mikudagur 15. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
29
ELLA EN BLOC ?
felagið, og tað ljóðar eitt
sindur órationelt í mínum
oyrum. Hetta sigi eg ikki, tí
at skeggið situr so nær
høkuni, men tí at hetta er
snúðningsásin ímillum Før-
oyar og útlond, og soleiðis
sum hon nú er skipað, er alt
uppá føroysk premissir.
Føroyar eru miðdepilin í
konseptinum. Táið tað ikki
er víst, at ein útlendskur
investorur vildi skipað tað á
sama hátt, til mesta gagnið
fyri føroysk áhugamál, er
tað kanska ikki so heppið at
føroyingar sleppa sær av
við meirilutan í júst hesum
felagnum.
Ikki
í
bráðskundi í hvussu er.
Ímeðan íslendingar hava
selt út av statsognunum,
hava minkað um stats-
skuldina, hava minkað um
inntøkutørvin hjá statinum,
harav hava megnað at
hildið skattatrýstinum niðri
og sum úrslit av øllum hes-
um hava hildið skansanum
í kappingarførinum hava
vit sitið á gullinum, latið
løn-arvøksturin eksploder-
að, serliga frá 99 og fram til
ídag, við almennum gávu-
mildni sum lokomotivi, við
millum 4-5 prosentstigum
um ári, við ongum botni í
nakrari virðisøking, og sita
nú eftir við skuldini, al-
mennu ognunum, ongum
kappingarføri í basisvinn-
unum og nú aftur einum
vaksandi
undirskotið
í
heimastýrissins finansum.
Ringrásin er komin saman-
aftur, blokkurin er aftur
álitið í einum vinnuliga og
búskaparliga uppsteðgað-
um samfelag. Hvørjum
bíða vit eftir?
Sjálvandi kann tað vera
ein ávísur stuttleiki hjá
politikkarunum at skifta
orð um hesa petitessuna,
um Meinhard á Fiskavirk-
ing skal seljast í salami-
flísum ella en bloc, men hví
tekur ongin eina avgerð?
Hugsi, at tey sum virka í
hesi fyritøkuni munna vera
so deyðatroytt av skiftandi
politiskum signalum, m.a.
tá ið tey av tingsins røðara-
palli fáa at vita, at tey eru
vinnuliga menningartarn-
að, at allur fiskurin fer
óvirkaður av landinum og
so fordont, at tey gleða seg
til løtuna táið fyritøkan
verður seld, og fær ein
eigara, sum hugsar um
fyritøkuna
og
hennara
framtíð heldur enn hesar
politisku akrobatarnar, sum
ganga íkring og halda seg
eiga hana og brúka hana
sum fótatraðk tá ið onki
annað er fyri hendurnar at
keglast um. Og í allari kák-
anini í seinastuni, um
pakkan hjá Kalsø, hvussu
ber tað nú til, at føroyingar
ongantíð hoyra um allar
bummtúrarnar, táið skipini
avreiða og selja uttanlands?
Ímeðan føroysku virkini
eru standandi skotskivur í
skotríðunum táið upsaprís-
urin er í botni? Eisini á
heimsmarknaðinum?
Sjálvt um landsstýris-
maðurin í vinnumálum ikki
evnaði at geva eitt íkast til
hetta tjakið, so er tað av-
gerandi neyðugt, at tað
heldur fram. Finnbogi eigur
tøkk fyri at hann tók drunn-
in, og lat meg endurtaka, at
eg eri samdur við honum í,
at felagið sum hann um-
røddi í klummuni leygar-
dagin, nevniliga Føroya
Fiskavirking, eigur at vera
selt sum tað felagið tað er
ídag - í einum. Hvat teir
nýggju eigararnir síðani
velja at gera við fyritøkuna,
tað er teirra mál. Annars
liggur søluheimildin hjá
nevndini í Framtaksgrunn-
inum, sum mátti havt okk-
urt annað at tikið sær fyri,
enn at verið partaeigari í
føroyskari
flakavinnu.
Megnar ongin annar før-
oyingur/ar tað, so sær illani
út fyri framsókn í øðrum og
nýggjari vinnum. So sær
illani út fyri framhaldandi
lívi í oyggjunum yvirhøvur.
Tað ræður nú um, at seta
skjøtil á, fara til verka,
broyta bygnaðir, taka forð-
ingar niður og seta nýggjar
konstruktiónir upp, men
tað krevst sjálvandi at
landsstýrið
hevur
ein
vinnupolitikk, og hann
hevur verið ringur at fingið
eyguni á, í hvussu er síðani
august mánaða árið 2000.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fýra trolarar landaðu í
Vestmanna í síðstu viku,
men væntandi er ikki, at
nøkur landing verður hesa
vikuna.
Skipini, sum plaga at
leggja veiðina upp til
virkið hjá Føroya Fiska-
virking, royna nú eftir
hvítum fiski á Íslands-
rygginum.
Í Vestmanna vænta tey
tó, at tey fara at keypa
annan upsa, sum verður á
marknaðinum í vikuni, og
hesin kemur so vestur í
bili.
- Vit hava nóg mikið av
fiski inni til dagvaktina í
dag og kvøldvaktina, sum
byrjar seinnapartin, søgdu
tey í Vestmanna í gjár.
Nógvur upsi
Skipini, sum landaðu í
Vestmanna í síðstu viku,
vóru Vestmenningur og
Fram, sum høvdu út við
300.000 pund tilsamans,
Vesturbúgvin
hevði
stívliga 170.000 pund, og
Grønanes hevði stívliga
130.000 pund.
Eysturbúgvin, sum par-
trolar saman við Vestur-
búgvanum,
landaði
á
Sandi og Grønanes, sum
partrolarar saman við
Vesturtúgvuni, landaði í
Saltangará.
Fýra trolarar landaðu
í Vestmanna
Fýra trolarar við nógvum upsa løgdu veiðina upp í Vestmanna í síðstu viku
Brøðurnir, sum
frammanundan eiga
Polarstjørnuna og
Helenu, hava nú
keypt Grunning fyri
at fáa fiskidagarnar,
sum skipið eigur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið, Grunningur,
sum eldur herfyri kom í,
er nú seldur til Klaksvík-
ar.
Tað eru brøðurnir, Gutt-
ormur og Per Simonsen,
sum hava keypt skipið.
Teir hava frammanundan
skipini, Polarstjørnuna og
Helenu.
Sum skilst, hava brøð-
urnir keypt Grunning fyri
at fáa fiskidagarnar, sum
skipið eigur.
Ætlanin er at taka tað úr
skipinum, sum er nýtiligt
eftir eldsbrunan. Síðan
verður Grunningur helst
upphøgdur.
Grunningur er bygdur í
Holbæk í Danmark í
1946, og hann er bygdur
úr eik.
Áðrenn Kári Hansen á
Strondum keypti skipið
fyri skjótt fleiri árum
síðan, átti Sámal J. Gaard-
lykke í Lamba Grunning.
Kjølbro í Klaksvík átti í
sínari tíð skipið eitt langt
áramál.
Grunningur til Klaksvíkar