Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 240 - 15. desember 2004 Tey seinastu sjey árini hava tvær føroyskar fyritøkur sent arbeiðsfólk til ymisk- ar uppgávur innan norsku oljuvinnuna. Hesa seinastu tíðina hava tey verið 36 í tali OLJUVINNA Snorri Brend snorribrend@yahoo.dk Verður ein føroysk olju- vinna veruleiki, er neyðugt at hava fólk við hollari útbúgving og drúgvum royndum. Ein part av hes- um royndum fáa í løtuni teir føroyingar, sum arbeiða innan ta norsku oljuvinn- una. Seinni fara royndir teirra at hava stóra ávirkan á menningina innan hesa vinnugreinina hjá okkum. Tvær fyritøkur, ið ar- beiða innan hetta øki á norskari jørð, eru PAM OFFSHORE SERVICE í Havn og OILWIND í Mið- vági, sum hava havt ávika- vist 19 og 17 fólk í arbeiði hesa seinastu tíðina. Sam- anlagt gevur hetta íalt 36 fólk, men talið hevur tó bæði verið størri og minni. Teir flestu av hesum monnum eru nú komnir heim í jólafrí, og eru teir uttan iva spentir eftir at vita, hvussu verður við arbeiði næsta ár. Alt er sjálvandi í óvissuni, men sum skilst frá báðum feløgunum í Miðvági og í Havn er líkt til, at uppgávur liggja og bíða eftir teimum eisini í komandi ári. Av OILWIND verður í øllum førum sagt, at eitt boriskip skal hava nakrar umvælingar framdar fyrst í komandi ári, og at teirra fólk sær fram til at verða við í at loysa hesa uppgávu- na. Hentur kunnleiki Tað er ikki ókent fyribrigdi at føroyingar hava arbeitt í øðrum londum, tá trot var á arbeiðsplássum her á landi. Hetta vísti seg enn eina- ferð í seinastu kreppu okk- ara fyri meiri enn 10 árum síðani, tá eitt rættiliga stórt tal av føroyingum leitaðu sær í grannalond okkara at finna sær arbeiði. Fyri mong av hesum var nærum líkamikið, hvat slag av arbeiði tey fingu. Var eitt arbeiði til teirra í Danmark, Noregi ella hvar tað skuldi vera, so varð tikið av bein- anvegin, tí hugurin at sita heima og kúra var lítil. Síðani hesa kreppuna hevur stórur áhugi verið fyri oljuvinnuni her á landi. Nógvir føroyingar hava í dag góðan kunnleika til mong ymisk viðurskifti innan hesa vinnu. Trupul- leiki teirra er bert, at enn finnast ikki so mong arbeiðspláss innan hetta øki í heimlandinum. Í grannalondum okkara hevur - tíbetur - verið brúk fyri góðari og raskari ar- beiðsmegi innan oljuvinn- una, og her hava føroyingar ikki smæðst burtur, sum yvirlitið omanfyri greitt vísir. Hesi fólk hava í dag møguleika at nema sær kunnleika um sítt øki, og sum aftur kann verða brúkt til at menna eina føroyska oljuvinnu, um og tá hon einaferð gerast veruleiki. Halda fram í Noregi Í yvirlitinum omanfyri hev- ur PAM OFFSHORE SER- VICE í Havn átt tann størra partin av arbeiðsmegini í norskari oljuvinnu. Hetta felag varð stovnað fyri seks árum síðani við tí endamáli at veita mekan- iskar, elektriskar og sveisi- tænastur til oljuvinnuna. Tað eydnaðist at fáa sam- starv í lag við Aker Mari- time í Noregi, og frá 1998 til 2002 vóru regluliga millum 10 og 15 mans í starvi í oljuvinnuni har. Vegna minni eftirspurning eftir arbeiðsfólki var onki fólk hjá PAM í starvi har í 2003. Á vári í ár eydnaðist kortini aftur at fáa samstarv í lag um at fáaføroyingar til arbeiðis í Noregi. Hetta var í sambandi við ta stóru gass-verkætlanina hjá Statoil uppi í Norðurnoregi, á oynni Melkøya uttanfyri Hammerfest. Her hava Aker Stord og Aker Kvaerner Elektro fingið ein stóran sáttmála, ið inniber at eitt stórt tal av m.a. sveisarum og elektrik- arum fara at arbeiða í hesi verkætlanini tey komandi 2-3 árini. Í oktober í ár starvaðust sostatt 22 fólk frá PAM OFFSHORE SERVICE á Melkøya. Upplýst verður, at talið av arbeiðsfólki altíð er og hevur verið skiftandi. Við- hvørt hevur eingin hjá PAM verið har, meðan teir til aðrar tíðir hava verið oman fyri teir 19, sum í sein- astuni hava arbeitt har, og sum nú koma heim í jólafrí. Sagt verður, at her er talan um gott og raskt arbeiðs- fólk, og tí vilja hvørki før- oyingar ella norðmenn av við teir! Eitt annað virkisøki hjá PAM OFFSHORE SER- VICE, er NDT-tænastan. NDT merkir non-destruc- tive-testing, og fevnir um m.a. ymiskar kanningar av sveisingum eins og tjúkd- armátingar. Hetta verður gjørt við røntgen, ultra- ljóði, magnaflux, penetrant ella visuelt. Nevnast kann, at í 2001 og 2002 hevur PAM OFF- SHORE SERVICE har- aftrat útbúgvið eitt fólk, Jákup Sigurð Strømsten, ið arbeiðir burturav innan hetta øki bæði í Noregi og í Føroyum. Oljuprísurin avger alt Sum nevnt hevur OIL- WIND í Miðvági eisini havt fleiri mans arbeiðandi í Noregi. Hesa seinastu tíðina hava teir verið 17 í tali, men í løtuni eru teir allir komnir heim í jólafrí. Eftir jólafrítíðina er ætlanin at halda fram við virkseminum á norskari jørð, tí líkt er til at í øllum førum eitt arbeiði bíðar eftir føroysku arbeiðs- monnunum: Eitt boriskip skal til umvælingar fyrst í nýggja árinum, og tí vænta tey at sama tal av fólki fer yvir aftur til Noregs at arbeiða. Hjá OILWIND eru tey, eins og manga aðrastaðni, eisini bundin av, hvussu oljuprísurin er. Í seinastuni hevur oljuprísurin verið høgur, og fyri tey merkir tað, at nógv er at gera, tí feløgini hava ráð at gera tær neyðugu íløgurnar. Men fellur oljuprísurin enn meiri, eins og gongdin er beint nú, er hugsandi at íløgur kunnu verða skotnar út eina tíð. OILWIND hevur átikið sær arbeiðir í Noregi síðani 1997, og hevur serliga verið arbeitt við umvæl- ingum av boriskipum og - pallum. Talið av arbeiðs- fólkið hevur verið skiftandi hesi árini, alt eftir hvussu lætt hevur verið at fáa fatur á fólki til hesar uppgáv- urnar. Men eftir jól í ár verða so einir 17 mans til reiðar at fara eystur um hav til arbeiðis. Arbeiða nógv og fáa hollar royndir úr norskari oljuvinnu Ein føroysk oljuvinna krevur fólk við hollari útbúgving og drúgvum royndum. Ein part av hesum royndum fáa teir føroyingar, ið arbeiða innan tænastuvinnuna á norskari jørð (savnsmynd)