mikudagur 15. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 240 - 15. desember 2004
VINNUDEBATTIN
tórbjørn jacobsen
Kongs@post.olivant.fo
Orðaskiftið um vinnu og
vinnupolitikk hevur aftur
tikið dik á seg. Blað-
stýrarin, Jan Müller, man
eiga stóra heiðurin fyri, at
tað ber til, nú hann hevur
raðfest ein part av blaðnum
til júst hetta endamálið.
Vinnutátturin í útvarpinum
og nýggja blaðið Vinnu-
vitan fara vónandi at menna
samrøðurnar um hesi mál
eisini, sum eru alfa og
omega, skula vit hugsa um
eina virðiliga framtíð í Før-
oyum fyri allar landsins
borgarar. Men skal nakað
munagott spyrjast burturúr
hesum, so krevst at aktør-
arnir sjálvir, politikkararnir
og umboð fyri fak- og
vinnufeløgini taka lut í, og
harvið perspektivera orða-
skiftið mest møguligt.
Skrivaði eina grein eftir
umbøn. Aftur á kollisóns-
kós?, kallaðist hon. Um
afturvendandi sveiggini í
okkara tilfeingisbúskapi,
og vísti til hvussu aðrir
hava roynt at bokslað seg
burturúr hesum, eitt nú
íslendingar.
Táið Bjarni Djurholm
kom inn á vøllin, nakrar
dagar seinri, hevði man
væntað, at debattin fór á
flog, vildi hevja seg uppí
eina heilt aðra og meira
kompetenta sferu. Men
hann man hava verið nakað
óstortligur og sintur táið
hann fór í blekkhúsið, tí
greinin er ein vavstur av
lisnari teori og persónligum
briksli. Maðurin meinar
eftir øllum at døma einki
um vinnupolitikk sjálvur.
Annars hevði hann lagt tað
fram fyri almenningin.
Ministarin mátti hildið seg
ov góðan til bara at endur-
taka úr gomlum vinnuritum
hjá Finnboga Arge og at
skriva um eina hønu, sum
Iosif Stalin roytti fjarðarnar
av fyri 70 árum síðani. Hin-
vegin tykist hann tó allíka-
væl, at hava ta fatan, at bara
frisørsalongirnar, kioskir-
nar, pizzacaféirnar, hýru-
vagnarnir og krambúðirnar
við yuppie-klæðum í Havn
ganga strúkandi, so vaksa
trøðini inn í himmalin,
hóast útflutningurin ríður
undan honum dag frá degi.
Fleiri hava nú eina grund-
aða kenslu av, at hann situr
úti á politisku eggini, Eid-
esgaard bíðar bara eftir, at
Kalsberg skal knipsa við
fingrunum, og eftirmælið
um exministaran in spe,
man fara at vera sum hjá
Snorkusi, ið Grækaris á
Gørðum yrkti so væl um í
táttinum:
"Den
Gang
Snorkus var død, í stor
Armod og Nød, var der
ingen hans ben vilde jorde.
Ikke en i hans Slægt, hverk-
en Karl eller Knægt, som
man hørte den Ære ham
gjorde." Hví hesin stóri
litteraturin skrivaði hesa
tómu greinina, veit ongin,
kanska líður hann av horror
vacui - tómaangist - og
gjørdi eina seinastu despe-
ratu roynd, at grifla seg úr
tóma rúminum. Tað eyðn-
aðist so ikki á hesum sinni.
Tíanverri.
Finnbogi Ísakson fekk tó
beint tjakinum inn á beint
aftur. Hevur ítøkilig sjónar-
mið og er greiður sum altíð.
Hann mundi eisini vera ein
hin fyrsti, sum tordi at gera
upp við blandbúskapin, táið
hann í áttatiárunum, í
Fiskasølublaðnum "Okkara
millum", hvesti pennin
ímóti privatkommunismuni
og skriðanum, sum før-
oyskur kapitalur fekk í
labbarnar, hvørja einastu
ferð hann kom sær í nær
námind av landskassanum.
Hóast floksfelagar, eri eg
bara partvíst samdur við
hann í tí hann ber fram í
klummuni leygardagin: Hví
pilka við tað, sum riggar?
Vit eru samdir um at
partafeløgini, sum tað al-
menna eigur allan parta-
peningin í, yvirhøvur hava
rigga væl hesi seinastu
árini. Og vit eru ivaleyst
minst líka so samdir um, at
hitt føroyska samfelagið
ikki riggar sum tað skal,
táið neyðugt er við áhald-
andi, eftirgjørdum anda-
drátti, úr danska ríkiskass-
anum, fyri at fáa búskapin
til at hanga saman. Tørvur
er á dynamikki, og hvaðani
skal hann koma?
Í hesum døgum tosa allir
um hitt íslendska miraklið.
Allir
uttan
íslendingar
sjálvir, teir hava nógmikið
um oyruni og stríðast sum
úlvar fyri republikkini og
fyri sínum egna vælferðar-
modelli. Har hevur staturin
m.a. tikið seg aftur úr øllum
kommersiellum
banka-
rakstri, og virkar bara sum
politiskur regulator. Tað, at
staturin hevur slept sínum
engasjemangi í bankakerv-
inum og í øðrum fíggingar-
grunnum við, verður hildið
at vera orsøkin til, at Ísland
nú ríður á eini búskapar-
bylgju, sum slær øll met.
Politikkararnir mistu sjálv-
andi sína ávirkan á hesum
økinum, men vinningurin
varð, at íslendski fíggjar-
heimurin er farin at gera
vart við seg av álvara uttan
fyri egin landamørk. Pri-
vatiseringarnar
hava
í
fyrstu atløgu havt tað við
sær, at rentan á sethúsalán-
um er fallin frá 5,4% niður
á 4,15%. Tænastan er batn-
að munandi sigst, og fíggj-
arliga megin er vaksin
somikið, at bankarnir eru
aktivir luttakarar í keypi og
samanleggingum av út-
lendskum
fyritøkum.
Magasin í okkara ríkis-
metropoli varð keypt nú ein
dagin og fyrr í ár keypti
Kaupthing Bankin danska
íløgubankan FIH Bankan.
Kring um í Europa hava teir
eisini satsað í strategiskum
uppkeypi av fiskivinnu-
fyritøkum og útgerðarfe-
løgum.
Tað sum staturin hevur
fingið burturúr at realisera
síni aktiv er komið ríkis-
kassanum væl við. Seinastu
seks árini hava teir selt fyri
áleið 830 milliónir US-
dollarar og meginparturin
av hesum fæi er nýtt til at
rinda niður skuldina hjá
statinum. Síðani 1991 hev-
ur íslendski staturin privati-
serað ella selt 29 fyritøkur,
sum hava givið eitt samlað
provenu á 900 milliónir
US-dollarar. Og hundurin
er bara hálvbardur, sigur
deildarleiðarin í fíggjar-
málaráðnum, Stefán Jón
Friðriksson, nú ætlanir í
komandi døgum eru um at
selja almenn partabrøv fyri
áleið 700 milliónir US-
dollarar afturat. M.a. er
ætlingin at selja Iceland
Telecom. Ravmagns- og
hitakervið skal eisini pri-
vatiserast. Sambært ís-
lendsku ríkisgrannskoðan-
ini hevur hendan prosessin
gingið væl. Statsskuldin er
minkað. Latentað skatta-
trýstið er harvið minkað og
kappingarførið
hjá
ís-
lendskari vinnu eru gott.
Partabrævamarknaðurin
hevur verið virkin í øllum
hesum, og ætlanir eru nú
frammi um at gera ein
partabrævamarknað, sum
øll Norðurlondini ganga
saman um. Staðfest er eis-
ini, at partabrævahandil er
vorðin fólkaítrótt, - soleiðis
er tað eydnast at spjaða
eigaraskapin ímillum ein
stóran part av fólkinum.
Hetta hendir alt, ímeðan
íslendingar hava føroyskar
fyritøkur sum strategisk
mál í sínum framlopi. Vit
illneitast bara, og hugna
okkum á undirhúsbonkin-
um, spýta langt, og disku-
tera um nú Meinhard uppi á
Hellu skal seljast í salami-
flísum ella en bloc. Eri púra
samdur við Finnboga í
hansara sjónarmiði um, at
verður Føroya Fiskavirking
selt, nú saman við krún-
juvelunum hjá Arge &
Steingrímssyni, so ræður
um at selja en bloc - í ein-
um. Hetta er jú vaksið
saman sum ein fyritøka,
hevur fingið eina sál, og
skal seljast sum ein slík.
Allar aðrar loysnir hava
bara eittans endamál, at
lívga onkrum góðum vini í
politiska
grannalagnum.
Síggi, at onkur tjóðveldis-
maður eisini er farin at
kjálka upp ímóti hesi somu
áskoðan, og tað kann so
bara vera av somu orsøk,
sum táið Bjarni Djurholm
ætlaði at forera alla biksina
til hina "ópolitisku" elituna
í Fólkaflokkinum. Hin-
vegin eri eg ikki samdur við
Finnboga í, at vágafúsur
føroyskur kapitalur ikki
skal kunna finnast til at
keypa hendan partin av
flakaframleiðsluni á landi.
Kapitali er nógmikið til av,
tað ræður bara um at
aktivera hann.
Nú veit ongin um ís-
lendska miraklið heldur í
longdini.
Ferðin
tykist
øgilig. Fyri tey flestu. Teir
eru í offensivinum ímeðan
vit hava tikið allar leikar-
arnar aftur í brotsteigin.
Soleiðis vinnur tú ongan
dyst.
Roknað var við, at lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um fór at koma við einum
uppskoti um, hvatið var til
ráða at taka, men tað var so
eiðasørt. Ímeðan hann ligg-
ur og droymir um eina 70
ára gamla hønu hjá Stalin,
verður hann yvirhálaður av
allari verðini.
Ongin grund er til at
kopiera íslendska modellið,
men harfyri ber til at læra
av tí. Leggjast má ein ætlan
fyri hvussu Føroya Banki,
Húsalánsgrunnurin, Føroya
Fiskavirking/Føroya Fiska-
søla, Føroya Grunnurin,
FøroyaTele, Apoteksverkið,
Postverk
Føroya
o.s.fr.
verða privatiserað. Skilji
heldur ikki hví tað skal gera
nakran mun, um eitt fíggj-
arkervið
sum
Føroya
Banki, er á útlendskum
hondum. Ein banki trívist
væl saktans altíð har sum
dynamikkur er í farvatnin-
um. Tað ljóðar annars, at
fyrsta raðfestingin í privati-
sering hjá hesum lands-
stýrinum, er nationala flog-
MEINHARD – Í SALAMIFLÍSUM E