, hvussu tryggja vit
vælferð Føroya í framtíð-
ini?
Lagt verður út við
íblástri frá øðrum lond-
um. Fyrst fer Thorvaldur
Gylfason,
professari í
búskapi við Universitetið
í Íslandi at greiða frá,
hvussu støðan er í Íslandi
og hvat tey hava gjørt fyri
at fáa búskapin minni
tengdan at fiskivinnuni og
harvið fingið eitt meira
fjølbroytt vinnulív.
Somuleiðis fer Torger
Reve, rektari og profess-
ari við BI Handils-há-
skúlan í Stavanger at
tosa um at leggja ætlanir
fyri vøkstur í einum sam-
felag, sum er so nógv
merkt av einum tilfeingis-
búskapi.
Johnny í Grótinum,
cand.
Polit,
Føroya
Sparikassi, fer síðani at
tosa um vinnupolitik og
búskaparvøkstur í Føroy-
um.
Zvonko Mrdalo, bú-
skaparfrøðingur hjá Hag-
stovu Føroya fer at vísa á,
at tað ikki er bara fiskur
føroyingar útflyta, men
eisini tænastur av ymisk-
um slag. Hetta vísur
gjaldsjavnin hjá Føroyum,
sum júst er gjørdur.
Síðsta framløga hevur
Ólavur Gregersen, stjóri
í Bitland. Hann fer at vísa
á hvørjar forðingar hann
sær í føroyska búskapin-
um fyri nýskapan. Hann
fer eisini at koma við eini
ætlan fyri, hvussu vit
kunnu koma burtur frá
hesi forðing.
Til síðst tekur Magni
Arge, formaður í Olju-
vinnufelagnum
saman
um.
Sí eisini
www.industry.fo har mill-
um annað skráin liggur.
SÍÐSTA FREIST at
melda til er mánadagin
10. januar 2005 stendur í
skrivi frá Oljuvinnufelag-
num.
Fjølbroytt og áhuga-
verd ráðstevna um olju
og búskap og fisk
Sjey ár aftan á ta
kinesisku yvirtøkuna
av Hong Kong blómar
býurin framvegis og
bjóðar altjóða vinnu-
lívi framúr lokkandi
umstøður – og einki
bendir á at kinesarar
vilja broyta hetta
VINNUUMHVØRVI
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tíggjunda árið á rað út-
peikar Heritage Foundation
í sínari árligu kanning,
Index of Economic Free-
dom, Hong Kong sum
heimsins mest frælsa bú-
skap.
Í 2004 útgávuni av Index
of
Economic
Freedom
framgongur at lønarskatta
hámarkið í Hong Kong er
15,5 prosent, og tað einans
á inntøkur í Hong Kong;
fortjenastur uttan fyri Hong
Kong verða, eins og vinn-
ingur av kapitali, ikki skatt-
aðar. Skattur av vinnuligum
avlopi hjá virkjum er 17,5
prosent og einki áramark er
fyri hvussu nógv hall av
vinnuligum
virksemi
kunnu flytast fram rokn-
skaparliga.
Hong Kong er ikki nakað
stórt pláss, bert 1098 fer-
kilometrar. Men búskap-
urin í býnum er sera opin,
og eingin tollur er á inn-
flutning av vørum og tæn-
astum. Fyritøkur skrásettar
í Hong Kong fáa somu
sømdir uttan mun til upp-
runa. Ongar serligar skatt-
ligar sømdir verða givnar
nøkrum, og ongar vinnu-
greinar eru politiskt vardar.
»Tá tú kemur til Hong
Kong,«
skrivar
skatta-
ráðgevingar
heimasíðan
OCRA.com,
»veitst
tú
akkurát hvat tú fært: Lágir
skattir á júst sama stigi sum
øll onnur virkir í Hong
Kong, eitt vinnuvinarligt
umhvørvi,
nýmótanst
infrastruktur, og framúr-
skarandi
vinnu
møgu-
leikar.«
Grundlógar tryggjað
Men fer tað vinnuvinarliga
umhvørvið í Hong Kong at
vara við? Og hvat er tað
sum býurin bjóðar altjóða
vinnu?
Enn bendir so einki á at
teir kinesisku myndugleik-
arnir, sum yvirtóku eftir-
litið við tí fyrrverandi
bretsku krúnkoloniini í
1997, hava nakrar ætlanir
um at broyta stórvegis um
tað vinnuliga umhvørvið í
Hong Kong. Eisini eru
hornasteinarnir undir skip-
anini niðurfeldir í ta serligu
Hong Kong grundlógina,
og haraftur kemur tann
heilt serliga kappingar- og
vinnumentanin sum tykist
sita sera djúpt í fólkinum í
Hong Kong.
Trygdarveitingar í Hong
Kong grundlógini endur-
spegla avgerðir tiknar seint
í 1970unum og tíðliga í
1980unum tá tann kines-
iska leiðslan tók eina
ógvuliga tilvitaða avgerð
um at leggja lunnar undir
hugtakið ‘eitt land, tvær
skipanir.’
Grundlógin
garanterar týdningarmiklar
partar av Hong Kong
mentanini og Hong Kong
sum vinnumiðdepil, ikki
minst: lóg og rættur og
óheftir dómstólar; opin
marknaður uttan toll á inn-
flutning; lágskatta skipan
við einføldum reglum og
uttan skattskyldu til megin-
lands Kina; frítt konverti-
bult gjaldoyra; og frítt
kunningar flow.
Fólk í Hong Kong halda
fast um tað grundlógar
tryggjaða vinnuvinarliga
umhvørvið. Tey vita at
hetta hevur verið við til at
ført Hong Kong frá krígs-
sorlaðum búskapi í 1945 til
eitt blómandi samfelag av 7
milliónum fólkum ídag, við
einari brutto tjóðar úrtøku
per íbúgva oman fyri ta hjá
nógvum londum har ímill-
um Stóra Bretland.
Virðisbræva
marknað-
urin í Hong Kong er tann
næst størsti í Asia aftan á
Tokyo, Japan, og er nógv
meira dynamiskur og betur
kendur millum íleggjarar
enn flestu aðrir marknaðir í
Asia. Fíggjarvinnan, mill-
um heimsins størstu út frá
ávísum mátum, er sam-
stundis millum tær best
reguleraðu. Hon er væl
kend fyri høg stig av
‘corporate
governance’,
váðastýring og høg ‘capital
adequacy ratios’ (capital
adequacy ratios verða út-
roknað sum tann netto
kapitalur ið krevst fyri at
dekka átiknar uppgávur,
ognir og kredittváðar í mun
til búskaparligt avlop).
Slíkir tættir gera Hong
Kong til eitt hóskandi stað
fyri útlendskan kapital til at
møta tí stóra eftirspurning-
inum á íløgum í kinesiskt
vinnulív.
Innan sjóvinnu og altjóða
skipaskráseting er Hong
Kong eisini at rokna mill-
um leiðandi lond. Í hesum
sambandi
undirskrivaðu
stjórnirnar í Hong Kong og
Danmark nýliga eina dup-
ultskatta avtalu galdandi
fyri sjóvinnu.
Hong Kong
framvegis fríast