mikudagur 15. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
27
Keypið av partabrøv-
um í Grønlandsbank-
anum var ein serligur
møguleiki fyri Trygg-
ingarfelagið Føroyar
at gera eina góða
íløgu, sigur Gunnar í
Liða, stjóri
FÍGGJARLIGT
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tað er ikki hvønn dag at
Tryggingarfelagið Føroyar
fer út og ger íløgur í einstøk
feløg;
tær
upphæddir
Tryggingarfelagið
árliga
setir í virðisbrøv fara van-
liga
umvegis
útlendsk
íløgufeløg sum síðani in-
vestera peningin í eina
mongd av ymiskum parta-
brøvum, obligatiónum og
øðrum virðisbrøvum. Men
tá felagið í november
keypti
partabrøv
sum
Danske Bank átti í Grøn-
landsbanken, fyri slakar
100 milliónir krónur, var
talan um eina heldur øðr-
vísi placering.
»Vit vistu at partabræva
posturin hjá Danske Bank
stóð til sølu aftan á ta
miseydnaðu royndina at
leggja Grønlandsbankan og
Vestjysk Bank saman,«
segði Gunnar í Liða, stjóri á
Tryggingarfelagnum Før-
oyar. »Vit kannaðu tí málið
og tað vísti seg at hesin
postur hjá Danske Bank
umfataði 14,38 prosent av
partabrøvunum í Grøn-
landsbanken og at vit
kundu fáa hesi partabrøv
fyri ein sámuligan prís. Vit
vistu samstundis at Grøn-
landsbanken er ein væl
rikin banki ið gevur sínum
eigarum eitt gott avkast; vit
fingu ein serligan møgu-
leika til at gera eina góða
íløgu og avgjørdu at taka av
tilboðnum.«
Grønlandsbanken
er
einasti peningastovnur við
heimstað í Grønlandi; hóast
kapping við danskar pen-
ingastovnar og truplar tíðir
í tí grønlendska búskap-
inum so stendur hann seg
væl og sigst sita á umleið
50 prosentum av tí grøn-
lendska kredittmarknaðin-
um.
Grønlandsbanken varð
stovnaður í 1967 við tí
danska Tjóðbankanum og
einari røð av donskum
bankum sum partaeigarum.
Í 1997 varð Nuna Bank
lagdur saman við Grøn-
landsbanken, sum í dag er
ein full-service banki við
høvuðsskrivstovu í Nuuk
og deildum i Qaqortoq,
Maniitsoq, Sisimiut og
Ilulissat.
Grønlandsbanken er list-
aður á Københavns Fonds-
børs og virðið á parta-
brævinum hjá bankanum
hevur hava eina gongd ið
íleggjarar hava verið nøgdir
við; sum skilst hevur rokn-
að við so stórum avkasti
sum 10 prosent um árið av
hesum partabrævi.
Ársfjórðings roknskap-
urin tann 30. september
2004 vísti eitt avlop upp á
góðar 45 milliónir og ein
javna upp á góðar 2,75
milliardir.
Tryggingarfelagið Føroy-
ar hevur ikki viljað sagt
nakað alment um keyps-
prísin fyri sín part av Grøn-
landsbankanum;
men
útrokningar byggjandi á at
felagið
keypti
262.440
partabrøv til kurs 360
benda, saman við øðrum
upplýsingum, á at felagið
hevur goldið 94,5 milliónir
krónur fyri tey 14,58
prosentini.
274 milliónir um árið
Mangt verður spekulerað
um teir nýggju marknaðir
ið uppstanda hjá tænastu-
veitarum, um fleiri út-
lendsk skip fara at skráseta
seg undir føroyskum flaggi.
Spurningurin gerst aktu-
ellur nú alt bendir á at
Fjordline fer at flagga øll
síni skip undir FAS (Før-
oysku
Altjóða
Skipa-
skránna) og kanska fleiri
onnur reiðarí, serliga um
skipanin verður gjørt meira
attraktiv enn hon í løtuni er.
Sambært Gunnar í Liða
kann hetta gerast ein nattúr-
ligur marknaður fyri før-
oysk tryggingarfeløg, um
nóg nógv skip skráseta seg
undir FAS; men hann segði
at stór prískapping ger
sjóvátrygging lutfalsliga
lítið lukrativa.
»Vit bjóða sjóvátrygg-
ingar, og verða skip skrásett
undir FAS so gerst hetta ein
natúrligur marknaður fyri
føroysk tryggingarfeløg í
kapping við útlendsk. Ein
trupulleiki í altjóða og
føroyskari sjóvátrygging er
tó at prískappingin, sum er
sera hørð, hevur lagt prís-
leguna niður á minimalt
stig. Men samanum tikið
hevði ein væleydnað før-
oysk skipaskráseting verið
av stórum áhuga fyri trygg-
ingarfeløg so væl sum aðrar
tænastuveitarar.«
Tryggingarfelagið Før-
oyar hevur staðið seg væl í
tí kapping sum nýliga er
byrjað í Føroyum síðan
politikararnir tóku stig til at
avregulera okkara trygg-
ingar marknað. Felagið
seldi í fjør tryggingar fyri
góðar 274 milliónir krónur
og hetta bendir á ein
marknaðarpart upp á um-
leið 85 prosent.
Tryggingarfelagið varð í
fjør umskipað frá einum
sínámillum felag til eina
koncern við partafeløgum,
nevniliga einum holding-
felag, ið yvirtók virðini frá
tí gamla sínámillum felag-
num, og eitt dóttirfelag til
at taka sær av sjálvum
tryggingar virkseminum.
Grønlandsbanka partabrøv skulu
geva 10 prosent í árligum avkasti